Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2010 – Vit hava skilt, at tað yvirskipað hevur gingið væl hjá føroysku fyri tøk­ unum, sum á fyrsta sinni eru við sum framsýnarar á Boston Seafood Show. Nú stevnan er av, og fólk fara at koma heimaftur, verður ein eftirmeting gjørd av føroysku luttøkuni, sigur Unn Poulsen, sum starvast í uttan­ ríkisráðnum Matvørustevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er uttanríkisráðið, sum saman við Hav bún aðar­ felagnum fyriskipar før­ oysku luttøkuna á Boston Seafood Show. Fyri ráðið er Durita í Grótinum har yvir, og umboðið hjá Hav­ búnaðarfelagnum og so ­ leiðis eisini Vinnuhúsinum er Árni Olsen. Tær fýra før­ oysku fyritøkurnar, sum eru við á framsýningini, eru Bakkafrost, Luna, Salmex og Primafisk, sum allar eru útbjóðarar av fiskavørum og hava áhuga í amerikanska marknaðinum. Unn Poulsen, sum starv­ ast í uttanríkisráðnum, hev­ ur havt samband við Duritu í Grótinum, nú stevnan hevur verið í Boston. ­ Soleiðis, sum eg havi skilt, hevur tað yvirskipað gingið væl hjá føroysku fyritøkunum, og fólk eru fegin um at hava havt høvi at kunnað stóra marknaðin um føroyska alivinnu og sjómatarvinnu. Hon sigur, at hetta er fyrstu ferð, at føroyskar fyri tøkur beinleiðis luttaka sum útbjóðarar við bási á Boston Seafood Show. – Føroysku fyritøkurnar hava verið saman á einum bási, sum er um 30 fermetrar stórur, og tað er Vinnu­ framagrunnurin, sum hevur stuðlað básaleiguni við 54.000 krónum. Ein av uppgávunum við føroysku luttøkuni er at nema sær nýggja vitan um tann týðandi marknað, sum USA er vorðin innan eitt nú feskan laks, og í aðrar mátar hava hesar fyritøkur, sum longu hava eina veiting til USA, eisini høvi at pleyga síni viðskiftafólk. Unn sigur, at føroyska lut tøkan á Boston Seafood Show verður eftirmett, tá fólk eru komin heimaftur, og henda eftirmeting verður saman við fyritøkunum, sum eru við á framsýningini og Havbúnaðarfelagnum. – Hugsandi er, at spurn­ ingurin um framhaldandi luttøku á framsýningini í Boston eisini verður tikin Glastrevjabáturin Gunnvá, sum Jan Jacobsen við Norð­ skála eigur og rekur, hevur tvey tey seinastu árini fisk­ að fyri meiri enn 9 miljónir krónur tilsamans Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo At ein glastrevjabátur, sum er 39 føtur langur, fiskar fyri 4,6 miljónir krónur í eitt ár, ljóðar næstan óveru­ ligt. Men at hetta letur seg gera, er útróðrarbáturin Gunn vá hjá Jan Jacobsen við Norðskála eitt prógv um. Bæði í fjør og fyrraári lá veiðivirðið hjá Gunnvá omanfyri 4,5 miljónir krónur hvørt árið. Jan Jacobsen sigur, at árið í ár higartil ikki hevur verið eins gott og árið í fjør, men hann letur kortini ikki illa at. – Vit hava gjørt fleiri góðar túrar í seinastuni, og besta túrin høvdu vit 14.700 pund á umleið 60­65 stamp­ um. Jan Jacobsen sigur, at teir hava verið tríggir mans á bátinum í seinastuni, men í løtuni eru teir bert tveir. ­ Nú hava vit millum 45 og 48 stampar við hvønn túrin, sigur eigarin av út ­ róðrarbátinum Gunnvá, ið man vera besti føroyski út ­ róðrarbáturin av hesi stødd­ ini yvirhøvur. Útróðrarbátur skarar framúr í veiðivirði Boston Seafood Show: Føroyskir útbjóðarar lata væl at Bara ein umsókn til prestastarvið í Hvalba Bara ein umsókn er til prestastarvið í suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti í Hvalba ­ og umsøkjarin er ein dani, skrivar Kringvarp.fo, sum aftur siterar málgagnið hjá Heimamissiónini, Trúboðin. Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur við Trúboðan, at tað nú er upp til kirkjuráðini í prestagjaldinum at gera av, um viðkomandi umsøkjari verður settur, ella um starvið skal lýsast av nýggjum. Síðani 1. februar hevur eingin prestur verið í føstum starvi í Hvalba, tí Ólavur Rasmussen eftir avtalu við biskup og Mentamálaráðið, fór úr starvinum. Yvirskot at flúgva Air Greenland A/S hevði eitt yvirskot uppá 36,8 mill. kr. eftir skatt, móti einum yvirskotið uppá 56,7 mill. í 2008. Hóast umsetningurin hjá felagnum minkaði við 39,1 mill, er nevndin nøgd við úrslitið. Felagið hevur tillagað seg teimum broyttu umstøðunum, og tí er yvirskot aftur í ár. Oljuútreiðslurnar eru eisini nógv minkaður, samanborðið við ár 2008 eru oljuútreiðslurnar 31,4 mill. minni í 2009, skrivar joanisnielsen.fo. Durita í Grótinum, umboðandi uttanríkisráðið, saman við fólki á føroyska básinum