mikudagur 17. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 17. mars 2010
Føroyameistarakappingin í
billard fyri lið gongur móti
endanum. Havnar Klubbi
hevur lagt seg á odda
undan endaspurtinum í
hesi vikuni
Billard
Tíðindaskriv
Oddaliðið hjá Havnar Klubba vann
seinasta vikuskifti 6-2 á Tvøroyrar
Billardfelag
og
legði
harvið
meistaraliðið
hjá
Klaksvíkar
Billardfelag aftur um seg. Nú bert
eitt umfar er eftir at spæla, er HK
tvey stig framman fyri KBF 1. Á
liðnum hjá HK eru Niels Nielsen og
Jógvan Jørgensen, og hjá KBF 1 eru
Hallur
Joensen
og
Sonhard
Johannessen.
Mimir liggur á einum triðjaplássi,
tó einans tvey stig framman fyri
Klaksvíkar Billardfelag2. Fyri Mim
spæla Steinbjørn í Dali og Jan
Müller, og á liðnum hjá KBF 2 eru
Kristian Sune Høgnesen og Torkild
Jacobsen. Aftast í kappingini er
Tvøroyrar
Billardfelag
við
Max
Rasmussen og Gullok Svalbard.
Seinasta vikuskifti var dystur millum
Mim og TBF, har Mimir vann við 6-2.
Støðan í stigum er henda: nr. 1
Havnar Klubbi 34 stig, nr. 2 KBF 1 32
stig, nr. 3 Mimir 28 stig, nr. 4 KBF 2 26
stig og aftast TBF við 24 stigum.
Tveir dystir eru eftir at spæla.
Mimir skal til Klaksvíkar at spæla
móti KBF 1 og Havnar Klubbi skal til
Klaksvíkar at spæla móti KBF 2.
Besti spælari í kappingini er
Kristian Sune Høgnesen við einum
meðaltali upp á nærum 30 eygu.
Næstur honum er Hallur Joensen
við umleið 22 eygum í meðal, og á
triðja plássi er Steinbjørn í Dali við
góðum 21 eygum í meðal.
Kappast verður eisini í 2. deild.
Har er KBF nr. 1 við 14 stigum. Liðini
hjá
tvøramonnum
og
Havnar
Klubba hava øll seks stig hvør og
hava
spælt
færri
dystir
enn
oddaliðið.
Endar tað við, at neyðugt
verð ur við einum triðja
finalu dysti í aðrari ella
báð um finalunum í Eik-
ligu ni í flogbólti, fer SÍ at
hava heimavøll í ítróttar-
høllini á Giljanesi
Ongastaðni í landinum er so
trongligt til flogbóltsdystir sum í
Sørvági. Skúlahøllin er ikki størri enn
so, at vøllurin fer við tí mesta av
gólv i num, so áskoðararnir næstan
stan da inni á vøllinum.
Samstundis, sum hetta kann vera
darv andi fyri spælið, hevur tað sjálv-
andi eisini sína sjarmu, og tað skerst
ikki burtur, at onga aðrastaðni fæst
sama intima atmosfera kring ein
góð an flogbóltsdyst, tí øll hini liðini
í Eik-liguni hjá bæði kvinnum og
mon n um spæla í ítróttarhallum, har
vítt er til veggja og høgt til lofts – og
tí
eisini
stór
frástøða
millum
áskoðar arnar og sjálvan vøllin.
At so trongligt er í Sørvági, hevur
fingið fleiri at stúrt fyri, hvussu verð-
ur, um neyðugt verður við einum
triðja dysti í FM-finalunum, tí bæði
kvinnurnar og menninir hjá SÍ hava
vunn ið rætt til heimavøll, skal ein
triði dystur til.
Millum annað hevði Flog bólt s-
sam bandið sett sum krav, at 60
áskoðarar skuldu sleppa inn, og av
teim um skuldi í minsta lagi helvt
vera frá útiliðnum, sum eru TB hjá
kvinn um og Mjølnir hjá monnum.
Við bert 30 heimaáskoðarum
hevði tað sjálvandi verið tunnligt
við heimastuðlinum hjá SÍ, so tí hev-
ur felagið sjálvt loyst pláss trupul-
leikan við at umbiðja sær ítróttar-
høllina á Giljanesi, har ríkiligt er av
plássi. Eisini er har møguleiki at
legg ja Teraflex-gólvið á, um høvi
annars verður at brúka tað til
møguligar triðju finaludystir.
Gudrid Nolsøe úr TB skal serva í Sørvági, meðan hon mestsum stendur mitt millum áskoðararnar
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Undan seinasta umfarinum
í liðkappingini í billard er
Havnar Klubbi á odda
Havnar Klubbi á odda í billard
SÍ heimavøll á Giljanesi
Tummas
Óli og Jan
døma
Flogbóltssambandið hevur sett
Tummas Óla Mortensen og Jan
Hentze sum dómarar til teir fýra
FM-finaludystirnar í flogbólti,
sum verða spældir á Eiði
leygardagin og sunnudagin.
Leygardagin verður Tummas
Óli fyrsti dómari í dystinum
millum kvinnurnar hjá SÍ og TB,
og Jan verður fyrsti dómari til
mansdystin millum SÍ og
Mjølnir. Sunnudagin býta teir
um, so tá verður Jan
fyrstidómari í kvinnudystinum
og Tummas Óli í mansdystinum.
Leygardagin er kvinnufinalan
millum SÍ og TB klokkan 14 og
mansfinalan millum SÍ og
Mjølnir klokkan 16, og
sunnudagin er kvinnufinalan
klokkan 15 og mansfinalan
klokkan 17. Atgongumerki til
báðar finaludagarnar fáast fyri
100 krónur.
hil
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen