mikudagur 17. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 53 • 17. mars 2010
Johan í Djónastovu
var skipari hjá Müller
Tað er áhugavert heilt til dagin
í dag at hitta fólk, sum minnast
so væl til Ebbu. Ein av teimum
er 84 ára gamla Anna Elisabeth
(Annebetta) Larsen av Eiði,
sum er dóttir Johan Poulsen í
Djónastovu. Hann var í mong ár
skipari hjá Ebbu Müller, og hann
førdi mest sluppina Tre Søskende.
Tað gjørdust sera góð viður
skifti millum húsfólkið hjá Johan
og Ebbu. Annebetta minnist til,
at einaferð, hon var í Havn 13
ára gomul, fór hon saman við
vinkonum inn at vitja Ebbu. Sjálvt
um Ebba hevði nógv um at vera,
so var hon so sera blíð við hesar
eiðisgenturnar. Hon gav teimum,
táið tær fóru, 50 oyru í part, so
tær kundu fara í biograf.
Tey fingu eisini fast til jóla
jólakort frá Ebbu, og tey byrjaði
altíð ”Kære Kaptajn”. Kúgv fingu
tey eisini frá Poul Müller, svági
Ebbu, og kúgvan var bert kallað
Müller.
Undir krígnum sluppu danir
í Føroyum ikki at vitja ættina í
Danmark. Men Ebba plagdi tá
saman við konu Hilbert, amtmann
in, at koma til Eiðis at ferðast.
Eina ferð komu komu tær norður
við einum armeraðum trolara.
Tær leigaðu hús á Eiði og
høvdu eisini arbeiðskonu. Tær
vitjaðu eisini inn í Djónastovu.
Synir Ebbu, Ebbe og Eiden,
plagdu eisini javnan at koma norð
ur at ferðast, so leingi teir livdu.
Annebetta hevur tískil sera góð
minni um Müllerfólkini fyri teirra
trúfesti.
Góð at arbeiða hjá
Anna Bertha Mohr í Havn
arbeiddi hjá ”frú Müller”, sum
hon altíð varð kallað, árini
194951, tá ið hon eisini gekk í
(kvøld)handilsskúla í Havn.
Tað vóru tvær arbeiðsgentur
í húsinum, onnur var í køkinum
og hin var í stovuni. Hetta kann
kanska ljóða ríkiligt. Men tað
var kortini nóg mikið at gera, tí
hentleikarnir vóru ikki sum í dag
og nógv var um at fara.
Sentralvarmi var einki sum
æt tá. Í hvørjum ovni skuldi
kykast við koli, sum var fittliga
arbeiðskrevjandi.
Hetta var eisini eitt sera livandi
hús, har nógv virksemi var. Í
sama húsi var eisini avgreiðsla
hjá DFDS, so her komu nógv
viðskiftafólk bæði í samband við
ferðaseðlakeyp og farm.
Á skrivstovuni arbeiddu trý fólk
umframt Ebbu. Tey vóru sonurin
Ebbe, C.F. Hansen og Petur
Egholm. Hvønn dag komu tey inn
í íbúðina at drekka kaffi. Táið
ferðamannaskipið Drotningin kom
á Havnina, vóru allir yvirmenninir
heima hjá frú Müller og fingu
morgunmat.
Tað var ikki altíð ein sjálvfylgja
í ”fínum” húsum, at herskapið át
saman við tænastufólkunum, men
her ótu tey øll saman.
Samanhaldið var gott í hesi
lítlu familju. Ebbe við familju
búði uppi á í húsinum. Eiden og
Mia plagdu saman við soninum,
tey áttu tá, at koma oman til
mammuna leygardagar. Har
gistu tey eisini og vóru so til
døgurða dagin eftir. Annars kom
Eiden hvørt kvøld inn á gólvið hjá
mammuni.
Jólini vóru serliga hugnalig. Tá
vóru tey fast 15 fólk. Umframt
sjálv familjan komu eisini
danir, sum búðu í Føroyum. Ein
av teimum var frk. Cohr, sum
ikki toldi, at tað ikki var tosað
danskt við hana. Men soleiðis
var frú Müller ikki. Fólk vóru eins
vælkomin at tosa føroyskt sum
danskt við hana.
Til jólahaldið plagdi svigarinnan
Margretha (Gugga) at spæla
klaver.
Ebba var trúføst móti sínum
gomlu arbeiðsfólki. Petra Daniel
sen, ættað úr Svinoy, var eisini
ein fastur gestur á jólum. Hanna
á Kletti, ein onnur gomul arbeiðs
kona, lá eina ferð sjúk, og tá
varð Anna Bertha send heim til
hennara við mati.
Onkuntíð var eisini selskap,
og millum aðrar gestur vóru
amtmaðurin. Olevina, dóttir
Andreas á Kletti í grannalagnum,
var fastur kokkur.
Ebba Müller føldi eisini ábyrgd
fyri hesi ungu gentu av Strondum,
sum kom í húsið, og hon helt
eisini sambandið eftir, at Anna
Bertha var farin. Eina ferð, tá ið
hon var niðri og Ebba Müller var
í Danmark og vitjaði systur sína
Gudrun, ringdi Ebba eftir Onnu
Berthu at bjóða henni at eta
saman við teimum.
Asylið
Eitt annað dømi um ta umsorg
an Ebba hevði fyri sínum med
menniskjum var Asylið. Um
henda felagsskap skrivaði Randi
Jacobsen í Kvindebiografisk
Leksikon:
Under depressionen i
1930’erne og også senere gjorde
Ebba Müller en stor indsats
for at hjælpe familier i små
kår. I 1935 oprettede hun det
såkaldte Asyl. En gang om ugen
samledes nogle damer hjemme
hos hende for at strikke sokker,
trøjer m.m., som ved juletid blev
uddelt i diskrete pakker til børn af
trængende familier. Byens læge
udleverede en liste over, hvilke
familier der havde det sværest,
og hvor mange børn de havde.
Asylet fik økonomisk støtte fra
virksomheder og enkeltpersoner
til at købe garn. Senere sendte
Asylet også julepakker til fattige
familier uden for Tórshavn.
De ugentlige sammenkomster
hjemme hos Ebba Müller
tjente samtidig som en litterær
klub. Det skete også, at hun
inviterede mindrebemidlede til
et måltid mad hjemme hos sig
selv. Kvinder i Tórshavn kunne
tjene lidt penge ved at sælge
strikvarer til de skibe, som anløb
havnen; den mulighed havde
kvinderne andre steder på øerne
ikke. Det inspirerede i 1935
Ebba Müller til sammen med
nogle embedsmandsfruer og
højskolefolk at oprette foreningen
Føroysk Heimavirki til støtte for
hjemmeindustrien. Foreningen fik
en butik i Tórshavn, som opkøbte
varer, kontrollerede deres kvalitet
og solgte dem, dels på Færøerne,
dels i Danmark gennem
Selskabet til Haandarbejdets
Fremme. Bortset fra et par
år under Anden Verdenskrig
var Ebba Müller formand for
foreningen til sin død i 1967.
Tað var ein smeitur hjá Ebbu, tá ið Nólsoy gekk burtur í 1934 við 18 monnum
Ebba Müller er, hóast donsk, ein
partur av føroysku søguni
Hetta skelti stavar frá skrivstovuni hjá Müller. Her nøvnini á skipunum
Næstu ferð
Tann 26. marts fyri 80 árum
síðan fór Ernestina á land
á Suðurlandinum í Íslandi.
Bjargingin av manningini er
sera kend. Í komandi pørtum
fara vit at savna saman
tað tilfar vit hava um hesa
vanlukkununa og um lagnur í
hesi søgu