Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2010 Tað eigur at vera kunngjørt alment, hvørjum teir polit­ isku flokkarnir fáa fíggjarligan stuðul frá, heldur Andreas Petersen og landsstýriskvinnan í innlendismálum er ikki ósamd Valdømi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Almenningurin eigur at fáa at vita, hvørjum teir ymsu politisku flokkarnir fáa fíggjarligan stuðul frá. Tað heldur Andreas Pet­ ersen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Tá ið Løgtingið í gjár viðgjørdi uppskotini um at broyta valskipanina, spurdi hann Anniku Olsen, lands­ stýriskvinnu í inn lendis­ málum, um tað ikki var tørvur á at gera reglar fyri, at allur fíggjarligur stuðul til teir politiskur flokkarnar, skal almannakunngerast. Hann vísti, at tað eigur at verða fult gjøgnumskygni í tí fíggjarliga stuðuli, sum flokkarnir fáa, so at al menn­ ingurin veit, hvønn stuðul, flokkarnir fáa og frá hvørjum hesin stuðulin kem ur. Tað fer at geva almenn­ ing inum innlit í, um nøkur serlig áhugamál eru knýtt at teimum ymsu flokkun­ um. Hann sigur, at hetta er galdandi aðrastaðni, serliga er USA undangonguland, men hetta er eisini galdandi í Danmark. Hann sigur, at í Danmark skulu fakfeløg og onnur gera roknskap fyri, hvørjum polit­ iskum flokkum, tey stuðla. – Viðhvørt eru seráhuga­ mál knýtt at einum polit­ iskum flokki og tað eigur veljarin at vita, heldur Andreas Petersen. Tí heldur hann, at verður valskipanin endurskoðað, eigur hesin parturin eisini at verða tikin við í við­ gerðini. Annika Olsen var ikki ósamd í hesum. – Eg haldi, at tað er skila­ gott at hava fíggjarligt gjøg­ numskygni í, hvønn fíggj­ ar ligan stuðul flokkarnir fáa og frá hvørjum hesum stuðul kemur. Hon helt, at samtykkir Løgtingið at seta ein ar ­ beiðs bólk at kanna valskip­ anina, kann hetta verða ein partur av arbeiðssetning­ inum. Men landsstýris­ kvinn an sigur, at hon fekk onki gjørt, tí hon hevði ongar pengar Valdømi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Annika Olsen lá sjóvarfallið av sær og hon setti seg upp ímóti Løgtingsins vilja. Hetta var ákoyringin, sum landsstýriskvinnan í innlendismálum fekk í Løg­ tinginum í gjár, tá ið upp­ skotini um valskipanina vóru til viðgerar. Og ábreiðslurnar komu enntá frá hennara egnu floksfeløgum. Undir viðgerðini sipaðu báðir fólkafloksmenninir úr Norðoyggjum, Anfinn Kalls berg og Jákup Mikkel­ sen, til eina samtykt, sum varð gjørd í Løgtinginum fyri einum ári síðani. Tá samtykti Løgtingið at biðja Anniku Olsen seta ein arbeiðsbólk at eftirmeta valskipanina eftir at Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi. Síðani skuldu málið leggj ast aftur fyri Løgtingið at hava aðalorðaskifti um. Men tað hendi onki í mál inum og tað funnust fólka floksmenninir í Norð­ oyggjum at. Jákup Mikkelsen stað­ festi, at Annika Olsen hevði sett seg upp ímóti tingsins vilja og tað helt hann vera álvarsamt. Enn víðari fór Anfinn Kalls berg, tí hann hevði hug at geva lands stýris­ kvinn uni ein part av skyld­ uni fyri, at fýra uppskot nú vóru til viðgerðar um val­ skipanina. Hann helt, at hon hevði ligið sjóvarfallið av sær, tí hevði hon havt sett ar beiðs­ bólkin, høvdu vit sloppið und an øllum hesum upp­ skotunum. Eisini Karsten Hansen úr Miðflokkinum fýltist á, at onki var gjørt við samtyktina um at endurskoðað val skip­ anina og floksfelagi hans­ ara, Jenis av Rana, tók undir og helt, at eftirmetingin skuldi setast í verk. Ikki ráð og umstøður Men hetta avsannaði Ann­ ika Olsen staðiliga. Tað er onki dulsmál, at hon vil hava eitt valdømi. Hon viðgekk eisini, at hon helt, at tað var ov tíð­ liga at eftirmeta valskip­ anina eftir at hon bert hevði virkað í eitt val. Men hon legði dentin á, at tað var ikki orsøkin til, at arbeiðsbólkurin ikki varð settur. Orsøkin var, at innlendis­ málaráðið hevði hvørki manning ella pening til at seta ein slíkan arbeiðsbólk. Hon greiddi Løgtinginum frá, at hon hevði bæði verið noydd til at siga fólki upp og at fremja aðrar sparingar í innlendismálaráðnum og tí varð arbeiðsbólkurin ikki settur. – Sostatt hevði eg ikki um støður at seta ein væl­ skikkaðan arbeiðsbólk, segði hon. Og hon helt, at skuldi nak að skilagott spyrjast burtur úr, var neyðugt, at talan var um ein væl skikk­ aðan bólk og ikki bara okk­ urt hissini. Annars helt hon, at upp­ skotið um at seta eina nevnd at kanna, var skilagott. Fíggjarligur stuðul til politiskar flokkar skal almannakunngerast Floksfelagir vóru eftir Anniku Olsen Annika Olsen segði, at hon var noydd ar spara og tí bar ikki til at ganga tingsins vilja á møti Flokkar mugu brynja lokalt Teir politisku flokkarnir eiga at taka betri partar fyri seg og gera val evnis­ listar í góðari tíð. Tað helt Annika Olsen, landsstýriskvinna í inn­ lendismálum, tá ið upp­ skotini um valskipan vóru til viðgerðar í Løg­ tinginum í gjár. Nógv av prátinum snúðu seg um, at við ein­ um valdømi, verður tað tórført hjá valevnum kring landið at sleppa upp í part. Men landsstýris kvinn­ an helt, at hetta kunnu flokkarnir og lokalu val­ feløgini gera nakað við. – Lokalu valfeløgini hava eina megnar uppávu og tað er at geva val­ evnislistar í góðari tíð, so at valevnini fáa høvi og stundir at gera vart við seg. Í Danmark gera tey tað og har hava tey eitt heit­ ið, sum er folketings­ kandi dat og tað eru stand andi valevni, sum fáa stundir at gera vart við seg, umframt at fólk vita, hvørji eru upp­ stillað. -áki- Ferðast til Ísrael Tey sum ikki hava verið í Ísrael, fáa nú aftur ein møguleika til tess saman við Ísraelsmissiónini. Ein ferð verður hagar í oktober mánaði, har eisini verður vitjað í Jordan. Ferðaleiðari verður Frants Jensen. Seinna ferðin verður á páskum næsta ár, har ein kann uppliva tey heilagu støðini í landinum, umframt møguleikan at uppliva eini páskir í Ísrael, saman við ferðaleiðarunum Petru og Johan Henriksen. Fleiri upplýsingar fáast um ferðirnar á heimasíðuni hjá Ísraelsmissiónini, ið kallast www.israel.fo Framsýning á Meginskúlanum Sunnudagin 28. mars, tað er pálmasunnudagur, fara kvøldskúlanæmingar á Sandoy at sýna fram lutir, sum teir hava tilevnað í vetur. Kvøldskúlin hevur verið á Sandoyar Meginskúla, og her verður eisini framsýningin.