hósdagur 18. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2010
Royndir við at byggja
stórt og varsemi,
fara at sermerkja
ætl anina hjá størstu
byggifyritøkuni í
Norð oyggjum at
byggja eigaraíbúðir
á Norðoyri. – Her er
talan um ein heilt
annan prísflokk og
stødd enn vanligt. Tí
tora vit at gera hetta
her norðuri, sigur
Jógvan við Keldu,
ið er samskipari av
ætlanini
Raðhús
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: – Tað undrar
kanska mong, at ein byggi
fyritøka í Klaksvík fer undir
eina slíka ætlan. Men eg
tori at siga, at henda verk
ætlanin er væl gjøgnum
hugsað og væl fyrireikað,
sigur samskiparin.
Nógv hvukku helst við,
tá tey fyrr í vikuni frættu
um ætlanirnar um at byggja
í fyrsta lagi seks íbúðir á
Norðoyri. Kann ein byggi
fyritøka í Klaksvík fremja
eina slíka ætlan í verki?
– Ja, siga teir báðir stjór
arnir í Norðhús, brøðurnir
Hjalti og Rógvi Josephsen.
Og tað sama sigur Jógvan
við Keldu.
Fyri teir tríggjar er eingin
ivi um, at júst nú er rætta
tíðin til eina slíka verk ætl
an:
Fíggingin er lagalig; árs
tíðin er tann rætta til slíka
bygging; nógvir handverk
arar ganga fyri einki; og
lætt er at seta eitt gott lið av
góðum handverkarum til
arbeiðið.
– Vit fara undir ætlanina,
so skjótt sum tær fyrstu
seks íbúðirnar eru seldar.
Ikki fyrri, sláa teir fast.
Ætlan teirra miðar eftir at
byggja 72 fermetrar stórar
íbúðir á einum øki, ið teir
longu hava gjørt byggi
búgv ið á Norðoyri. Kostn
að urin fyri hvørja íbúð er
1,1 mió krónur.
Stødd og fígging
Tey, ið hava áhuga fyri
bygg ing í Norðoyggjum og
øðrum støðum kring landið,
kennast uttan iva við navnið
Norðhús.
Bæði í Havn, Eysturoynni
og í Norðoyggjum standa
nógv bygningsverk sum
prógv um, at hetta er ein
seriøs fyritøka. Bara í
Klingru garði í Klaksvík
hevur fyritøkan bygt átta av
10 bygningum, umframt
Badmintonhøllina
og
nýggja Bónushandilin í
Klaks vík.
Nú ynskja teir at taka
næsta stigið, við at bøta um
tørvin hjá teimum, ið heldur
hava hug at búgva í eini
íbúð á Norðoyri, enn byggja
sær síni egnu hús.
Í Klaksvík hevur ein
royndir við at byggja raðhús
fyri mongum árum síðani.
Royndirnar av hesum hava
verið so mikið góðar, at
fólk ikki vilja flyta út úr
teim um. Og teir tríggir
menn inir hava eisini sæð og
hoyrt um áhugan hjá fólki
fyri ætlan teirra.
Økið á Norðoyri hevur
ligið byggibúgvið í nærum
eitt ár, og nú skal so ætlanin
setast í verk. Men til hvønn
venda tær sær?
– Í dag eru nógv eldri
fólk í Klaksvík sum ynskja
sær eina minni íbúð, enn
tey húsini tey higartil hava
búð í.
Hinegin vita vit eisini
um ungfólk, ið hava áhuga
fyri hesi íbúðunum. Her er
møguleiki hjá pørum, ið
annaðhvørt eingi børn hava,
ella hava eitt ella tvey.
Kostn aðurin og fíggingin
gera helst eisini sítt til stóra
áhugan, sigur Jógvan við
Keldu.
Men berur áhugi byggir
ongar íbúðir. Tí verður
skip að fyri einum kunnandi
fundi fríggjakvøldið, har
vænt andi
meiri
greitt
verður, um ætlanin gerst
veru leiki.
Fimmfaldaðir íbúgvar
Um og tá tær 12 íbúðirnar
gerast veruleiki, fer tað at
økja munandi um fólkatalið
á Norðoyri. Veruleikin er,
at seinastu 20 árini er talið
av íbúgvum í bygdini nær
um fimmfaldað.
Í 1988 búðu ikki fleiri
enn 20 fólk í bygdini, men
bara tvey ár seinni var
fólka talið komið uppá 54.
Og síðani hevur tað bara
gingið ein veg. Í dag búgva
sostatt sløk 100 fólk her, og
er tað tað mesta nakrantíð.
Hóast bygdin liggur nak
að burtur frá miðbýnum í
Klaksvík, er tað ikki longri
enn so, enn at tað er eins
stuttur vegur haðani til t.d.
skúlarnar í miðbýnum, sum
tað er hjá teimum, ið búgva
ovarlaga í býnum.
Av Norðhús verður sagt,
at økið har bygt verður á, er
slætt og tí vælegnað sum
bústaðarøki. Og ta løtuna,
ið lagt verður til brots av
álvara, fara tað væntandi
ikki at ganga meiri enn sjey
mánaðir, til flytast kann
inn.
– Vit miða eftir at tey
fyrstu fólkini kunnu flyta
inn í íbúðina longu í ár,
sigur ein vónríkur Jógvan
við Keldu.
Ber 10% í eginpeningi
Á tíðindafundi í Norðhús týsdagin kom fram, at Húsa lánsgrunnurin hevur játtað at
fíggja ætlanina.
Sambært samskiparanum, Jógvan við Keldu er henda júst av slíkum slagi at
Húsalánsgrunnurin kann siga gott fyri hana. Og teir vilja átaka sær at fíggja 90 % av
kostnaðinum.
Tað vil siga, at keyparin í roynd og veru einans skal útvega 110.000 krónur sjálvur,
meðan grunnurin fíggj ar restina.
Tríggir møguleikar verða fyri fígging – yvir 15, 20 og 28 ár. Við lágari rentu, í
løuni 4,5 %, verður mett, at fólk flest kunnu fáa tað at hanga saman fíggjarliga. Ein
vansi er sjálvandi hann, at fjarstøðan ger at neyðugt er hjá fólki at hava bil.
– Ein sannroynd er, at í dag er að nærum eins bíligt at eiga sum at leiga, sigur
Jógvan við Keldu frá ráð gevandi fyritøkuni Mercant. Hann hevur loyst upp gávur fyri
mangar ymiskar fyritøkur, og hevur nú savn að teir ymisku træðrirnar í byggiætlanini
hjá Norð hús savnaðar.
- Vit eru klárir at byrja. So skjótt sum tær fyrstu seks íbúðirnar eru seldar, verður ætlanin sett í verk. Og vit vænta, at tey fyrstu kunnu flyta inni longu í ár, siga teir
tríggir - stjórarnir og brøðurnir í Norðhús, Rógvi og Hjalti Josephsen og samskiparin, Jógvan við Keldu
Mynd: Tanja Sørensen/Durita Simonsen
Taka eingi óráð fyri á Norðoyri
Stuðulsdagur í Lindini
21. januar í ár vóru 10 ár liðin síðani Lindin byrjaði at senda.
Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við
føstum stuðlum og gávum, og hevur samstundis verið í
støðugari menning, men alt kostar. Komandi leygar dag frá kl.
14 og til umleið á midnátt verður spennandi stuðulsdagur í
Lindini: Símun Hansen og Tór Arni Samuel sen fara at senda
frá Sandoynni og Preben Hansen, Erna Há berg, Jenis av
Rana, Absalon Áargarð og Hjørdis Háberg Peter sen fara at
sita í útvarpstovuni í Lindini. Tónleika fram førslur og gestir
verða eisini við í sendingini. Høvið verður hjá lurtarum at
tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu.
Arbeiðsloysið minkað í
Norðoyggjum og Sandoy
Nýggjastu hagtølini vísa, at arbeiðsloysið er alsamt hækkandi. Men tølini vísa
samstundis, at soleiðis er ikki allastaðni. Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroy,
har 8,8 prosent vóru arbeiðsleys. Minsta arbeiðsloysið hinvegin var í Vágum,
har einans 5,3 prosent vóru uttan arbeiði. Víst verður á, at í farna mánaði vóru
1554 fólk arbeiðsleys, 926 menn og 628 kvinnur. Hagtølini vísa haraftrat, at
arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum, uttan í Norðoyggjum og á Sandoynni. Her
minkaði tað við ávikavist 6 og 7 fulltíðararbeiðsleysum. Annars vísa tølini, at
størst arbeiðsloysið er millum tey ið eru yngri enn 35 ár og eldri enn 54 ár.