mikudagur 17. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 17. mars 2010
13
S
kúlin í Hoydølum og
studenta skúlaskipanin hava
seinastu árini fingið nógv høgg.
Tey liva nú upp á lánta tíð, bæði
bygningar og skúlaskipan skulu
takast av í næstu framtíð.
Men heldur ikki í bíðitíðini er
friður. Seinasta álopið er eitt
hysteriskt blámusoppaálop. Ein
journalistur í ÚF segði einaferð
blómusoppur – helst tí at nýggi
íbúðarblokkurin í Blómubrekku
eisini hevði fingið blámusopp.
Eri vísur í, at meir enn
helvtin av bygningunum í Før
oy um høvdu verið tømdir og
forseglaðir, um myndug leik
arnir løgdu á teir við blámu
soppakanningum í somu øði,
sum teir hava gjørt í Hoydølum.
Tað bar til í 25 ár
Havi sjálvur arbeitt í Hoydølum
í nógv ár, havi undirvíst
óteljandi tímar í Gamla Húsi og
enntá havt kontór har í fleiri ár.
Ongantíð havi eg verið plágað
ur av blámisoppi (uttan so, at eg
kroniskt havi verið í blámu
soppakoma), og ongantíð havi
eg hoyrt nakran næming klaga
um ringt inniumhvørvi í
bygninginum. Hetta merkir tó
als ikki, at inniumstøðurnar
hava verið optimalar. Skiftandi
húsanevndir hava øll árini við
stórum nærlagni bart við
myndugleikarnar um at gera
neyðugar ábøtur, fremst av
øllum at betra um inniklimaið
við at fáa ventilatiónsskipanir í
øll undirvísingarhøli. Tá ið
hesin bardagin sum oftast var
til fánýtis, var ongin annar
útvegur enn tann væl royndi,
sum allir lærarar og allir
næmingar hava lært seg í tey 25
árini (ja tú lesur rætt fimmog
tjúgu árini), undirvísing hevur
verið har, nevniliga at lata
vindeygu og hurðar upp so ofta
sum tørvur var á tí fyri at fáa
nýggja luft inn og gamla CO2
luft (við blámusopparoyki) út.
Og lesur tú tær dýru rapport
irnar frá útlendskum kann
ingarstovnum, sært tú, at tær
eisini júst mæla til at lufta út
so ofta, sum tað er neyðugt,
fyri at kenna seg væl.
Nú ber onki til
Men nú – 5 minuttir í
lukkitíð, ber knappliga onki
til. Húsið skal stongjast, og
næmingar og lærarar
evakuerast.
Fyribils loysnin, til depilin í
Marknagili er liðugur, sigst
vera – ikki at umvæla Gamla
Hús, men at byggja fyribils
lonir, sum skulu standa á
fløtuni í Hoydølum???
Gloym hasar barakkirnar!
Umbyggingin av Gamla Húsi
kostar nakrar milliónir. Munnu
fyribilslonirnar fara at verða so
nógv bíligari? Og hvat siga
friðingarmyndugleikarnir til, at
barakkir koma at lýta fløtuni
fleiri ár fram í tíðina?
Tað er heilt vist, at um leiðsl
an í Hoydølum fekk til uppgávu
at hýsa teimum 8 flokkunum
runt um í verandi bygningum í
tað hálva árið ella minni, sum
tað tekur at umvæla Gamla
Hús, so hevði hon fingið fullan
uppbakning frá lærarum og
næmingum, sum eru góð við
skúlan og virðismeta felags
skapin har sera høgt. Men nei,
tað vilja myndugleikarnir ikki –
teir vilja heldur blakað pening í
fyribilsbarakkir og útseta
umvælingina av Gamla Húsið
til nýggju húsfólkini koma –
hvørji tey so verða?
Niður við studenta
skúlanum
Breið semja er millum lands
politikarar, býráðspolitikarar og
embætisfólk í skúlafyrisitingini
um at niðurleggja skúlan í
Hoydølum og at strika studenta
skúlaskipanina.
Hyggjuráðini eru at byggja
ein í føroyskum høpi masto
dont bygning í Marknagili og at
gera eina miðnámsskipan,
sum skal vera einasta tilboðið
til ungdómin í høvuðsstaðar
økinum.
Hvussu breið semja?
Tað verður alt ov drúgt at
greiða frá her, hvussu henda
”semjan” spakuliga hevur
vaksið seg stóra seinastu 15
árini. Men lyklaorð hava verið:
Serføroysk skipan (sum fyri alt
í verðini ikki má líkjast tí
donsku), synergieffektir við at
hava øll saman og bíligari
rakstur í ”stórdrift”.
Hendan breiða semjan hevur
ikki verið millum teir nógvu
lærararnar, sum starvast á
studentaskúlanum. Teirra fyri
varni hevur verið ,, If it ain't
broke, don't fix it”, tí tey kenna
ognarlut í verandi skipan, sum
tey hava verið við til støðugt at
ment, og sum tey vita er
grundarlagið undir einum
góðum og dynamiskum skúla.
Nú konturarnir av nýggju
skipanini daga undan (hvar er
demokratiska viðgerðin?), er
greitt, at óttin hevur ikki verið
ógrundaður, tí nýggja skipanin
verður á nógvum økjum eitt
stórt afturstig í mun til verandi
studentaskúlaskipan.
Monokulturur í Markna
gili ella valmøguleikar
um landið
Í nýggju skipanini verða nógv
fak felags fyrsta árið. Tað
merkir, at allir næmingar fyrsta
árið stóran part av tíðini skulu
hava somu fak við at kalla
somu fakligu krøvum. Talan
verður sostatt í stóran mun um
eitt 11. fólkaskúlaár.
Sagt verður eisini, at nýggja
skipanin krevur minni umsiting
hjá MMR. Samstundis er
ætlanin at stovna nýggja depils
leiðslu, sum skal koma aftrat
verandi skúlaleiðslum. Sannlíkt
er, at nýggja skipanin fer at
krevja væl meiri umsiting enn
verandi.
Fari tí enn einaferð at minna
á dygdirnar í verandi skipanum.
Lat okkum heldur (nógv
heldur) arbeiða víðari við sjálv
støðugum studentaskúlum,
handilsskúlum og tekniskum
skúlum við egnum profilum,
egnum ambitiónum og hvør
sínari spennandi framtíð.
Tað kann vera skilagott at
byggja í Marknagili – nevniliga
ein minni bygning til Tekniska
Skúla, sum saman við verandi
handilsskúla kann blíva karmur
um eitt attraktivt skúlaum
hvørvi har. Hetta kann lætta um
trýstið á studentaskúlan í Hoy
dølum, sum so uppaftur betur
kann menna síni kjarnuøkir.
Hví so bráð?
Tað er láturligt og grátuligt, at
vit knappliga fara at stongja
skúlar og bygningar kring
landið, tí vit nú duga betur enn
fyrr at leita eftir blámusoppa
royki. Hvat verður tað næsta?
Blámusoppur ella ikki
blámusoppur, nú mugu vit taka
okkum saman og handla við
skili!
Tá ið myndugleikarnir hava
góðtikið bygningin til undir
vísing í 25 ár, so skulu teir
eisini góðtaka hann í 5 ár
afturat við neyðugum umvæl
ingum.
Ella hómast ein ótryggleiki?
Ræður tað um at halda øsingina
um Hoydalar á kóki, so ikki
onkur klókur politikari í tøkum
tíma kemur í tankar um bara at
droppa Marknagil?
Vit kríggjast jú um hvørja
krónu á fíggjarlógini. 400
milliónir í ein miðnáms skúla
bygning er ógvuslig upphædd.
Dugi væl at síggja fyri mær, at
politikarar fara at brúka hetta
sum undanførslu fyri ikki at
játta meiri, men heldur minni
pening til undirvísing og
gransking.
Mín meining er, at tað hevði
verið nógv betri at brúkt hesa
upphædd til viðlíkahald,
útbygg ing og ikki minst
hækkaðar rakstrarjáttanir nógv
ár fram í tíðina.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Blámusoppatsunami – farvæl
Føroya Studentaskúli ?
tíðargreinin
Kári Mortensen
Tíðargreinin
Hvar er markið?
Hví bara Hoydalar?
Um fá ár hava vit vónandi tveir undirsjóvartunlar aftrat.
Tá fara øll uttan suðringar at hava stytri enn 40 minuttir at koyra til Havnar.
Um depilin í Marknagili verður gjørdur til 1600 næmingar, kann hann taka allar
Norður Føroyar:
Møguligir
miðnámsnæmingar.
3 árgangir á 667
næmingar
90% av 2000
í miðnámsskúla
10% av 1800
í Suðri
90% av 1800
í Marknagili
2000
1800
180
1620
Vit kunnu tá (um 5-10 ár?) leggja niður ikki bara Hoydalar, men eisini Tekniska
Skúla í Klaksvík, HF í Klaksvík, Studentaskúlan á Kambsdali, Handilsskúlan á
Kambsdali og Fiskivinnuskúlan í Vestmanna.