mikudagur 17. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 53 - 17. mars 2010
upp við hesa eftirmeting.
Unn Poulsen sigur, at tær
ábendingar, sum hon hevur
fingið um, hvussu føroysku
fyritøkurnar meta virðið av
luttøkuni á stevnuni, er
ógvu liga positivt.
– Vit í uttanríkisráðnum
eru eisini sera spent upp á
ta eftirmeting, sum liggur
fyri framman, leggur hon
aftrat.
Stór stevna
Tað er amerikanski sjó
matarídnaðurin, sum skipar
fyri Boston Seafood Show.
Hetta er ein stór stevna, har
týðandi veitarar og keyparar
av sjómati luttaka.
Hvørt ár luttaka eini
16.000 handilsfólk úr fleiri
enn 90 londum, og útbjóð
ararnir eru fleiri enn 80 í
tali.
Í uttanríkisráðnum halda
tey, at amerikanski markn
aðurin er sera áhugaverdur
hjá føroyskum fyritøkum.
Sagt verður haðani, at í
2009 fekk føroyska ali vinn
an í miðal 2 krónur meira
fyri kilo av stóra ali laks
inum, sum tær útfluttu til
USA, enn tær fingu fyri
sama fisk í Evropa. Har
aftrat kemur, at amerikanski
marknaður er størri enn
allur tann evropiski markn
aðurin tilsamans.
Tí metir uttanríkisráðið
eisini, at stórir møguleikar
liggja í hesum marknaði.
Tað hevur soleiðis rætti
liga sett ferð á føroyskan
laksaútflutning til USA, at
chilenska alivinnan seinastu
árini hevur verið rakt av
kreppu, og at laksaút flutn
ingurin haðani er minkaður
við umleið tveimum trið
ingum.
Eitt, sum er serliga áhuga
vert fyri føroyskan laksaút
flutning til USA er, at
amerikumenn hava heft seg
við, at føroyskur laksur er
sera vælsmakkandi, eins og
hann eisini er heilsugóður
við stórum innihaldi av
omega3feittsýrum.
Aftanfyri dygdina á før
oyskum laksi, liggur fóð ur
ið, sum Havsbrún í Fugla
firði framleiðir. Fóðurið
verð ur burturav virkað úr
fiski sum rávøru, og tað er
hetta sum ger, at smakkurin
í laksinum er so góður, eins
og innihaldið av omega3
feittsýrum er so stórt.
Tað
eru
ikki
minst
amerikanskar
sushimat
stov ur, sum hava stóran
áhuga í føroyskum laksi.
Várróðurin hevur
ikki verið nakað at
reypað av. Líkindini
hava verið skiftandi.
Tá roynandi hevur
verið, hava bátar
gjørt hampiliga
góðar dagar, meðan
aðrir hava fingið
minni. Tað siga tey á
Landingarmiðstøð
Føroya í Klaksvík
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Várróðurin hevur ikki verið
so góður hjá klaks víks
bátum.
Úr Klaksvík verður sagt,
at líkindini hjá bátunum at
royna hava verið hampilig
seinastu
dagarnar,
men
fiski skapurin hevur ikki
verið hin heilt stóri.
Besti báturin í Klaksvík í
mánadagin hevði góð 1900
pund, og tað er ein av bestu
døgum við snellu higartil í
vártíðini.
Á Landingarmiðstøð Før
oya siga tey, at bátar hava
ligið heilt niður í nøkur fá
hundrað pund upp á dagin,
men hjá summum bátum og
ávísar dagar hevur veiðan
eydnast betri.
– Várróðurin hevur ikki
verið nakað at reypað av.
Líkindini hava verið skift
andi, men tá so roynandi
hevur verið, hava nakrir
bátar gjørt hampiliga góðar
dagar, meðan aðrir hava
fingið minni.
Úr Klaksvík verður sagt,
at flestu bátar, sum royna
eftir várfiski við snellu á
Norð havinum, liggja um
eitt kar upp á dagin, og eitt
kar tekur eini 600 pund.
Snellubátarnir, sum royna
eftir várfiski á Norðhavinum
og sum Landingarmiðstøð
Føroya í Klaksvík avgreiðir,
eru einir 20 í tali, tá teir eru
flestir.
Snellubátar
fáa ikki tað
heilt stóra
Fuglfirðingurin, Samson í Lambanum, er ein av
útróðrarmonnunum, sum plagar at avreiða í Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen
Aðalfundur í kvøld
Sandur: Sands Arbeiðarafelag heldur aðalfund
sín hóskvøldið 18.mars kl. 19 í Virkinum á
Sandi, skrivar Sandoyarportalurin Umframt
frágreiðing frá nevndarformanninum, Marius
Clementsen (myndin) verður eisini nevndarval
o.a. á skránni. Limir felagsins hava rætt at bera
fram uppskot til fundin og skulu vera nevndini í
hendi 8 dagar áðrenn sjálvan aðalfundin.
Kloakkin í lagi um tveir mánaðir
Sandur: Stýrið fyri Sandoyar Meginskúla hevur nú bílagt lutir til kloakkina við
Megnskúlan. Um einar tveir mánaðir skuldi alt verið komið uppá pláss, skrivar
Sandoyar portalurin. Alt lívrunnið frá Meginskúlanum rennur í Sandsvatn og
hevur gjørt tað síðani 1971. Á Meginskúlanum er eisini tannlæknastova. Men nú
sær út til at tingini koma uppá pláss.
Veiðan hjá trimum
línuskipum, sum
landaðu í Klaksvík
í mánadagin, lá
millum 100.000 og
130.000 pund, sum er
góð línuveiða undir
Føroyum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin
landaðu
trý
línu skip í Klaksvík. Tey
hava øll roynt undir Føroy
um og hava havt hampiliga
góðan fiskiskap.
Kvik hevði 100.000 pund,
Klakkur 112.000 og Ågot,
sum hevði besta túrin av
hesum trimum, hevði góð
130.000 pund.
Mánadagin landaðu eisini
partrolararnir
Safir
og
Smaragd í Klaksvík. Teir
høvdu umleið 90.000 pund
av upsa tilsamans.
Hitt parið, sum eisini
landar til Kósina Nón
ham ar og Fjalshamar
hevur ligið seinastu vikuna,
tí trupulleikar hava verið
við leka í sambandi við
aksilin.
Sum skilst, verða Nón
hamar og Fjalshamar vænt
andi klárir at loysa aftur
fyrsta dagin.
Ågot hevði góðan túr
Mánadagin var nógv
landing í Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen