Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 53 • 17. mars 2010 9. partur Í røðini Hendur ið Sleptu høvdu vit ein eina lýsing av Ebbu og Hans Müller. Tá var sagt, at tað var so nógv, ið kundi sigast um Ebbu, at tað fór eisini at verða ein Miðvika bert um hana. Tað røkkur heldur ikki til, men tað, sum ikki pláss er fyri hesa ferð, kemur seinni. Ebba var donsk, og hon var vird sum fá av øllum sum kendu hana. Men hon virdi eisini tey fólk, sum hon kom at búgva ímillum í Føroy­ um. Hon tók javnan til, hvussu væl hon varð stuðlað í Føroyum og hvussu væl henni dámdi føroyingar. At koma úr donskum býarlívi til Havnar fyri nærum 100 árum síðani hevur ikki bert verið sum at siga tað. Hon nevnir sum eitt dømi, at á heysti kom allur seyðurin inn á køksgólvið at verða slaktaður, og síðan skuldi alt fáast til sættis. Hetta kendi Ebba als ikki til, men her vóru nógvar hjálpandi hendur. Henda stuðul tekur Ebba eisini til, tá ið hon missir mannin, og hon situr eftir við tveimum smá­ um synum, og hon vil fegin at teir skulu vaksa upp í Føroyum. Hon ger av at blíva verandi her, og hon fekk stuðul til tess frá øllum. Ebba gjørdist reiðari og fekk avgreiðsluna av DFDS eftir mann­ in. Í øllum sínum størvum skapti hon sær virðing. Hon gjørdist eisini sera kend bæði í Føroyum og í Danmark. Hon var eitt upplagt “offur” hjá donskum blaðmonnum sum komu higar. Tað eru eisini nógvar greinir skrivaðar um hana í donskum bløðum gjøgnum árini. Í desember 1966 hevði danski blaðmaðurin Johannes Lindskov Hansen í Politiken samrøðu við Ebbu. Hann hevur tað samband við hesa greinarøð, at dóttir hansara Dorte Lindskov Weiss eigur æruna av einum fittliga stórum parti um Evensenættina, sum eisini er ættarfólk hjá hesi Müllerættina, sum vit hava havt í hesi røð. Hansara yvirskrivt var “Færøer­ nes “Dronning””, og hann lýsir Ebbu í byrjanini av greinini soleiðis: “Om morgenen, når Det Forenedes rutebåd lægger ind i Thorshavn, står der altid på kajen en statelig dame, hvis 75 år ikke er til at få øje på. Hun er den første, som går ombord og hilser på kaptajn og officerer, for hun er dampskibsselskabets speditør og har været med i arbejdet i samfulde 50 år.” Greinin lýsir hennara lív, sum vit eisini hava gjørt. Men spurd um, hvussu tað var at standa einsamøll við virkinum, eftir at maðurin var deyður, sigur Ebba: “Det var frygteligt, men alle færinger var så rørende hjælp­ somme. Jeg var uddannet i Privatbanken, så jeg havde god forstand på regnskaber, og jeg tror det var derfor, at DFDS undtagelsesvis accepterede en kvinde som speditør. Jeg havde i rederiet (fiskiskip­ ini) trofaste folk, der var glade for, at jeg kunde fortsætte, og de sluttede op om mig...Jeg elsker færinger, for de er et ualmindelig trofast folkefærd.” Hesin kærleikin og virðingin fyri føroyingum leggur Ebba dent á, hvørja ferð hon fær høvi til tess. Ebba var eisini høvisk, hon mintist føðingardagin hjá Lind­ skov Hansen árið eftir. Hetta bræv hava vit fingið frá dóttrini Dorte. Hevði tryggan barndóm og ungdóm Ebba greiðir frá í síni lívssøgu: “Mit barndomshjem var meget lykkeligt, mine forældre var betydelige mennesker med høje livsidealer. Mine første skoleår faldt i Th. Langs skole i Silkeborg. Det var en skole med udmærkede lærerkræfter og ånden i skolen var sund kristelig. Den gav os børn en tillid til Gud, der for mit vedkommende, hvor den blev suppleret fra mit hjem, fik betydning for hele mit liv, idet kristendommen blev mit faste grundlag.” Ebba fekk í boði at kom inn á N. Zahles skúla, sum var roknaður fyri at vera ein tann fremsti skúlin í Danmark. Nathalie Zahle var systkinabarn abba hennara. Hon bjóðaði Ebbu at koma ókeypis á skúlan, “et tilbud jeg imidlertid ikke tog imod ud fra den over­ bevisning, at hun ville kræve de fineste examiner af en, der bar samme navn, sum hun. Et krav jeg simpelthen ikke turde møde.” Ebba gjørdist tískil næmingur í handlinum hjá pápa sínum. Her fekk hon eisini góðan lærdóm: “Fars opfattelse af godt køb­ mandsskab var lige som hans og mors livsopfattelse, præget at stærke æresbegreber. Der var ingen gaaen paa akkord med, hvad der var retsindigt.” Jólini Í 1957 varð Ebba Müller biðin um at skriva um síni barndóms jól í Silkeborg Avis. Tað gjørdi hon eisini í eini nokk so drúgvari grein. Nógv varð gjørt burtur úr matinum heima. M.a. gjørdu tey medistarapylsur í meturvís. Men tað kravdi eisini nógv, tey høvdu ofta liggjandi gestir um jólini, og teir steðgaðu til eftir nýggjár. Tað hevur verið “føroyskur” blíðskapur. Jólini líktust annars nokk so nógv teimum vit kennna í dag í Føroyum. Men munurin var sjálv­ sagt skerpikjøtið, “som de fleste danske lærer at sætte ligesaa stor pris paa som færinger, naar de har boet her et stykke tid.” Annars sigur Ebba um føroysk­ ar húsmøður, at tær eru “frem­ ragende dygtige til bagning og bager et hav af kager, ikki minst til julen.” Müllerættin: Ebba Müller gjørdist formaður í Reiðarafelagnum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Vit fara í hesum fyribils seinasta partinum av søguni hjá Müller og Evensenættini í Havn at greiða frá Ebbu Müller. Pápabeiggi hennara var forsætisráðharri, og sjálv gjørdist hon umframt nógv annað ein virdur formaður í Reiðarafelagnum ➘ Ebba Müller var ein tignarlig kvinna