hósdagur 18. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2010
Tað prutlar av týdn
ingum undir reyð/
svørtu yvirflátuni
á Steinprent, har
blóðugur álvari
spríkir út millum
hóp framleiddar flatur
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Sjálvt
drykkirnir
vóru
svart ir og reyðir, tá fram
sýningin »Svart og Reytt«
læt upp í Steinprent á Græk
arismessu herfyri. Víst stav
aði serliga lithugskotið frá
okkara Tjóðfugli, men við
tveimum teimum grafiskt
sterkastu litunum, er henda
framsýningin av stein prent
um og koparprentum sjón
ligt dømi um ta heilt serligu
megina í grafisku tøknini,
sigur Kinna Poulsen, lista
ummælari, ið hevur valt
lista verkini og skipað fram
sýningina.
Ellivu listafólk eru við á
framsýningini, og í fleiri
før um er tað næstan sum at
síggja tey fyri fyrstu ferð,
nú tey hava skulað av mark
að seg til tveir ávísar litir. Í
aðrar mátar er framsýningin
eisini ein ferð gjøgnum før
oyska list bæði í tíð og
rúmi.
Djúpt og einfalt
Á langa vegginum niðan
eftir hava tríggjar smáar
myndir hjá Haldis Olsen
fingið eitt serligt pláss
ímill um tvey stór verk eftir
Tórbjørn Olsen og Tóroddur
Poulsen. Plássið er ikki
bara valt fyri at geva ungu
listakvinnuni tann heiður,
hon hevur uppiborið sam
bært Kinnu Poulsen, men
eisini tí hennara verk líkjast
fullkomiliga frá teimum
báð um
meir
etableraðu
lista monnunum við síðuna
av.
Við
sínum
religiøsa
mynd evni peikar myndin
hjá Tórbjørn Olsen aftureftir
í onkran mun listarliga,
meðan myndin hjá Tóroddi
Poulsen er eitt høvuðsverk í
føroyskari
samtíðarlist.
Myndirnar hjá Haldis Olsen
peika hinvegin í allar mátar
frameftir við sínum heilt
øðrvísi og nýggja perspek
tivi.
– Tað sermerkta við Hal
dis Olsen er, at hon ofta
tekur eitt organiskt og
»heil skapað«
myndevni,
sum til dømis eina kúgv og
sker myndina á ein hátt,
sum deformerar kúnna og
harvið forskjýtur okkara
fat an av henni fullkomiliga.
Hetta er nakað, vit serliga
síggja millum ungu lista
fólkini og sum er rættiliga
spennandi,
sigur
Kinna
Poul sen.
Millum hini ungu lista
fólkini
á
framsýningini
síggja vit til dømis eitt
reyð litt verk hjá Rannvá
Kunoy. Í gjøgnumskygdu
reyðu flatuni hómast eitt
miðskipað mest sum strál
andi umhvarv av einum
krossi, sum flytur tankarnar
yvir á okkurt religiøst.
Við fyrsta eygnabrá fært
tú kenslu av, at her er okkurt
ómetaliga týdningarmikið
uppá spæl.
– Slitna úttrykkið fær teg
at hugsa um eitt aggamalt
dokument
ella
okkurt
autent iskt og upprunaligt.
Hyggur tú hinvegin nærri
varnast tú, at myndin er sett
saman av vanligum, hvítum
keðiligum A4 kopiørkum.
Tí uppstendur ein heilt
nýggjur spenningur millum
tað, tú júst helt vera so
um ráðandi og so tað púra
flata og onkisigandi, greiðir
Kinna Poulsen frá.
Nakað av tí sama síggja
vit í mátanum, Tóroddur
Poulsen brúkar endleysu
endurgevingarnar av eins
háttaðum sluppum.
– Sluppin hevur ein heilt
serligan ikonstatus í okkara
mentan og søgu. Men enda
leysu næstan bevístleysu
endurtøkurnar bera brá av
hóp framleiðslu í stíl við
popart listina frá »Fabrikk
ini« hjá Andy Warhol. Aftur
her síggja vit andsøgnina
millum eina meiningsfulla
føroyska fortíð og so okkurt
poppkent
automatiserað.
Og tað er tað so allíkavæl
nettupp ikki, tí listamaðurin
hevur samvitskufult sitið
og teknað hvørja einastu av
hesum hundraðtals slupp
unum við hond.
Blóðreytt landslag
Á einum øðrum veggi
hanga tvær myndir, sum
onk ursvegna tykjast kendar.
Myndirnar eigur Tróndur
Patursson, og hansara eyð
kendu svørtu kalligrafitekin
eru ikki at taka feil av.
Hesuferð er ein djúpt reyður
litur tó komin í staðin fyri
tann eyðkenda bláa, tí reytt
kann nakað serligt, sigur
Tróndur
Patursson
og
minnir á at:
– Einasta orsøkin til at
Mikines málaði grindadráp,
var tí so slapp hann at brúka
reytt. Reytt hevur eina ótrú
liga megi, sum signalerar
bæði orku, kærleika, føði
og alt tað heilt grundleggj
andi og upprunaliga, sigur
Tróndur Patursson, sum her
manir fram eitt lívsins
lands lag í blóðreyðum, har
hann roynir at náa inn til
sálina í náttúruni, sum í
grundini eisini er okkara
sál, sum hann tekur til.
Millum blóð og popp
Lívsins landslag – hesuferð í blóðreyðum hjá Tróndi Paturssyni
Autentiska dokumentið hjá
Rannvá Kunoy er gjørt úr
hópframleiddum kopipappíri
Kinna Poulsen hevur givið
ungu listakvinnuni Haldis
Olsen heiðurspláss millum
Torbjørn Olsen til vinstru og
Tórodd Poulsen til høgru
Andstøðkvinnur tiknar
Løgreglan í Kuba handtók í gjár nakrar kvinnur, sum
gingu mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Havana.
Kvinnurnar eru limir í einum felagsskapi, sum avvarandi
hjá politiskum fangum hava skipað. Eygnavitni greiddu
frá, at kvinnurnar vórðu tiknar, stutt eftir at tær høvdu
verið til eina guðstænastu til minnis um andstøðumannin
Orlando Zapata, sum svøltaði seg í hel í einum fongsli í
síðsta mánað. Kvinnurnar ætla at skipa fyri mótmælum
seinni í vikuni til minnis um, at sjey ár eru liðin, síðani
75 andstøðingar vórðu dømdir drúgva fongsulsrevsing.
Ágangandi tiltøk
USA vil hava nøkur verulig og ágangandi tiltøk ímóti
Iran fyri at forða landinum at fáa sær kjarnorkuvápn og
fyri at forða einari kjarnorkuvápnadubbing í Miðeystri.
Tað segði Barack Obama, forseti, í gjárkvøldið. Hann
segði, at iranska stjórnin tykist leggja størri dent á at sýta
fólkinum demokratisk rættindi heldur enn at loysa
álvarsmálið um landsins kjarnorkuætlanir. Tí er neyðugt
við tiltøkum, sum muna, segði Obama og legði afturat, at
allir møguleikar standa opnir. Amerikanskir embætis
menn søgdu fyrr í vikuni, at Iran tykist ikki hava skund
við kjarnorkuætlanunum í løtuni.