hósdagur 18. mars 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2010
Makrelur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nógv ár hava norðmenn
fiskað makrel við dorg.
Bæði smærri glastrevjabátar
og aðrir størri útróðrarbátar
eru riggaðir til við rullum,
dorg og køling. Akkurát,
hvussu ein slík dyrgingar
skipan sær út, og hvussu
bátarnir annars eru riggaðir,
skulu vit ikki gera burturúr
á hesum sinni.
Fyri longu fleiri árum
síðan var Kristian Zachari
asen, sum umboðandi Hav
stovuna í Noregi og kunnaði
seg um, hvussu norðmenn
rigga seg til dyrging eftir
makreli. Heimafturkomin
hevði hann við sær vitan,
tekningar og myndir.
Onkusvegna hava nátt
úruviðurskiftini gjørt, at
nógv meiri makrelur er í
føroyskum sjógvi nú enn
áður. Altíð av og á hava
menn fingið makrel á
snellu. Men í fjør summar
løgdu
útróðrarmenn
til
merkis, at rættiliga nógvur
makrelur stóð ymsastaðni
kring oyggjarnar. Í onkrum
føri var so nógvur makrelur,
at menn nóg illa fingu
snelludorgina niður. Hetta
hendi eitt nú hjá bátum úr
Suðuroy.
Menn siga, at makrelurin
serliga var at síggja í
tíðarskeiðnum
mai
til
september.
Stórir møguleikar
Ein av teimum, sum plagar
at vera rættiliga árvakin, tá
nýggir og ótraditionellir
møguleikar eru í eygsjón,
er Jóhan Mortensen, vinnu
lívsmaður.
Jóhan veit at siga, at roynd
ir vórðu gjørdar at veiða
makrel við dorg í fjør summ
ar, og onkrir bátar fiskaðu
nøkur tons tilsamans.
Bæði norðanfyri, vestan
fyri, sunnanfyri og eystan
fyri søgdu menn seg hava
rakt við makrel, tá teir
annars royndu eftir snellu
fiski. Teir sóu eisini fiskin
ganga uppi í sjónum. Eg
veit, at heilt út í september
mánaða
stóð
nógvur
makrelur ymsastaðni úr
landi, sigur hann.
Jóhan Mortensen sigur, at
í fjør vóru menn ikki fyri
reikaðir ella útgjørdir til hesa
veiði og bátarnir ei heldur,
men í ár eru møguleikar at
gera ítøkiligar royndir.
Eg havi skilt, at makrel
urin vanliga er bestur seint
um heystið og út á veturin,
men lítið er at ivast í, at væl
kann fáast burtur fiskinum
í summarhálvuni eisini.
Sosialurin hevur skilt, at
skulu vit fáa dygdina á
makreli so fræga sum
gjørligt,
tá
hann
um
summarið er fullur í æti, er
neyðugt, at fiskurin verður
kruvdur.
Ymisk
hugskot
hava
verið um, hvussu hetta kann
gerast. Eitt er, at kryvjing
kann fara fram umborð á
bátunum,
sum
veiða
makrelin – og annað er, at
kryvjing verður skipað í
landi, sum kann taka undan
hjá fleiri bátum.
Stórur áhugi
Jóhan
Mortensen,
sum
hevur samband við nógv
fólk kring landið, veit at
siga, at fleiri vinnulívsfólk
síggja stórar møguleikar í
hesum tilfeingi, sum í
summarhálvuni
svimur
nærindis okkara klettum.
Eg veit, at tað eru fleiri,
sum hava ítøkiligar ætlanir
um at keypa og virka
makrel.
Hann heldur, at eitt hug
skot
kundi
verið,
at
makrelur varð virkaður á
ávísum plássum í Føroyum,
eitt nú í Suðuroy og
Sandoy.
Eg veit um virkir í eitt
nú Bretlandi, har makrelur
verður skorin við hond,
leggur Jóhan aftrat.
Hann sigur, at í Noregi
veiða smærri fiskifør meiri
enn 20.000 tons við dorg,
og tí er lítið at ivast í, at
hetta kann gerast ein stór
og týðandi nýggj vinna í
Føroyum, um makrelur í
slíkum nøgdum, sum vit
sóu í fjør summar, er komin
í okkara sjógv fyri at vera.
Eins og mangir aðrir
føroyingar, bæði útróðrar
menn og vinnulívsfólk á
landi, eri eg sera spentur
upp á, hvat kann spyrjast
burtur úr makrelinum, sigur
Jóhan Mortensen.
Íløga og kvota
Sum skilst, fer tað helst at
kosta einar 100.000 krónur
at gera ein bát út til dyrging
eftir makreli. Við í hesum
er sjálvur reiðskapurin og
kølingin, sum er neyðugt,
um frægasta úrslitið skal
spyrjast burturúr.
Tað er umráðandi, at
fiskurin,
sum
verður
veiddur, beinanvegin verður
niðurkøldur, sigur Jóhan.
Hann heldur annars, at
okkara myndugleikar sam
Dyrging eftir
makreli kann
gerast nýggj
og stór vinna
Tað er nógv størri áhugi fyri dyrging eftir makreli í føroyskum sjógvi,
enn mangur veit. Nú makrelur vísir seg at vera í okkara sjógvi ein
stóran part av summarhálvuni, eru tað eisini vinnulívsmenn, sum
eru til reiðar at fara undir framleiðsluvirksemi á landi
Tað kostar helst
einar 100.000
krónur at gera
ein bát út til
dyrging eftir
makreli
Superpuljan bara veksur
Sonevnda superpuljan hjá Danske Spil heldur fram við at vaksa. Superpuljan er ein serligur
vinningur, sum Danske Spil hevur hvønn mikudags drátt, og spælið gongur fyri seg soleiðis, at
undan sjálvum dráttinum verður eitt etkatal útdrigið, og verður sama tal drigið í sjálvum
dráttinum, fellur superpuljan til útgjaldingar. Mikudagslotto er annars eitt samstarv millum fleiri
norðurlond og baltisku londini, men superpuljan kann bert vinnast hjá Danske Spil. Puljan byrjar
við einari millión, og hvørja viku, eingin vinnari er til hesa serligu puljuna, veksur hon, at byrja
við við einari millión um vikuna. Nú er hendan superpuljan tó komin upp á 68 milliónir, og vaks
frá dráttinum í gjár til dráttin komandi mikudag við fimm milliónum krónum. Saman við vanliga
vinninginum, sum er sjey milliónir krónur, verður tí møguleiki at vinna 75 milliónir krónur næsta
mikudag – um supertalið verður drigið, og tú ert einasti vinnarin.