Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2010 an við Havstovuni bein­ anvegin eiga at áseta okkum sjálvum eina kvotu á innaru leiðunum, sum er eini 10.000­15.000 tons. ­ Eg haldi, tað er ógvuliga umráðandi, at vit áseta okkum eina so stóra kvotu beinanvegin, at londini, vit annars samstarva við um makrelin, skilja, at vit eiga rætt til okkara góða part av býtinum. Jóhan heldur, at tá norð­ menn kunnu veiða meiri enn 20.000 tons við dorg, skuldi einki verið til hindurs fyri, at Føroyar eisini áseta sær sína makrelkvotu á innaru leiðum. ­ Eg ivist onga løtu í, at hetta kann gerast eitt kolosalt íkast til okkara vinnu, bæði á sjógvi og á landi. Makrelmarknaðurin er ein hin skjótast veksandi marknaðurin í Evropa, og hetta kemst ikki minst av, at makrelur verður mettur at vera góður og sunnur matur. Jóhan Mortensen vísir á, at hóast Føroyar hava lut í pelagiskum fiskikvotum, kemur lítið og einki av hesum tilfeingi upp á land í Føroyum. ­ Tí kann ein nýggj vinna, sum veiða eftir makreli við dorg, gerast rættiliga muna­ góð fyri okkara samfelag. Vit hava virkað fisk í so mong ár. Vit hava virkini, amboðini, og í dag eiga vit frystigoymslur, sum rúma velduga stórum nøgdum, sigur hann. - Eins og mangir aðrir føroyingar, bæði útróðrarmenn og vinnulívsfólk á landi, eri eg sera spentur upp á, hvat kann spyrjast burtur úr makrelinum, sigur Jóhan Mortensen Mynd: Vilmund Jacobsen – Tá norðmenn kunnu veiða meiri enn 20.000 tons av makreli við dorg, skuldi einki verið til hindurs fyri, at Føroyar eisini kunnu áseta sær sína makrelkvotu á innaru leiðum. – Eg ivist onga løtu í, at hetta kann gerast eitt kolosalt íkast til okkara vinnu, bæði á sjógvi og á landi, sigur Jóhan Mortensen Kristian Zachariassen hevur vegna Havstovuna skrivað eina stytri frágreiðing um royndirnar eftir makreli í fjør summar. Í blaðnum í dag nerta vit við ein part av hansara frágreiðing, sum vit fara at venda aftur til í blaðnum í morgin Makrelur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kristian Zachariassen vísir í síni frágreiðing á, at seinnu árini hevur tað víst seg, at meiri makrelur hevur verið á landgrunn­ inum enn annars. ­ Hetta hava bæði fiski­ menn og Havstovan verið varug við. Í yvirlitistroling­ unum hjá Magnusi Heina­ syni var veiðan av makreli 4 ferðir størri á heysti í 2009 enn á heysti í 2008. Um farið verður longri aftur í tíðina, er munurin enn størri, sigur hann. Kristian vísir á, at Hav­ stovan gjørdi royndir at dyrgja eftir makreli í 1998 og í 1999. ­ Tá var ein av niðurstøð­ unum, at makrelurin var ov ótættur til at fáa størri nøgdir. Tó var veiðan tá uppí nøkur hundrað pund onkran túr. Hann sigur, at vaksandi nøgdirnar av makreli seinnu árini hava ført til, at ávísur áhugi hevur verið hjá monnum, sum eiga bát­ ar, at dyrgja eftir makreli. ­ Útgerðin hjá teimum hevur verið ymisk, men flestu bátar hava nýtt somu útgerð, sum Havstovan nýtti. Hetta er líknandi út­ gerð, sum norskir smábátar fiska við, sigur hann. Kristian Zachariassen vísir á, at Havstovan hevur gjørt eina roynd at taka samanum royndirnar í 2009. ­ Allir siga, at teir kundu havt fingið munandi nøgd­ ir, men at trupulleikin var, at prísurin var ov vánaligur. Størsti trupulleikin var, at makrelurin er fullur av æti um summarið og heldur sær tí illa. Besti prísur, sum bátar fingu í 2009, var 5 krónur fyri kilo. Hann sigur, at menn, sum Havstovan hevur tosað við, hava mest roynt í einum øki vestanfyri inni á land­ grunninum. ­ Tó gjørdi tann eini bát­ urin ein túr 65 fjórðingar úr landi og fekk væl av makreli, sigur Kristian Zachariassen. Í sambandi við stuttu frágreiðingina hevur Hav­ stovan gjørt prát við tríggjar menn, sum hava fiskað makrel, eins og stovnurin eisini hevur tosað við virkisleiðara, sum keypti makrel frá bátunum. Hetta fer Sosialurin at venda aftur til í blaðnum í morgin. Havstovan er við í royndum Plátufelag droppar Lindu Fyri einum ári síðani var hon millum heitastu tónleikararnar í Danmark. Linda Andrews vann X Factor, og fyrsta stakfløgan hjá henni seldi 40.000 eintøk. Tað gekk tó ikki heilt so væl, tá ið fyrsta fløgan hjá Lindu, Into The Light, varð givin út. Tá var sølan bert 15.000 eintøk, og tað var munandi minni, enn plátufelagið Sony hevði væntað og vónað. Hetta hevur nú fingið avleiðingar, og Sony hevur uppsagt samstarvið við Lindu Andrews. ­ Sony kann ikki gera meira fyri meg, og tey siga samstundis, at tað eru ikki pengar til at gera eina nýggja fløgu við mær, sigur Lina Andrews við Se&Hør. Men Linda Andrews gevst ikki á hondum fyri tað, hon gleðir seg til at fara undir innspælingar til eina nýggja útgávu. ­ Hetta gevur mær møguleikan at finna tey røttu fólkini til at samstarva við um næstu útgávuna hjá mær, sigur hon. Vaktarmaður fríkennir Terry Nógv hevur verið skrivað um eina hending eftir dystin millum Chelsea og Inter, har liðskiparin hjá Chelsea, John Terry, við bili sínum rendi á eina av trygdarvaktunum. Men nú er Terry fríkendur fyri alla skuld í hendingini. Tað sigur trygdarvaktin í eini fráboðan. – John var skjótur at seta seg í samband við meg, tá hann fann út av, hvat var hent, og eg ákæri hann ikki fyri nakað sum helst. Hetta var ikki hansara skuld, men bert eitt óhapp, sigur trygdarvakt­ in, Steve Rowley, sum fekk skaða í beini av hendingini