Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 17. mars 2010 19 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Páll Sørensen úr Trongisvági andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygarkvøldið, 57 ára gamal. Dagurin 17. mars Geirtrúð, deyð 659. Dóttir Pippin eldra og abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið Nivelles í Belgia og gjørdist eisini abbadissa har. Millum annað var hon verndari hjá ferðandi fólki, og við vegirnar nógvastaðni í Europu vórðu bygd sanktugeirtrúðtilhald, har tey ferðandi og tey fátækastu kundu fáa hjálp. Navnið er týskt, samansett av orðunum spjót og styrki. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Góða Kathrina Tað var ræðuligt at fáa deyðsboðini av tær sunnukvøldið 21. februar. Man stendur spyrjandi, hvussu ber tað til, hví og hvat. Tú var so ung, einans 31 ára gomul. Tað er ikki í tí endanum, man væntar at fáa deyðsboð. Men deyðin spyr ikki um aldur, tá hann bankar uppá. Tú vart uppkallað eftir mammu og pápa, sum eisini doyðu ung; men tú vart uppaftur yngri enn tey. Tú hevði verið í Havnini saman við dóttrini og Derhard, og sagt pápa tínum farvæl, tí hann skuldi avstað við Ennibergi sama kvøld. Tit fóru glað avstað aftur vestur, ikki tveir tímar aftaná, fáa foreldrini deyðsboð um teg. Einki kann verða meira óverðuligt og so ræðuligt. Tú var jú ikki sjúk, tað man visti um. Eg minnist, tá tú vart fødd, eg eri jú 19 ár eldri enn tú, eg minnist so væl, tá eg fór út á sjúkrahúsið at vitja mammu tína og teg. Og líka klárt stendur tað fyri mær, tá tú sjálv fekst Henny, og eg aftur tá kom á sjúkrahúsið at vitja, hesaferð teg og tína dóttir. Hvussu stolt og glað tú vart, og hvussu tú strálaði, tá tú segði, at sjúkrasystrarnar søgdu, at tær beinanvegin sóu hvør áttu lítlu, tí hon líktist tær so nógv. Vit eru systkinabørn; men av tí, at tað eru 19 ár ímillum okkum báðar, so hevur tað ikki verið tað stóra sambandið okkara millum. Men tá vit fyri knapt fýra árum síðani vóru í Íslandi til jarðarferð hjá Óskar, tá komu vit báðar saman við tínum systkjum, Herdis og Jákup og mínum brøðrum, Steindor og Niels Paula at búgva saman í íbúðini hjá Valborg. Og sjálvt um vit vóru til eina jarðaferð, so hugnaðu vit okkum og høvdu tað deiligt saman har. Tá kom eg at kenna teg betur. Vit fóru í býðin at keypa okkum stás, og nógv varð grinið, onkur hevði ilt við at fáa buksurnar at sita og onnur ilt við at fáa skjúrtu at passa o.s.v., vit hugnaðu okkum virkuliga. Tú keypti nógv stás til Henny, tú keypti og keypti, tú kundi ikki fáa nokk til hana. Tá eg kom heim aftur úr Íslandi, segði eg við Johannes, at eg á túrinum hevði lært teg betur at kenna, og at tú vart nakað so fitt og stuttlig at vera saman við, tú vart so hittinorðað og kláraði altíð at svara aftur, um onkur hevði hug at arga, tú fekst altíð tað síðsta orðið og so flentu vit. Á veg heim aftur í flúgvaranum kundi vit heldur ikki lata vera við at flenna eftir Herdis, sum sat ímillum okkum báðar, og klípti okkum í lørini, tí hon var so bangin. Hjálpsom vart tú eisini. Vit vóru í Íslandi um várið, og sama ár um heystið skuldi eg hava konfirmatión, og tú bjóðaði tær longu tá til, at tú kundi gera okkurt fyri meg. Eisini bjóðaði tú tær fram at koyra meg og Herdis til Havnar, sjálvt um tú búði har vesturi. Eisini nú tá Johannes og eg høvdu silvurbrúdleyp, bjóðaði tú tykkum fram, har Derhard gjørdi eina lekra tertu til okkum. So Katrina góða, tín partur lá ikki eftir. Saknur er í tær. Væl var tú lýdd, tað sást á tí stóra skara sum fylgdi tær til tín seinasta hvíldarstað. Jesuspápi styrkir tykkum ið eftir sita. Tær Derhard góði, og lítla fitta Henny, og verpápan, sum Kathrina var so góð við. Og tykkum Jacoba og Christian, Herdis, Jákup og Valbjørn. Jesuspápi gevur tykkum øllum styrki at koma víðari uttan Kathrinu, tit eiga øll góð minnir um hana. Við samkenslu Vit í Brobbersgøtu 14 Til minnist um systkinabarnið Kathrinu Í dag 17. mars verður lands­ grannskoðarin Beinta Dam 50 ár. Beinta kemur úr Runa­ vík. Foreldur hennara eru Liss, ættað av Toftum og Rósing Rasmussen, ættaður úr Søldarfirði. Tá ið Beinta var liðug við skúlan fór hon til Havnar, og har kom hon í skriv­ stovulæru á Skipasmiðjuni. Har treivst hon væl. Tað var skjótt, at Beinta fann saman við Hans Christian Dam, sonur Áslu og Johannes Dam í Havn. Sum onnur ung høvdu tey hug at fara av landinum at royna veingirnar, og tað fóru tey í 1984. Beint fór roknskaparvegin, og Hans Christian gjørdist verfrøð­ ingur. Í Odense vórðu børn­ ini Ásla og Rósing fødd. Seinni komu tey at búgva á Brøndby Strand. Tey kom heim aftur, og tá fingu tey dótrina Johanna. Beinta arbeiddi fyrstu árini í Føroya Banka, men fyri 14 árum síðani fór hon at arbeiða á Landsgrannskoð­ anini. Samstundis helt hon áfram við síni útbúgving og fyri trimum árum síðani gjørdist hon cand.merc.aud, sum er ein tann hægsta út­ búgving hjá grannskoðara. Tá landsgrannskoðarin Leivur Harryson legði frá sær fyri nøkrum árum síðani tók Beinta við eftir hann. At vera landsgrannskoðari er eitt arbeiði sum krevur sín “mann”. Tað er ikki altíð stuttligt, at skula finn­ ast at viðurskiftum í polit­ isku skipanini. Men hetta kann vera neyðugt, um vit skulu fáa eitt skipað sam­ felag. Tí er hvør dagur ein avbjóðing, og teimum er Beinta klár til at taka av. Tey eru níggju fólk, sum arbeiða hjá landsgrann­ skoðaranum. Tey láta sera væl at Beintu sum stjóra. Hon er dugnalig, og hon hevur ein stóran fakligan førleika, eisini tí hon hevur nógvar royndir. Beinta leggur eisini dent á at førleikamenna starvs­ fólkið til dømis við skeið­ um. Hurðin er altíð opin inn á hennara skrivstovu. Tað er eisini eitt eyðkenni fyri Beintu, at hon hevur virðing fyri sínum fólki og teirra sjónarmiðum. Er hon ósamd, so er tað altíð við undirbygdari grundgeving. Hetta er tískil eitt alment arbeiðspláss, har trivnaðurin er í lagi. Hans Christian er stjóri fyri fjarhitafelagið í Havn. Systkini hjá Beintu eru Anna á Torkilsheyggi, Bogi, Ingun Dalbú, Rógvi og Gudny Samuelsen. Tey búgva øll inni í Eysturoynni. Húskið hjá Beintu er nógv uppi í fimleiki, og sjálv er hon sera virkin innan Fimleikafelagið. Beinta er burturstødd føðingardagin. Henni verður ynskt tillukku við teimum fimti. ó. Tøkk Eina hjartans tøkk til øll tykkum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður og pápi okkara Hensar Ellingsgaard andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum á Tjarnargarði, sum tóku tykkum so væl av honum og vóru so góð við hann. Takk til Sverra og Oddvør fyri løtuna á Tjarnargarði, til Una Næs prest fyri persónligu nærveruna og troystarríku orðini í kirkjuni, og eisini eina stóra tøkk til Hanus, cellospælaran, og Ólav við kóri fyri sera hátíðarligu løtuna í kirkjuni. Takk til KFUM skótarnar fyri at bera, og takk til kirkjutænarar og gravarar. Takk fyri heilsanir, uppringingar, peningagávur til KFUM skótarnar, blómur og kransar, og eina stóra tøkk til tykkum, sum bakaðu til ervið. At enda, takk til tykkum mongu, sum vóru í kirkjuni og fylgdu. Grete, Kirstin, Birgitta og Helga Beinta Dam 50 ár