Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 53 - 17. mars 2010 viðmerkingar Valdømisskipan Stutt fyri løgtingsvalið í januar 2008 varð vallógin broytt til at Føroyar gjørdust eitt valdømi í staðin fyri tey sjey valdømini, sum vóru frammanundan, og sum høvdu verið í um leið hálva aðru øld. Hendan broyt­ ingin líktiskt mest einum statskvetti, tí hon broytti skipanina, sum var grundarlagið undir allari parla­ mentariskari og og demokratiskari umboðan, nevniliga, at umboð frá ymisku pørtum landsins møttust á tingi, til eina kommunala skipan, hvar bert tað eina valdømi (alt landið) fekk sína umboðan. Í øllum londum, sum eg veit um (burtursæð frá Grønlandi), við nøkulunda fólkaræðisligari skipan er fremsta grundarlagið undir parlamentarisku umboð­ anini ymisku økini í landinum. Vit kunnu fara til Íslands, Noregs (har okkara Løgting hevur sín uppruna), Danmarkar, Svøríkis, Bretlands, Fraklands o.s.fr. Alla staðni gongur geografiska umboðanin aftur. Eg minnist til dømis aftur á, tá eg var limur í Norðurlanda Ráðnum, at vit av og á høvdu fund í Stórtingssalinum í Oslo. Vit sótu í sessunum hjá tinglimunum. Navnaskiltir vóru fest á borðini, men tað vóru ikki persónsnøvnini ella flokksnøvnini, men valdømisnøvnini. Tingmenn sessaðust eftir, hvar í landinum teir komu frá. Sostatt umboða tinglimir fyrst og fremst sín part av landinum, líkamikið um landið er stórt ella lítið, fólkaríkt ella fáment. Eisini líkamikið um tað er koyrandi til hvønn avkrók ella ikki. Harnæst umboða tingfólkini sínar politisku flokkar og tær hugsjónir hesir umboða. Í síðstu røð umboða teir seg sjálvan persónliga. Nýggja skipanin í Føroyum við einum valdømi hevur longu nú, eftir tveimum árum, havt við sær, at persónliga umboðanin er komin í fyrstu røð, meðan floksumboðanin er kámað, og økisum­ boðanin er heilt horvin, burtursæð frá, tá tað tænir persónsumboðanina. Nú er møguleiki hjá Løgtinginum at koma aftur á beint við at samtykkja broytingina um at venda aftur til tey sjey valdømini. Hetta eigur at verða gjørt sum ein ásannan av, at mistakið var stórt fyri tveimum árum síðani. Tí kann ein fólkaatkvøða heldur ikki koma uppá tal. Tað var jú heldur eingin fólkaatkvøða, tá mistakið varð gjørt. Onkur heldur at bíðast skal eini tvey valskeið fyri at síggja, hvussu núverandi skipan roynist. Hetta fær meg at hugsa, at um persónur er álvarsliga sjúkur, so skal einki gerast fyri at grøða sjúkuna, men heldur bíða fyri at vita, hvussu hon tekur seg upp. Tað seinasta nýggja er, at kvinnuumboðanin á tingi hevur tikið seg saman at mótmæla parlamentarisku og demokratisku umboðanini. Nú skal verandi skipan varveitast, tí hon verjir eini størri kvinnuligari umboðan. Hvar vita tær tað frá? Higartil havi eg trú, at øll menniskju høvdu líka rætt. Mannaættin er býtt upp í kvennmenn og kallmenn, kvinnur og menn. Øll hava líka rætt at taka lut í politikki og arbeiða fyri sínum politisku hugsjónum uttan mun til kyn, trúgv, húðalit ella onnur frábrigdi. Vit skuldu ikki so gjarna enda við einum kvinnuflokki og einum mansflokki. Tá skal eg viðganga, at eitt valdømi er lættast at handfara. Vónandi kemur tingið aftur á slóðina. P. S. Í tíðarskeiðinum frá august 2005 til seinast í 2007 havi eg skrivað nakrar greinir um valskipanina. Tær finnast í Sosialinum og partvís eisini í øðrum miðlum: Lokalpolitikkur – valdømir Tingmenn fyri valdømi ella fyri landið Nýggj vallóg Føroyar eitt valdømi. Hvat er demokratiskt? Eitt ella fleiri valdømir – eina ferð enn Eitt valdømi – fyri seinastu ferð. Kvinnufelagið í Havn tekur undir við yvirlýs ing­ ini hjá tingkvinnunum og landsstýriskvinnunum, um at tað er skeivt at venda aftur til fleiri valdømi nú. Eins og yvirlýsing teirra sigur, er tað týdningar mik­ ið at ein nýggj valskipan ikki spennir bein fyri javnstøðuni. Tá løgtingið herfyri havnaði uppskotinum um kvotuskipan fyri kyn, er tað skeivt at fara undir at gera geografiskar kvotur, og á tann hátt avmarka veljaran í hvønn hann ella hon ynskir at velja, og á tann hátt avmarka javn­ støðugongdina í politikki. At skifta valskipan nú tykist illa fyrireikað og óstabilt so stutta tíð eftir at eitt valdømi var samtykt. Tá Føroyar gjørdust eitt valdømi vóru summar av grundgevingunum, at allir veljarar vórðu settir javnt, allir flokkar vórðu javnt settir, at veljarar í størru valdømunum ofta vóru undiromboðaðir, og at í smærru valdømunum var ikki altíð høvið at velja ímillum allar politisku flokkarnar, ið stillaðu upp. Onki er broytt hesum viðvíkjandi, og tískil er tað óðamannaverk at broyta verandi valskipan aftur til fleiri valdømi. Eg má geva Jógvan Arge rætt í, at stórur tørvur er á røktarheimsplássum til tey, ið hava akuttan tørv fyri neyðini. Avvarðandi eru í dýrastu neyð fyri at fáa hjálp til teirra seingjar­ liggj andi og lamnu, ið krevja hjálp alt samdøgri. Takk Jógvan, at tú hugsar um tey. Bergtóra meinar, at tey eldru fólkini ikki ynskja røktarheim, og hetta kom fram á fundinum í Tilhald­ inum, har meiriluti var fyri eldraíbúðum. Alt gott um tað, og tað er stórur tørvur á hesum. Men eg fílist á, at Bergtóra alla tíðina hongdi seg í, hvat røktarheims­ pláss kostaði landinum. Eg haldi hon skal fara út í øll tey óhóskandi sambýlini, ið eru totalt óhóskandi fyri fólk í rullistóli. Tað má vera eitt krav, at bygt verð­ ur til endamálið. Har td. Eirargarður og Lágargarður her í Havn eru eitt gott dømi um, at stovnar verða bygdir til endamálið, har atkomumøguleikin er fram úr góður til fólk í rulli stóli. Hvør ynskir at vera røktar krevjandi? Tað er órealistist at trúgva, um tú verður gamal og óhjálpin, at tú kann fungera í einari eldraíbúð, um ikki hædd er tikin fyri, at ongar trappur eru, har breiðar hurðar eru og onn­ ur krøv verða gingin á møti. At heimahjálp kemur ein tíma onkuntíð til eitt røktar krevjandi fólk, er tað tað, tey eldru í Tilhaldinum vilja hava? Tað er gott, um tað verða bygt bæði røktarheim, eldra íbúðir í einum plani við lítlum urtagarði ella íbúðir sum kollektiv, tí fólk eru ymisk og tørvurin er ymiskur, og til tað eru arkitektar óførir at tilevna tað soleiðis, at bygt verður til ymisk endamál og til ymiskan tørv. Gott dømi eru eldraíbúðirnar ”Sol­ hjem” í Gentofte, har lonir vóru bæði til einlig og til pør, og ein lon var til sjúklingar, har lækni og sjúkrasytrar vóru, og ein stór park var rundan um, har tey eldru kundu njóta náttúruna. Har var eisini aktivitetsrúm v.m. Tað er løgið, at flokkar eru farnir at hugsa um at spara, nú tá ið talan er um tey eldru. Tað verður sagt, at í Danmark verða ikki bygt røktarheim longur, men tað hava sanniliga verið bygt í rúgvuvís av røktarheimum í Danmark. Eitt annað er nú, at mong eldri í Danmark liggja deyð í órøkt einsamøll heima., tí tey hava givið upp við at tosa við socialráðgevarar í komm­ ununum, sum ikki kunnu finna paragraffir ella pening…er tað hetta, vit ynskja í Føroyum? Tað er ikki nóg mikið at tosa, nú má okkurt munagott gerast fyri tey eldru !! Spyr tey avvarandi at røktarsjúklingum. Flokkar vildu absolutt avtaka blokkin, so nú manglar peningur m.a. til tey eldru. Hækka blokkin aftur !!! og hann skal verða oyramerktur til: røktar­ heim, sjúkrahús og skúlar, so hesin peningur úr Ríkiskassanum ikki verður brúktur til alt annað, enn hann upprunaliga var ætlaður til, skal ikki verða brúktur til manssamfelagið at svansa burtur. Tey eldru eru ikki ein byrða fyri samfelagið. Tey hava arbeitt fyri seg og goldið skatt til samfelagið í áravís, tí verða sett krøv, soleiðis at politikkararnir stuðla ymiskum bústøðum til tey eldru!!! Eg havi ongantíð kunna fatað, at menn við fullum skili ár um ár gleða seg til at taka so illa ímóti gýting­ arfiskinum. Eg skilji væl, at teir gleða seg til stóran fisk og góðan prís. Og hendan tíðin ger, at ein kann betala hvørjum sítt. Men, hvat sigur vit og skil. Um bóndin drepur ærnar beint áðrenn lemb­ ing. Kann hann so klaga um, at tað var vána lambaár? Hann kann klaga, men ikki av røttum! Vit hava altíð gjørt tað, er svarið, og tað er hettar sum heldur lív í okkum. Men tíðir broytast. Teknikkurin ger, at fiskurin hevur ikki sama kjans, sum tá hóndsnørið, og segl og árar, vóru nýttar. Nú hava vit dr.phil í fiski og øðrum, men ikki eitt orð um ránsveiðu móti gýtingarfiskinum? Halda teir, at tað er í lagi at taka so illa móti gýting­ ar fiskinum. Eg haldi teir meina sum eg, men av vana og ótta, siga teir onki, um júst hettar. Ein eigur altíð, at hugsa víðari og royna at finna eitt svar. Eg síggi fyri mær, at um fá ár er vent í holuni. Eg síggi, at Føroyar eru kroystar inn í ES, og at ES rindar føroyingum fyri at lata vera við at fiska gýtingarfiskin. Eins og teir geva bøndrunum, pening fyri ymiskar veitingar, sum kosta. »De store fisk spiser de små« kenna vit, men tá tað ikki eru smáir fiskar at eta, tí gýtingarfiskurin varð veiddur áðrenn hann/hon kom av við eggini upp á natúrligan hátt. So má tilfeingið minka ár um ár? Hettar er logikkur fyri búrhøsn. Tað áttu Løg­ tingsmenn duga at skilt. So ES er nærri nú enn í gjár, tí vit vilja ikki sjálvir taka avgerðir, bíða til tær vera kroysta niður yvir okkum. Eg ivist ikki í, at fiska mongdin runt oyggjarnar vil blomstra um gýtingin fær frið. So tað er ikki at vera bangin fyri ES. Tað, saman við skilagóðum fiskivinnu politikki skuldi givið bjartari vónir. Jógvan SundStein Nýggj valskipan má ikki spenna bein fyri javnstøðu Kvinnufelagið í Havn Røktarheim, eldraíbúðir og sambýlir arngerð JoenSen Ráns-veiða eftir gýtingarfiski? hbd@kallnet.fo BrynJálvur danBJørg