Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2010 bussinum. Tær vóru púra skelk aðar og ætlaðu at hjálpa fast kleimndu fólk­ unum í bilunum, men ein sløkki liðsmaður royndi at sis sa og fekk tær burtur frá stað num. Á vanlukkustaðnum tyk­ ist alt vera nokkso ruðu­ leika kent. Fólk renna aftur og fram, og eingin leiðari sæst. Summir menn standa bara upp og niður. Vit spyrja, hvar leiðslan er, og fáa at vita, at leiðar ar­ nir standa úti við munn ar­ nar. Vit spyrja nærri, um eingin leiðari er á staðnum. Løtu seinni fáa vit svarið, at tað er hasin maðurin. Hann hevur einki frámerki, men vestmenningar og kví vík­ ing arar kenna hann helst og vita, at hann er liðleiðari. So byrjaði teir at bera skadd fólk úr bussinum í sjúkra bilar, sum síðan fóru fur an di avstað suður á Lands sjúkrahúsið við teim­ um. Síðani varð farið undir at skera bilarnar við fast kleim du fólkunum í upp. Tað tók heilt langa tíð, men ein fyriskipari lýddi mær í oyr að, at tað hevði sína or søk. Hesin partur av venj­ ing ini var eisini fyri at læra fleiri sløkkiliðsfólk at skera. Sløkkiliðsfólk og ikki sjúkraflutningsfólk lyf tu tey skaddu í bilunum yv ir á børur. 19.58 sat ein kvin na fram vegis føst í einum bili. Eingin kreppu hjálp Tað tóktist eitt sindur løgið, at eingin fór inn í bussin at taka sær eitt sindur av teimum skelkaðu fólkunum í bussinum. Sagt verður annars, at tann umsorganin hevur ómetaliga nógv at siga. Vit fara yvir til hitt van­ lukkustaðið, og har stendur kommunulæknin Marjus Dam og hevur yvirlitið yv ir, hvussu nógv fólk eru skadd, og hvussu nógv eru álvars liga skadd. Hann sigur, at uttan fyri stend ur tyrlan klár at flyta fólk suður á Lands sjúkra­ húsið. Løtu seinni frætta vit, at tá ið sjúkrabilurin kemur út við fólki til tyrluna, er eingin tyrla. Hon var noydd at fara, tí júst tá var ein veru ligur sjúkraflutningur til hennara. Av tí sama noydd ust sjúkrabilurin at ven da og koyrdi so suður til Havnar. Ov nógv fólk Á hesum skaðastaðnum vóru ómetaliga nógv fólk, tí bjargingarfelagið út Vág­ um var eisini komið. Tveir triðingar av fólk unum høvdu einki at gera á stað­ num, stóðu hendur í lumma. Sum ein fyriskipari tók til. ­ Har vóru so nógvir menn, at teir kundu gjørt eitt stórt orkestur. Tað gongur heldur illa hjá okkum at eygleiða, hvat fer fram á hesum skað a ­ stað num, tí ein sløkki liðs­ mað ur úr Sør vágur kýstaði okkum burt ur. Tað plagar annars at vera løgreglan, sum tek ur sær av tí upp­ gávuni. Men har var tá ikki komin nøkur løgregla enn. 20.25 frætta vit, at framvegis er eitt skatt fólk eftir at fáa burtur. Tá er politiið komið. Sjúkrabilarnir vóru nógv ir, og vit síggja eisini ein úr Klaksvík. Um hann var við í venjingini ella var í Vág­ um í øðrum ørindum, visti eingin at siga. Tað undraði okkum ikki sørt, at bara ein lækni var á stað num, og hann var á van lu k ku staðnum nærri vá ga landinum. Á hinum stað num, við bussin, var ong an tíð nakar lækni. Aftaná venjingin segði danski konsulenturin Per Tegl gaard, at hann helt venj ing ina vera góða, og hann helt tað vera rætt, at hjálparfólkini vóru tveitt út í hesa stóru uppgávu fyri veru liga at kunna royna seg. Okkurt mundi tó vera at seta fingruin á, og tað kann so gerast betur næstu ferð. Nú verður so ein frá­ greið ing skrivað, og hon verð ur væntandi liðug um tvær ella tríggjar vikur. bjargingarlið Bara ein lækni var í tunilinum, hóast tvey vanlukkustøð vóru. Marjus Dam, kommunulækni í Vágum hugdi at teimum skaddu og gav boð um at senda tey á sjúkrahús