hósdagur 18. mars 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 18. mars 2010
7
Kapping er í Tórs
havnar kommunu um
næmingarnar í 10.
flokki, nú Tórshavnar
Kommunuskúli eisini
bjóðar næmingum
eitt 10. flokstilboð,
sum tey kalla MiðRás
SKÚLI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað var eftir at Fiski
málaráðið hósdagin steðg
aði ætlanini hjá Tórshavnar
Býráð at savna allar tíggj
undaflokkarnar í Eystur
skúlanum, at til bar hjá
Tórshavnar Kommunuskúla
eisini at bjóða næmingum í
10. flokki eitt tilboð.
Nógv kjak hevur verið
um avgerðina hjá Tórs
havnar Býráð at savna allar
10. flokkarnar í Eysturskúl
anum. Serliga hava tað
verið lærarar, foredur og
næmingar úr Kommunu
skúlanum, sum hava gjørt
vart við seg og skúlastýrið
fyri Kommunuskúlan hevur
kært málið, og tað er henda
kæra, sum fyribils hevur
steðgað
ætlanini
hjá
Tórshavnar Kommunu.
Kortini
hevur
Eystur
skúlin boðað frá, at skúlin
bjóðar sama NámX sum
ætlað, og nú boðar Komm
unuskúlin frá, at hann eisini
hevur eitt tilboð, sum tey
nevna MiðRás.
Í einum faldara, sum
Kommunuskúlin
hevur
gjørt, verður greitt frá, at tú
skalt velja tvær breytir á
MiðRás. Breytirnar liggja
týs– og hósdag. Mána– og
mikudagar eru valfak.
Breytapakki 1 er miðla
breyt, ítrótta– og heilsu
breyt, handverkabreyt, tón
leikabreyt,
náttúruvísind
abreyt ella handarbeiðs /
design og mótabreyt.
Breytapakki 2 er KT
breyt, myndlistabreyt, hús
arhaldsbreyt, lestrarbreyt,
sjóvinnubreyt ella land
búnaðarbreyt.
Uttan mun til hvørja
breyt, tú velur, eru evni og
vitjanir knýtt at. Teirra
millum eru íverksetan og
onnur skeiðstilboð.
Valfakini eru føroyskt,
enskt/Cambridge,
danskt,
týskt, spanskt, støddfrøði,
alisfrøði, evnafrøði, søga/
samtíð,
heimspeki/sálar
frøði, kristni/ lívsvirði og
lívfrøði/umhvørvi.
Fríggjadagar eru tiltøk
ella framførslur á skránni.
10. flokkur í Kommunu
skúlanum fer tríggjar lestr
arferðir. Í heysthálvuni fara
øll lesandi á MiðRás sam
ansjóðingarferð. Í várhálv
uni verður farið enn eina
ferð í Føroyum. Í várhálvuni
verður eisini farið á lestr
arferð út í heim. Leiðin ligg
ur til Prag umvegis Berlin.
Á MiðRás í Kommunu
skúlanum eru tvær serskip
anir. Onnur er til tónleikarar
í
MusikkskúlaMiðnámi
og hin er parttíðarstarv í
vinnuni, sum eru tvinnað
við MiðRásina.
MiðRás húsast í sunnara
vongi í gula skúla. Her eru
undirvísingarhøli,
felags
høli, vesi, køkur, bókasavn
og gongsteldur. Næmingar
nir á MiðRás hava fría
atgongd til tráðleysa netið
hjá skúlanum í skúlatíðini.
MiðRás er rásin til tín,
ið vil verða partur av tí
besta skúlaárinum. Árið,
har tú finnur teg sjálva/n og
nýggjar vinir, búnast og
mennist, sigur Kommunu
skúlin í faldaranum.
Bjóða 10. flokki á MiðRás