hósdagur 18. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 18. mars 2010
15
Privatisera tunnil við
bindi fyri eyguni
Tjóðveldi tekur undir við Skálafjarðatunlinum, men
ikki við eini lóg, sum bindur landið niður og hevur
ógvusliga slagsíðu til fyrimuns fyri eitt útvalt privat
felag.
Alfred Olsen endurgevur undirritaðu fyri at hava
sagt: “Vit koma ikki at atkvøða fyri lógarupp skot
inum um Skálafjarðatunnilin”. Hatta vóru ikki míni
orð, tí talan er ikki um eitt uppskot um at gera Skála
fjarðatunnil, men eitt uppskot um at geva einum
privatum felag einkarætt til at gera og reka tunnilin
og harvið eisini at fáa inntøkurnar frá bummgjald
inum, sum væntandi verða omanfyri 100 milliónir
krónur árliga.
Tí vísti eg í Eygsjón 10. mars á, at vit ikki vita,
hvat vit samtykkja við lógaruppskotinum, sum nú
liggur á borðinum, tí vit kenna als ikki treytirnar í
avtaluni sum landsstýrið ætlar at gera við P/F Skála
fjarðatunnilin.
Fíggjarligi partur manglar
Íløgan er stór, um eina milliard, men inntøkur væl
omanfyri 100 milliónir árliga í 2530 ár eru eisini
øðiligir pengar. Hvussu stórur beinleiðis vinningurin
hjá teimum privatu verður, vita vit ikki, tí fíggjarligi
parturin av verkætlanini fyriliggur ikki. Tað stendur í
viðmerkingunum, at vinningurin verður settur í mun
til tann váða, felagið átekur sær. Hvussu stórur váðin
verður mettur at vera, verður einki sagt um.
Landsstýrisfólkið fekk heimild at samráðast við
hetta partafelagið við løgtingssamtykt longu í 2007.
Lógin skal áseta treytirnar fyri avtaluni. Men vandin
við lógaruppskotinum sum nú er komið er, at tað
bindur landið niður og til ein váða, sum vit ikki
kenna víðførið av. Løgtingið má sostatt gita sær til
avleiðingarnar, so leingi vit ikki kenna fíggjarliga
partin og ikki hava hóming av, hvat kemur at standa í
sjálvari avtaluni.
Privatisera í blindum
Sagt verður, at landið kann fara inn og yvirtaka
verkætlanina. Men, hetta skal vera sambært teimum
treytum, sum verða ásettar í avtaluni. Altso vita vit
ikki hvat henda áseting er verd, fyrr enn avtalan við
felagið er undirskrivað.
Og hví skal landið til dømis binda seg til at gjalda
partafelagnum endurgjald fyri aðrar útbyggingar, sum
gjørdar verða á veganetið? Og hvussu stórt verður
endurgjaldið, um landið yvirtekur tunnilin, orsakað
av at felagið misheldur sínar skyldur? Hetta eru
nøkur av nógvu ivamálum, sum skulu ásetast í
sjálvari avtaluni, sum eftir øllum at døma ikki verður
liðug fyrr enn í november ella seinni.
Mín egna sannføring er framvegis, at landið eigur
at byggja tunnilin, og gjalda partafelagnum fyri gjørt
tilfar, sum landið kann brúka í verkætlanini. Hetta er
ikki ein tung uppgáva hjá landinum, tí sum so ofta
hevur verið frammi ber íløgan seg sera væl
fíggjarliga.
Men um ABCflokkarnir veruliga eru so heitir fyri
er privatu loysnini, so má tað í øllum føri verða gjørt
soleiðis, at landið verður hildið skaðaleyst. Tað
verður tað ikki sambært uppskotinum, sum nú liggur
á borðinum.
Løgtingið eigur ikki við bindi fyri eyguni at
privatisera okkara infrakervi.
Í februar var kjak um
danskt í HF og studenta
skúlunum, og var dentur
lagdur á frá fleiri persónum
um at hava danskt á hesum
skúlum, tí at tað var al
neyð ugt, um næmingarnir í
hesum skúlum høvdu
ætlanir um hægri lesnað
sjálvsagt sipandi til lesnað
í Danmark.
Fyrst av øllum vil eg
siga, at tað er eingin orsøk
til at skúla okkara mið
náms skúlanæmingar til at
fara á donsk universitet
ella aðrar hægri læristovnar
í Danmark. Vit skulu skúla
okkara næmingar til at
kunna fara á hægri læri
stovnar í Føroyum og í
útlondum, uttan serstakt
atlit til Danmark kann ein
koma inn í altjóða læru
stovnar, kann ein eisini
koma inn í danskar læru
stovnar.
Tað hevur undrað meg at
hoyrt fólk siga, at tað er
neyðugt at duga væl
danskt, um ein ætlar sær at
lesa víðari í Danmark.
Hetta passar ikki heilt. Tað
kann vera, at tað er ein
fyrimunur í nøkrum út
búgvingum, men langt frá
øllum. Nú havi eg sjálvur
lisið á “Københavns
universitet”, havi ein
bróður, sum hevur lisið
søgu og átrúnað har, eisini
havi eg vinir, ið hava lisið
har og á “Teologiske
institut”, so eg havi sæð
lærubøkurnar, ið verða
nýttar til undirvísingina í
nógvum lærugreinum. T.d.
kunnu nevnast: alisfrøði,
søga, heimspeki, mann
frøði, gudfrøði, sálarfrøði
og samfelagsfrøði. Í hesum
lærugreinum er stórur
partur, og í nøkrum førum
meginparturin, av undir
vísingartilfarinum á
enskum. Føroyingar duga
heilt væl danskt, tá ið teir
koma út úr fólkaskúlanum,
so tað er burturspilt tíð,
orka og pengar, at leggja
dent á danskt í mið náms
skúlunum.
Danskt á A-støði
Vit hava m.a. hoyrt, at ætl
anin er, at HF og studenta
skúlanæmingar skulu hava
Astøði í donskum. Á
heima síðuni hjá Menta
mála ráðnum undir “Endur
skoðan av gymnasialu
útbúgvingunum” stendur:
“Upptøkukrøvini til hægri
útbúgvingar í Danmark
verða frá 2008 herd
soleiðis, at allir næmingar í
minsta lagi skulu hava
danskt A og enskt B.”
Undir somu yvirskrift
“Krøvini frá hægri læru
stovnum” stendur eitt
sindur longur niðri: “Norð
ur lendska samstarvið skal
framhaldandi verða raðfest
høgt, men strembað eigur
at verða eftir, at Føroyar
skjótast til ber verða partur
av rammuætlanunum hjá
ES innan útbúgving.” So
stendur ein spurin; hvussu
sær ein rammuætlan hjá
ES út? Eitt kvalifisera git
er, at danskt ikki er uppi í
tí rammuætlanini fyri lond
uttan fyri Danmark. Ber
tað ikki til at gera eina
skilagóða langtíðarætlan
viðvíkjandi undirvísingar
skipanini í Føroyum? Um
ES skal upp í leikin síggi
eg als onga orsøk til at
fjeppast uppi í Danmark
ella donskum. Hetta líkist
mest eina politiska tilætl
aðari einsrættan av okkara
vali, um hvar vit fara at
lesa. Hví vilja okkara
politikarar hava okkum at
velja Danmark framum
onnur lond at nema okkum
hægri lesnað – tað er jú
tað, okkara mentamála
ráðharri arbeiðir fram
ímóti.
Áhugavert var at síggja
hetta brot í somu leinkju:
Bertel Haarder, úr
framløguni á ráðstevnuni
17. februar í 2006
"Det talte ord gælder"
(red.)
”Her vil jeg gerne
understrege, at jeg ikke vil
pege på en bestemt løsning
for den model, I beslutter
jer for på Færøerne.
Færøske elevers studie
kompetence i Danmark er
ikke betinget af, at jeres
uddannelsesstruktur er et
spejl af den danske model.”
(eg havi sjálvur sett
undirstriku)
Norðurlendingar á donsk
universitet
Íslend ingar, noregsmenn
og sviar hava ikki ein tvun
gnan tíma av donskum í
fólkaskúlanum ella í mið
námsskúlanum. Hví skulu
vit, sum hava havt danskt í
8 ár í fólkaskúlanum, hava
tvungið danskt í miðnáms
skúlanum eisini. Hetta
kostar nógvar pengar, eins
og tað krevur tíð hjá lærar
um og krevur høli til hesa
undirvísing, hvørs tíð og
høli annars kundi verið
nýtt til okkurt meira týdn
ingarmikið, ið gevur
persónligar ella altjóða
relevantar førleikar. Av tí at
danskt er á rættiliga høgum
støði á miðnámsskúlanum,
er tað eisini sera lesitungt
og tíðarkrevjandi fyri
næmingarnar; tískil var
nógv betur, um vit nýttu
hesa lesnaðar orku og
tilfeingi øðrvísi og meira
relevant.
Hví ikki avmarka danskt
til eina vallærugrein í
miðnámsskúlanum? So fáa
tey, ið vilja hava danskt,
alla ta undirvísing teimum
tørva, uttan at lasta teir
næmingar, ið ikki hava
tørv á donskum. Vit skulu
skúla okkara miðnáms
skúla næmingar til hægri
lesnað generelt; og ikki
bert við atlitið til hægri
danskar lærustovnar.
Læknin sigur: et fjøl
táttaðan mat, tí at tað er tað
sunnasta. Sum eina analogi
til hetta, vil eg siga: Nemið
tykkum vitan og útbúgving
í fjøltáttaðum tjóðum, tí
tað er tað sunnasta fyri
samfelagið. Flest fólk eru
samd um, at fjøltáttaðar
royndir og breið vitan er
góð...er tað neyðugt at siga
meira?
Sum fyrsta felag nakrantíð
(?) megnaði Sørvágs Ítrótt
arfelag at vinna dupulta
greipu, sambart vanligum
reglum. Í februar vann SÍ
báðar steypafinalurnar og
við sigrinum sunnudagin,
kvinnurnar á KÍF og
menn irnir á Mjølnir, end
aðu bæði SÍliðini á ovastu
rók í FMkappingini.
Men reglurnar eru
broyttar. Broyttar soleiðis
at nummar tvey fær nøkur
bílig ókeypis stig upp á
javnt við oddaliðið, og so
skulu finalur leikast. Ikki
ein, ikki tvær, men heilar
tríggjar í tali. Spurningurin
er so um hesar finalur, har
nummar tvey hevur alt at
vinna og nummar eitt
hevur alt at tapa, tænir
føroyskum flogbólti.
Øll vita, at tað sum
hevur ment og sett Sørvágs
Ítróttarfelag á ovastu rók í
føroyskum flogbólti, er eitt
megnar ungdómseirbeiði
yvir áratíggir. Fokus er sett
á góðar venjarar. Foreldur,
felag og viðhaldsfólk ríða í
dag á eini sólskinssøgu har
allur heiður fellur nærum
hvørvinum í lut.
Ikki eitt stig er fingið
ókeypis. Tær løturnar
fokus var á, tá liðið baks
aðist aftast, var tá ið vit
bjóðaðu teim stóru av. Tá
varð onkur løtan, fjøl
miðla heimurin fekk eyga á
okkum, og vit komu í sjón
varpið.
Hvørjum tæna tær
broyttu viðtøkurnar. Tæna
tær teimum sum baksast
við at byggja upp? Gevur
tað nakra sum helst mein
ing at fáa fjølmiðlarnar, at
seta enn meiri fokus á
einasta fokus teir hava
frammanundan. Tænir tað
nøkrum endamáli at merg
súgva trúgvastu viðhalds
fólkini fyri seinasta dropan
í trimum finalum, sum
framhaldandi bara hava
fokus á teimum bestu?
Eitt talandi dømi er
dysturin nú sunnudagin,
okkara kvinnur vóru og
vitjaðu KÍF. Hetta skuldi
verið dysturin tá tær úr
KÍF vóru settar eitt lítið
sindur í fokus. Settar í
fokus tí tær tóku ímóti
meistarunum triðja árið á
rað. Kanska sett fokus á
teirra trupla veg í bestu
deildina. Fokus á mistar
leikarar, og nøkur onnur
bílig stig, givin til eitt
annað felag sum ikki sjálvt
megnaði vegin í bestu
deildina. Men heldur ikki
hendan dagin var fokus á
unga KÍFliðnum.
Sama kann sigast um
mjølnirdystin hjá monnum.
Her kundi Mjølnir havt
bygt seg upp til endabrak á
heimavølli. Men onki sús.
Bíða, bíða! Vit fara til
Eiðis komandi tríggjar
vikurnar! Tá mugu tit øll
koma og stuðla okkum.
Flogbóltssambandið
hevur gjørt eitt megnar
arbeiði við steypa
finalunum. Flogbólturin í
fokus frá síni bestu síðu,
har liðið við besta dags
forminum vinnur. Men! Í
hesum døgum skal fokus
ikki vera á tveyarar og
dagsform, men á tí liði og
felagi, ella á øllum
teimum, sum royndust best
samanlagt gjøgnum árið,
ikki minst á teim yngru
deildunum. Spennandi
verður eisini at fylgja
monnunum hjá TB og
nýggju eysturoyarliðunum.
Summa summarum má
verða, at ókeypis fingin,
ella givin stig, er stokkutur
fløvi fyri føroyskan flog
bólt. Sum at pissa í lógvan.
Einasta felag sum kan
vinna FMheitið, anno
2010, í báðum teimum
bestu flogbóltsdeildunum,
uttan nøkur ókeypis stig, er
Sørvágs Ítróttarfelag! Livst
so spyrst!
løgtingskvinna
Bjørt
SamuelSen
Mýtan um danskt í miðnámsskúlunum
Hósvík
DáviD
iSfelD
Ræstar greipur og fokus á nøkur bílig skoraði stig
jákup á
Stongum
viðmerkingar