Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2010 Heðin Mortensen, borg ar stjóri í Tórshavnar kommunu, hevur lovað, at øll verða nøgd við garðin á ringast umtókta dag­ stovninum í Havn í heyst. Men tað er ikki bara við Landavegin, at børn ini hava ússa­ lig ar umstøður. Á dag stovn i num í Hoyvík eru tríggjar reiggjur til 88 børn og millum ann að tað skapar stóra ónøgd Dagstovnur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Ringast umtókti dag stovn­ ur in í Tórshavnar kommu­ nu, sambært nøgd semis­ kann ing, sum Sosialurin av dúk aði 12. februar, var dag stovn urin við Landa­ veg in. Kirstin Djurhuus, leiðari á stovninum við Landa­ vegin, segði tá við Sosialin, at garðurin hjá dag stovni­ num helst var ein av høvuðs orsøkunum til, at stovn ur in fekk so keðiligt úrs lit. Heðin Mortensen, borg­ ar stjóri í Havn, lovaði ein lítlan mánað aftaná í tíð ind­ unum á Rás2, at í heyst verð ur ongin ónøgdur við garð in við Landavegin. Ónøgd foreldur Men tað er ikki bara á dag­ stovninum við landavegin, at standurin er langt frá góð ur. Sosialurin hevur ver ið í samband við mamm­ ur at børnum á Dag stovni­ num í Hoyvík, og tær kenna seg veruliga snýttar. Rúna Dalsgarð hevur eina fimm ára gamla dóttir á stovninum, og hon hevur nógv at fýlast á kringu m­ støð ur nar á stovninum. – Eg má beinanvegin siga, at tey, sum arbeiða har gera eitt megnar arbeiði, men garðurin er út av lagi vána ligur. Har er sandur, nakr ir mánabilar og tríggjar reiggj ur til 88 børn. Har var eina ferð ein skreiðibreyt, men so var hon ikki nóg trygg longur, so hon varð tik in burtur. Men onki er kom ið í staðin. Eg havi havt børn á stovninum í sjey ár, har er onki nýtt kom ið og onki málað alla ta tíð ina, greiðir Rúna Dals­ garð frá. Hon leggur afturat, at tvær av hurðunum eru so trek ar, at regnar tað eitt sind ur, so fáa børnini karm, áðr enn nakar kann koma at hjálpa teimum at lata hurð­ ina upp. – Har vóru úthang gjørd við hurðarnar fyri tveimum ár um síðan, men tað er látur ligt, hvussu lítil tey eru, sigur Rúna Dalsgarð. Einn onnur mamma er Heidi Simonsen, sum hevur tvey børn, eina trý ára gam­ la gentu og ein seks ára gamlan son, á stovninum. – Garðurin er als ikki nøkt andi. Har eru so nógvar á bøt ur, sum skulu gerast, og har mangla fasilitetir. Og so eru úthurðarnar øgi­ liga trekar og vánaligar, um framt, at einar trappur, sum vit plaga at brúka eru full ar í holum, sigur Heidi Simon sen. Dagstovnurin í Hoyvík endaði í nøkulunda í miðju­ ni í nøgdsemiskanningini, og sambært Heidi Simo n­ sen er tað bara starvs fólk­ unum fyri at takka. – Eg svaraði uppá hetta við garðinum, men starvs­ fólkini eru ófør, sigur Heidi Simonsen. Heidi Simonsen leggur aftur at, at hon sjálv hevur roynt at seta seg í samband við kommununa, og haðani hevur hon bara fingið at vita, at tey hjá kommununi ikki hava mett garðin uppi í Hoyvík at vera so ringan og at stovnurin liggur høgt á listanum til ábøtur. – Men har hendir bara onki. Gott nokk fer sonurin av stovninum skjótt, men dóttir in skal vera har í fleiri ár, so eg vóni bara, at okk­ urt hendir, og eg hugsi um at ringja aftur til komm un­ una, sigur Heidi Simonsen. Batar í væntu Anna Maria Antoniussen, leið ari á dagstovninum í 88 børn skiftast um Foreldur at børnum á dagstovninum í Hoyvík eru misnøgd við, at so fáar leikur eru til børnini. Í garðinum eru nakrir sandkassar, ein bátur, sum skal takast burtur, tí hann ikki er tryggur, umframt tríggjar reiggjur til tey 88 børnini á stovninum Minni fiskur - størri virði Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár vórðu 17.000 tons seld á teimum íslendsku fiskamarknaðunum. Somu mánaðir í 2009 seldu marknaðirnir 20.000 tons. Men hóast nøgdin minkaði, vaks søluvirðið. Morgunblaðið skrivar, at í januar og februar í ár seldu marknaðirnir fyri 4.759 milliónir krónur ímóti 3.625 milliónum krónum somu mánaðir í 2008. Við øðrum orðum var nøgdin teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár 15 prosent minni enn somu mánaðir í fjør, meðan søluvirðið var 30 prosent størri í ár. Ikki tikin á lívi Hóast USA hevur lovað 25 milliónir dollarar í finningarløn, um onkur vil avdúka upplýsingar, sum kunnu gera, at Osama bin Laden verður tikin, so er eingin fallin fyri freistingini enn. Amerikanski løgmálaráðharrin, Eric H. Holder, ásannar eisini, at leiðarin í al­Qaeda kemur ongantíð fyri ein amerikanskan dómstól. Í einari hoyring í Kongressini í gjár segði Holder, at bin Laden verður skotin, áðrenn hann verður tikin. Tað verða annaðhvørt okkara menn ella hansara egnu, sum skjóta hann, segði ráðharrin.