mikudagur 17. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. mars 2010 – Nr. 53 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Birgir heldur fram
Birgir Hansen, sum byrjaði kappingarárið hjá
monnunum í H71, men síðstu mánaðirnar hevur vant
kvinnurnar hjá Neistan, fer eisini komandi kappingarár
at vera venjari í Neistanum, sum sunnukvøldið gjørdi
avtalu við Birgir og hinar báðar venjararnar, Sigrun
Mikkelsen og Solveig Birgisdóttir, sum tilsamans
manna venjaratoymi hjá Neistanum í bestu
kvinnudeildini.
Kyndil kemur upp
Besta kvinnuliðið hjá Kyndli steðgaði bara eitt ár í næstbestu deildini, tí
liðið er ósigrað farið ígjøgnum 1. deild og spælir í Sunset-kappingini næsta
ár. Liðið, sum er ein blandingur av royndum og ungum spælarum, gjørdi
vart við seg í steypakappingini, tá Neistin mátti lúta, men í hálvfinaluni
tapti Kyndil samanlagt fyri VÍF, sum kom í finaluna.
Eitt fantastiskt mál eftir
eitt fantastiskt upplegg
gav Inter sigurin á Chelsea,
sum sostatt er liðugt í
Champions League á
hesum sinni
Dysturin var 78 minuttir gamal, tá
Samuel Eto’o brádliga stóð púra
leysur aftan fyri Branislav Ivanovic,
tamdi eina frálíka sending frá Wesley
Sneijder og sveiggjaði síðani høgra
bein, so bólturin streyk sum ein
kanónkúla í málið, dygst fram við
stongini, uttan at triði málverjin hjá
Chelsea, Ross Turnbull, hevði nakran
møguleika.
Einki mál hevði hann skotið fyri
Inter, síðani hann kom aftur frá
kapp ingini um afrikanska meistara-
heitið, men tá mest var brúk fyri tí,
var hann á blettinum og gjørdi tað,
hann mest av øllum før løn fyri. Ikki
sørt, at hetta var eitt gott dømi um,
at stórir spælarar skjóta mál í stórum
dystum.
Endiliga bragdaði
Við sigrinum slapp Inter langt um
leingi víðari frá áttandaparts final-
unum, har ensk lið tvey ár á rað hava
staðið fyri – fyrst Liverpool og síðani
Manchester United. Men triðju ferð
bragdaði altso hjá italska odda lið-
num, sum harvið endaði eina góða
røð hjá London-liðnum, ið ikki hevði
tapt ein Champions League-dyst á
heimavølli í fýra ár.
Ikki minst mundi sigurin kennast
søtur hjá Inter-venjaranum, José
Mourinho, sum jú er serstakliga væl
kendur á Stanford Bridge, har tey í
gjárkvøldið eisini tóku sera væl
ímóti honum, nú hann fyri fyrstu
ferð vitjaði aftur, eftir at hann fekk
sekkin har í 2007.
Ikki minst hevði »the special one«
sín beinleiðis leiklut í sjálvum mál-
inum, ið avgjørdi dystin, tí so hvørt
sum Chelsea tveitti meira fólk fram
á vøllin, valdi hann at umskipa lið
sítt og millum annað flutti Eto’o úr
høgru yvir í vinstru síðu.
Kendu seg snýttar
Hetta var ikki kvøldið hjá Chelsea,
sum millum annað tvær ferðir vildi
hava brotsspark, men týski dómarin,
Wolfgang Stark, læt ikki við seg
koma, hóast Inter í løtuni undan
steðg inum livdi á eggini og tók
stórar kjansir í egnum brotsteigi.
Fyrru ferð var í 35. minutti, tá
Branislav Ivanovic varð drigin niður
av Thiago Motta, og síðani níggju
minuttir seinni, tá Walter Samuel
syfti Didier Drogba niður í besta
rugby-stíli. Ímóti endanum á dyst in-
um fór Drogba aftur um koll í nær-
dysti, men fekk hesa ferð reyða
kortið, tá hann eftirfylgjandi traðkaði
á mótstøðumannin.
CSKA
Moskva
koppaði
Sevilla
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er
russiska CSKA Moskva komið í
fjórðingsfinaluna í Champions
League-kappingini.
Hetta
hendi eftir ein rættiliga óvænt-
að an 2-1 sigur á spanska
Sevilla, so russarnir samanlagt
vunnu 3-2.
Russiska liðið kom á odda
stutt fyri hálvleik, tá Tomas
Necid snýtti ein verjuspælara
og skoraði flatt til 0-1. Men
bert tveir minuttir seinni bleiv
Diego Perotti leysur í hinum
endanum og javnaði til 1-1,
sum var hálvleiksstøðan.
Men tað, sum avgjørdi
dystin, var óhepni leikluturin
hjá Sevilla-málverjanum, Andr-
es Palop, sum tíðliga í seinna
hálvleiki
fullkomuliga
varð
tikin á bóli, tá japanski Keisuke
Honda úr 40 metrum sendi
eitt fríspark ímóti málinum.
Hóast skotið ikki sá út av tí
nógva, boksaði Palop onkurs-
vegna bóltin upp undir net-
takið.
Av tí at hetta var annað úti-
vallarmálið hjá russunum, økt-
ist trýstið á Sevilla, sum tó
ong antíð fekk brotið seg
ígjøg num sterka defensivin
hjá CSKA Moskva, ið legði
nógv fyri síðstu 35 minuttirnar,
men eisini kláraði at halda
leiðsl una allan vegin.
hil
Dreymamál søkti Chelsea
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Samuel Eto’o fegnast um einsamalla málið, ið gav Inter sigurin á Stanford Bridge, meðan vónleysu eyguni hjá Chelsea-
verjuspælaranum, Branislav Ivanovic, siga alt…
Hesi eru víðari
Manchester United (Samanlagt 7-2 á AC Milan)
Lyon (Samanlagt 2-1 á Real Madrid)
Arsenal (Samanlagt 6-2 á FC Porto)
Bayern München (4-4, men fleiri útivallarmál enn Fiorentina)
Inter (Samanlagt 3-1 á Chelsea)
CSKA Moskva (Samanlagt 3-2 á Sevilla)
Áttanpartsfinalur í kvøld:
Bordeaux-Olympiakos
Barcelona-VfB Stuttgart