Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2010 Hans Pauli Strøm er rættiliga fortørnaður um uppskotini um at gera Føroyar aftur til fleiri valdømi. Hann kallar framferðina hjá formansskapinum í Løgtinginum fyri ábyrgdarleysa Valdømini Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta fer at kasta alt Løg­ tingið út í eitt eljustríð alt hetta tingárið. Hans Pauli Strøm, ting­ maður fyri Javnaðarflokkin, er rættiliga fortørnaður um, at fýra uppskot nú eru løgd fyri Løgtingið um at broyta valskipanina. Hann kallar tað bæði hug­ stoytt og harmiligt, at Løg­ tingið nú skal verða bundið av slíkum glæntri leiki. Hann heldur, at hetta er serliga átaluvert, tá ið hugs­ að verður um, at tað eru bara tvey ár valskipanin varð broytt seinast. – Ístaðin at viðgera val­ skipanina, eiga allar kreftir at verða brúktar upp á at fáa javnvág aftur í búskapin, sigur hann. Tingið hevur nógv álvars­ mál at viðgera. Fleiri av teim um eru stórmál og bæði Løgting og tingnevndir fáa fullar hendir av álvars­ málum at viðgera, alt hetta tingárið. Umframt búskaparligu støðuna, nevndi hann ný ­ skipanirnar á kommunu­ økinum, í fiskivinnuni, skúla økinum og á pen sjóns­ økinum. – Men at viðgera hesi stórmál, skal øll tíðin og orkan ístaðin brúkast at fonglast við hesi málini um valskipanina, sum nú verða tveitt á bálið til stóran skaða fyri tey álvarsmál, sum liggja fyri framman. Serliga átalaði hann eis­ ini, at Jógvan á Lakjuni úr samgongini, var farin í part við Hergeir Nielsen úr and­ støðuna um at seta eld í. Og tað var ikki meiri enn ein mánaði síðani, at sami Jógvan á Lakjuni hevði sitið á samgongufundi og verið fremsti talsmaður fyri at sópa øll uppskot frá andstøðuni til viks, tí hesum kundi samgongan ikki finna seg í. Edmund Joensen spurdi um tinglimir vórði blivnir spinnandi óður í høvdinum at pilkast við valskipanina ístaðin fyri at fáast við veru ligu trupulleikarnar, har pengarnir fossa úr lands kassanum. Hann kallaði tey, sum vildi hava fleiri valdømi fyri lokalar kongar og barón ar. Og her skal viðmerkjast, at tingárið endar um ein góðan mánaða, tí í seinasta lagi flaggdagin er ætlanin, at tingið skal fara í summ­ arfrí. Andstøðan samd Bjørt Samuelsen úr Tjóð­ veldi helt, at hesin hurlivasin var eitt úrslit av, at vit høvdu ein skríggjandi tørv á polit­ iskari leiðslu og tað hevur onki við at gera um vit hava 1,7 ella 18 valdømi. Karsten Hansen staðfesti, at vit sigla alvorligan vanda sjógv. – Og so skulu vit brúka orkuna á tingi og í nevndum til er at viðgera valskipanina í skundi. – Tað, sum er átrokandi at viðgerða, er ikki talið á valdømum, tí vit eiga heldur at gera okkum greitt, hvat vit gera við trupulleikarnar í samfelagnum. Tinglimir tveittir út í eitt eljustríð Í gjár viðgjørdi Løgtingið ikki færri enn fýra uppskot um, hvussu nógv valdømi skulu vera í Føroyum. Eitt av hesum uppskot un­ um eiga Hergeir Nielsen og Jógvan á Lakjuni úr for­ mansskapinum í Løgting­ um. Teir vilja hava, at Føroyar skulu skipast í fimm val­ dømi, har Suðuroy og Sand­ oy eru eitt valdømi og har Vágar og Norðstreymoy eru eitt valdømi. Annars viðgjørdi Løg­ tingið eisini eitt uppskot frá Anfinni Kallsberg, Tórbirni Jacobsen, Gerhard Logn­ berg og Jaspur Vang um at leggja Føroyar sundur aftur í tey sjey gomlu valdømini, sum landið var í, áðrenn alt bleiv eitt valdømi. Eitt annað uppskot er frá John Johannessen, Annitu á Fríðriksmørk og Poul Michelsen um at seta eina nevnd at viðgera valskip­ anina og koma við uppskoti um, hvussu hon skal vera. Og fyri at koma alla kum­ passina runt, var eisini eitt fjórða uppskot til viðgerðar. Tað var frá Edmundi Joen­ sen, Magna Laksáfoss og Kára á Rógvi um at skipa fólkatkvøðu um at varðveita Føroyar sum eitt valdømi, ella um landið skal býtast sundur aftur. Tað var týðiligt, at tað ørkymlaði fleiri politikarar, at so nógv uppskot skuldi koma í einum um at broyta valskipanina. Og sum tað sæst í eini aðrari grein, vóru summir tinglimir eisini rættiliga illir um, at Løgtingið skuldi ”plágast” við slíkum málum í álvarstíðum sum hesum, har nógv átrokandi mál eru at taka støðu til, fyri at fáa búskapin aftur á beint. Ein grundgeving fyri at skipa Føroyar, sum fleiri valdømi, er, at tað eitt valdømi førir til miðsavning, tí tað verður vónleyst hjá valevnum kring landið at fáa fótin fyri seg. Ein grundgeving fyri einum valdømi er, at tað er ódemokratiskt ikki at sleppa at atkvøða fyr tí, sum fólk vilja hava á ting. Og ein onnur g rundgeving, sum nógv er gjørt burtur úr, er, at tað styrkir kvinnuliga luttøkuna í politikki. Fýra uppskot um valdømi Sterki javnaðar mað­ urin á Sandoy vil ikki hoyra talan um at leggja Sandoy og Suðuroy saman í eitt valdømi Valdømi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Sandoy og Suðuroy skulu ikki leggjast saman til eitt valdømi. Tað er Gerhard Logn­ berg púra avgjørdur í. Í gjár viðgjørdi Løg­ tingið ikki færri enn fýra uppskot um, hvussu nógv valdømi skulu vera í Før­ oyum. Eitt av hesum uppskot­ unum eiga Hergeir Nielsen og Jógvan á Lakjuni úr formansskapinum í Løg­ tingum og endamálið við tí er at leggja Føroyar í fimm valdømi, har Sandoy og Suðuroy eru saman í einum valdømi. – Ætlanin um at leggja Føroyar í fimm valdømi, har Sandoy og Suðuroy eru saman, er tað ringasta uppskotið av øllum. – Tað er beinleiðis órætt víst at, tí tað tykist sum um, at endamálið við tí er at leggja veikasta øki í landinum undir eitt størri øki, sigur Gerhard Logn­ berg. Honum hóvar heldur ikki uppskotið um at seta eina nevnd at viðgera val­ skipanina, tí tað skal vera Fróðskaparsetrið sum skal velja formannin og tað ræðist hann. – Tað eru nettupp fólk haðani ið hava gjørt upp­ skotið um at skipa Føroyar í fimm valdømi og tí ræð­ ist eg at seta eina nevnd, sum skuldi stýrast av um ­ boðum, sum Fróðskapar­ setrið valdi. Sigur onki Sjálvur er hann ein av teim um, sum hevur lagt uppskot fram um at skipa Føroyar í sjey valdømi. Men hann sigur, at tað er ikki vist, at hann fer at atkvøða fyri sínum egna uppskoti. – Eg havi ongantíð sagt, at eg fari at atkvøða fyri at gera Føroyar aftur til sjey valdømi. – Hvussu eg atkvøði, fáa vit at síggja tá ið tað kemur so langt, at at kvøð­ ast skal, sigur Gerhard Lognberg. Hinvegin sigur hann eisini, at hann sera iving­ arsamur um tað er rætt at alt landið skal vera eitt val dømi. Vil ikki vita av suðuroyingum Hans Pauli Strøm og aðrir við honum, eru rættiliga fortørnaðir um, at tinglimir úr sam gongu og andstøðu hava sett eld í tingarbeiðið ístaðin fyri at viðgera tey álvarsmál, sum eru í samfelagnum Byggja ferjur Norska reiðaríið Fjord Line hevur nú bílagt tvær nýggjar ferjur, sum skulu sigla millum Bergen og Hirtshals. Ferjurnar, sum verða 170 metrar langar, skulu hava pláss fyri 1.500 ferðafólkum og umleið 600 bilum. Tann fyrra skal latast eigarunum í mars í 2012 og tann seinna í oktober sama ár. Skrokkarnir verða bygdir á Stocznia­skipasmiðjuni í Póllandi, og skipini verða gjørd liðug hjá Bergen Group Fosen. Kostnaðurin fyri tey bæði skipini er 206 milliónir evrur, sum svarar til umleið 1,6 milliard norskar krónur, skrivar Aftenposten. Arctic Viking roynir í Eysturgrønlandi Rækjutrolarin Arctic Viking úr Kollafirði roynir í løtuni í Eysturgrønlandi. Teir hava um 40 tons inni. Arctic Viking hevur verið Eysturgrønladi í eina góða viku. Teir royndu í einar 3­4 dagar við flótitroli, men hetta gav onki, upplýsir Niklái Petersen, skipari. Hann sigur eisini, at tað hevur verið fínasta veður, men fyrrakvøldið sjaskaði kortini eitt sindur.