Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2010síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2010 tíðindi Sum kunnugt hava partar av skúlastýrinum í Kommu­ nu skúlanum kært býráðið við víkjandi samtyktini um at savna 10. flokk í Eystur­ skúla num. Fyri jól varð kært til Inn­ lendismálaráðið vísandi til, at talan var um kommunalt eftirlitsmál. Vegna ógegni í Innlendismálaráðnum fekk Al mannamálaráðið málið at viðgera, og vísti Al man­ na málaráðið kæruni aftur í tveimum umførum vísandi til, at talan er ikki um kommunalt eftirlitsmál, men um undirvísingarmál, har Mentamálaráðið sbrt. fólka skúlalógini er kæru­ myndug leiki. Partar av skúlastýrinum hava síðani kært málið víð­ ari til Mentamálaráðið. Tað málið fekk Fiskimálaráðið at viðgera vegna ógegni í Mentamálaráðnum. Í báðum førum hevur kærarin biðið um steðgandi virknað, meðan sjálv kæran verður viðgjørd. Fríggj a­ dag in tók Fiskimálaráðið av gerð um at steðgandi virk nað. Kommunan steðg­ aði samsvarandi sínum fyri reikingum. Kæran í stuttum Í stuttum er kært um, at eitt kommunustýrið hevur sbrt. § 47, stk. 6 og § 52, stk. 4 í fólkaskúlalógini ikki heimild til einsamalt at seta í verk broyting í skúla bygn­ aði num í einum skúla, tí at tað sbrt. hesi áseting er skúla stýrið í viðkomandi skúla, ið skal koma við slík um uppskoti. Eftir hes­ um er myndugleikin hjá kom mun u stýri num av ­ mark að ur til at góðkenna up p skot ið hjá tí einstaka skúla stýrinum. Kærarin vísir í hesum sambandi á, at skúlastýrið í K o m m u n u s k ú l a n u m ongan tíð hevur gjørt nakað upp skot um at flyta alla undir vísing av 10. flokki í Eystur skúlan. Harumframt verð ur víst á, at samtyktin, sum býráðið legði fyri Menta málaráðið, og sum byg di á felags tilmæli frá øll um skúlastýrinum um 10. flokk, er ikki tað, sum Mentamálaráðið eftir fylgj­ andi góðkendi. Sbrt. kæruni hevur eitt kommunustýrið bert heimild at góðkenna upp­ skot, sum eru komin frá skúla stýrinum. Komm unu­ stýr ið hevur eftir hesum hvørki sjálvstøðugan ini ti a­ tiv rætt ella avgerðarrætt við víkjandi skúla bygn að­ inum – bert góð kenn ingar­ rætt. Í lógarviðmerkingunum til omanfyri nevndu § 52, stk. 4 verður beinleiðis víst til kommunur, har fleiri skúla stýri eru. Sitat: Sbrt. § 47, 6. stk. er tað kommunustýrið, ið skal góð kenna uppskotið um skúla bygnað kommununnar og broytingar í honum. Tað er tí ikki óhugsandi, at kom mun u stýrið ásetir nakr­ ar meginreglur viðvíkjandi skúlabygnaði komm u n un­ nar og tá serstakliga í føri, har fleiri skúlastýri eru í kommununi, og at uppskot skúla stýrisins so mega laga seg til hesar meginreglur. Tað er hesa heimild, ið bý ráðið hevur brúkt. Hetta mer k ir, at kommunustýrið kann gera broytingar í upp­ skotinum frá einum skúla­ stýri. Hetta merkir eisini, at kommunustýrið sjálvt kann taka inititiv til broytingar, sum fevna um skúla bygn­ aði num í allari kommununi. -leo Hanus Joensen, skúla stjóri í Tórshavnar kommunu­ skúla, sigur seg onga við­ merk ing hava til málið, men undrast stórliga yvir, at miðlarnir hava fingið fatur á einum uppskoti til fúta bann, áðrenn hann hev­ ur hoyrt nakað. – Eg má síggja sjálvt skjal ið, áðrenn eg geri nakra viðmerking, men eg hal di tað vera løgið, at vit ikki hava fingið hatta skjal­ ið, sigur Hanus Joensen. Nýggjur vinkul Skúlastjórin í kommunu­ skúlanum sigur somuleiðis, at hetta ljóðar sum, at málið fær eina heilt nýggja vend. – Hetta ljóðar sum ein heilt nýggjur vinkul í máli­ num. Men tað eru væl heilt greiðar reglur fyri fúta­ forboð. – Eg kenni onki til jura, men eg havi ongantíð hoyrt um fútaforboð í einum slík­ um máli, sigur Hanus Joen­ sen. Spurdur, hvør næsti leikur hjá kommunu skúla­ num verður, sigur skúla­ stjórin seg ikki hava nakra við merking. – Eg má fyrst síggja sjálvt skjalið, áðrenn nakað annað verður, staðfestir Hanus Joensen. -eij Kærugongdin í stuttum Kommunuskúlin undrast á framferð Jóan Petur Hentze, trivn­ aðar stjóri. Øll 11 skúlastýrini tóku upp runa liga undir við æt lan ini í 2008, tá ið bý ráð­ ið samtykti ætlanina. Síðani hava leiðslan og part ar av skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan arbeitt ímóti og hava millum annað sent eina kæru inn móti bý ­ ráðs samtykt, har sagt verð­ ur, at bygnaðarbroytingarnar eru ásettar í heimildarloysi, sigur Jóan Petur Hentze. Men kæran er farin ígjøg­ n um eitt óvanligt sirkus, og er send frá Pontius til Pilat­ us, og er soleiðis endað í Fiskimálaráðnum av øllum instansum. Frá Pontius til Pilatus Upprunaliga varð kæran send til Innlendismálaráðið, ið hevur eftirlit við kommun u num, men av tí at Anni ka Olsen er so nær skyld einum av limunum í skúla ráðnum fyri Kommu­ nu skúlan, varð kær an send víðari til Løg mann at taka støðu til vegna ógegni. Løgmaður gjørdi síðani av, at senda kæruna víðari til Almannaráðið. Almanna­ mála ráðið vísti kæruni aft­ ur, tí mett var ikki, at talan var um kommunalt eftir lits­ mál. Kært varð síðan til Menta mála ráðið, ið er kæru myndugleiki sambært fólka skúla lógini. Eisini Menta mála ráðið beindi mál ið víðari til løgmann eisi ni veg na ógegni, og at Menta mála ráðið var partur av málinum, tí ráðið hevði góðkent nýggja skúlabygnaðin í Tórshavnar kommunu. Eisini hevði ráðið sýtt einari umsókn um 10. flokk frá Kommunu­ skúla num – sum væl at merk ja var send uttan um og uttan vitan av Tórshavnar býráð, ið av røttum skuldi góðkent um sóknini. Nú er kæran so enn eina­ ferð umvegis løgmann end­ að í Fiskimálaráðnum. Part ur av kæruni hjá skúla­ stýrinum snýr seg um steðg andi virkni, meðan kær an verður viðgjørd, og í tí punktinum hevur Fiski­ málaráðið so givið kærandi skúlastýrinum viðhald. Hetta gevur tó ikki Kommunuskúlanum rætt til av sínum eintingum at skipa 10. flokstilboð, og tí hev ur býráðið nú umvegis sak før ara sín heitt á fútan um at seta fram fútaforboð móti Kommunuskúlanum. Ógegni Nærum allan vegin gjøgn­ um mylluna hevur verið tal­ an um ógegni. Hetta gjørdi seg galdandi í Inn lendi­ smálaráðnum, og var eisini ein partur av málinum í Fiski málaráðnum, har ein leið andi embætismaður er pápa beiggi til ein av lærar­ unum og 10. floks for sprák­ ar unum í Kommunu skúla­ num. Støða er kortini tikin til, at lógin um gegnið ikki er galdandi í tí førinum. Tað stutta av tí langa er kort ini, at málið í løtuni ligg­ ur hjá Fiskimálaráðnum, og tá niðurstøðan í fyrsta um fari er, at virknið av bygn aðar­ broyt ingini skal steðg ast, með an kæran verð u r við­ gjørd, hevur hetta ført við sær, at býráðið vil hava sett fútaforboð móti Komm un u­ skúlanum og æt lan um skúlans óheimilað at inn­ skriva næmingar til 10. flokk skúlaárið 2010/2011. ­ Tað er sjálvandi ógvu­ liga harmiligt, at neyðugt er at taka eitt slíkt stig, men skúlaleiðslan er farin langt út um sínar heimildir, , sig­ ur Jóan Petur Hentze. Eisini borgarstjórin, Heðin Mortensen, harmast um, at málið skal verða kom ið hartil, at neyðugt er við einum fútaforboði. ­ Upprunaliga ætlanin var at seta nýggja skúla bygn aðin í verk skúlaárið 2009/2010, men avgjørt var at útseta hetta til komandi skúla ár. Hetta var gjørt, so at Kommunuskúlin skuldi fáa tíð og umstøður at til laga seg til nýggja skúla bygn aðin. Tað, sum vit síðani hava sæð er, at leiðsl an í skúlanum púra í sjálv drátti hevur arbeitt við æt lanum um at halda fram við 10. floks virkseminum, og tí var neyðugt at taka hetta óhoyrda og sera drast iska stigið, sigur Heðin Mort en sen. Heðin Mortensen leggur aftrat, at 10. flokkur næsta skúla ár undir øllum um støð­ um verður í Eystur skúlanum, og hann harmast um, at næmingar og for eld ur nú eru ørkymlað um støðu na. ­ Vit fara tó at tryggja, at allir næmingar, ið ætla sær í 10. flokk, verða tiknir inn, hóast at umsóknarfreistin er farin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Bátur ásigldur á Norðhavinum Ein 82 ára gamal maður umborð á bátinum, Góðifossur, varð ásigldur á Norðhavinum. Tað var í fyrradagin báturin varð ásigldur. Báturin fekk eitt vet av skaða, men sum skilst var ongin mannsskaði. Tá skaðin var hendur varð báturin fylgdur av Brimli inn á Strendur, har báturin nú er tikin upp. Eigarin av ásilgda bátinum váttar hendingina, men vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hanus Joensen, skúlastjóri í kommunuskúlanum, dugir ikki at siga, hvør næsti leikur skúlans verð Kreppan skerjir útlátið ES fær neyvan nakrar trupulleikar við at røkka málinum um at skerja sítt CO2­útlát 20 prosent hetta til 2020. Danska blaðið Information skrivar, at ES­londini sleppa kanska frá at fremja fleiri tiltøk á veðurlagsøkinum, tí búsksparkreppan, atgongdin til CO2­kvotur frá øðrum londum og rætturin til at flyta óbrúktar kvotur gera, at samveldið kann røkka tí setta málinum uttan fleiri tiltøk. Men tað kann eisini vera óheppið, tí úrslitið kann blíva, at allar ætlanir um grøna menning gerast óneyðugar og fara fyri bakka, skrivar blaðið.