hósdagur 18. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 54 - 18. mars 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Guðrið Hansdóttir er á
hesum døgum í Austin,
Texas, har hon skal framføra
á størsta tónleikafestivali í
Amerika, sum eitur SXSW
(South by South West). Yvir
1900 bólkar frá øllum
heiminum fara at framføra
á 80 ymiskum pallum í
býnum.
Umframt at spæla á
festivalinum skal Guðrið
eisini spæla fleiri konsertir
í Austin við bólki. Við sær
hevur hon tónleikarar, sum
hon kom í samband við
síðst hon var í Texas. Við í
bólkinum er millum annað
Paula Jean Brown, ið er
kend frá bólkinum Sparkle
horse og Go Go’s.
“Hetta er avgjørt tann
størsti møguleikin eg nakran
tíð havi fingið í mínari seks
ára longu karrieru, og eg eri
ógvuliga spent upp á hvussu
framførslurnar hjá mær fara
at ganga”, sigur Guðrið
Hansdóttir úr Texas.
Festivalurin, sum verður
hildin á hvørjum ári, verður í
døgunum 17.–21. mars 2010.
Týsdagin 16. mars vórðu
avtalur undirskrivaðar mill
um
ABC
barnahjálp,
Kirkjuligu Heimamissión
ina og verkætlanina “Ein
tími um árið” um tær næst
an hundraðtúsund krónur
nar sum komu inn fyri
2010.
“Ein tími um árið” hevur
gjørt eina avtalu við ABC
barnahjálp og eina avtalu
við Kirkjuligu Heimamissi
ónina í sambandi við pen
ingin sum kom inn.
Verkætlanin Ein tími um
árið er ein hjálparfelags
skapur, ið byrjaði í Før
oyum í juni 2009. Hug
skotið aftanfyri verkætlan
ina er, at “Ein tími um
árið” savnar inn tímalønir
og letur hesar til ein viður
kendan hjálparfelagsskap.
Hvørt ár velur “Ein tími
um árið” ein nýggjan hjálp
arfelagsskap og virkar so
statt sum undirleverandør
til hjálparfelagsskapir.
Í ár fór peningurin til
ABC barnahjálp og Kirkju
liga
Heimamissiónina.
Gjøgnum
Kirkjuligu
Heimamissiónina
stuðlar
verkætlanin einari ommu og
hennara 7 ommubørnum í
Kambodia, við m.a. nýggj
um húsum og mati og
skúlagongd til børnini í upp
til 2 ár. Harumframt stuðlar
verkætlanin seks foreldra
leysum børnum í Liberia
gjøgnum
ABC
barna
hjálpina.
Inn
komu
tilsamans
97.448,00
krónur.
Av
hesum fara kr. 40.000 fara
til Kirkjuligu Heimamissi
ónina,
sum
stuðul
til
ommuna og hennara sjey
ommubørn í Kambodia,
meðan kr. 57.448,00 fara
til ABC barnahjálp, sum
stuðul til 6 foreldraleys
børn í Liberia.
Koma fleiri tímalønir
inn á kontoina hjá “Ein
tími um árið” í 2010, verða
hesar
fluttar
til ABC
barnahjálp, sum stuðul til
verkætlan teirra í Liberia,
sigur Ása Andreasen í
Havn, sum er stigtakari til
verkætlanina.
Hugskotið
til verkætlanina kom í
2004, tá ein tsunami rakti
stóran
part
av
Stilla
havinum. Hendan stóra og
óhugnaliga vanlukkan varð
varpa út gjøgnum sjón
varpið og øll verðin var í
sjokk. Av tí at vit fingu
hesar myndirnar inn gjøgn
um sjónvarpsgluggan dag
liga, kundu vit ikki lata
verða við at hjálpa, sigur
Ása Andreasen. Heima
síðan hjá verkætlanini:
www.eintimi.com
mg
Guðrið á tónleikafestivali í Texas
Guðrið Hansdóttir skal framføra á størsta tónleikafestivalinum
í Amerika
Næstan 100 túsund komu inn
Týsdagin vórðu avtalurnar undirskrivaðar, f.v.: Heri Kjærbo frá Kirkjuligu Heimamissiónini,
Rúna Sivertsen frá ABC barnahjálp, og Ása Andreasen frá verkætlanini “Ein tími um árið”
Mynd: Jens Kristian Vang
Fríggjadagin 19. mars
fyllir Heri Mohr í Havn
85 ár.
Heri er havnarmaður,
sonur Amaliu Mohr (f.
Egholm) og Einar Mohr,
telegrafist.
Heri
vaks
upp
á
Skansagarði úti á Reyni,
men sum stórur smá
drongur flutti hann við
familiuni
í
nýggju
húsini yviri við Strond tað einasta
húsið sum var har um leiðir tá. Undir
krígnum bleiv húsið tikið av eingils
monnum, og búðu tey Undir Pisuvarða
øll krígsárini.
Heri hevur arbeitt sum roknskapar
maður stóra partin av sínum lívi. Hann
arbeiddi hjá hjá Thomas Dam, Wenzel
Petersen og Leif Waagstein. Í 1957
byrjar hann at arbeiða á Føroya Gjald
stovu sum roknskaparleiðari, seinni bleiv
hann fulltrúi. Í 30 ár arbeiddi Heri sum
tænastumaður, og í 1987 gjørdist hann
stjóri á Føroya Gjaldstovu. Hetta starv
røkti hann til 1. novemb
er 1991.
Heri giftist við Maritu
Pálsdóttir Hansen, úr
Gøtu, í 1950. Tey fingu 5
børn:
Sigrún,
Biritu,
Tordis,
Maluna
og
Gunnar. Eisini eigur Heri
dóttrina Lis umframt
abba og langabbabørn.
Marita andaðist 2. apríl
2009, 84 ára gomul.
Heri hevur havt stóran áhuga fyri
Havnar Bóltfelag. Hann var við til at
endurstovna HBstuðlar og sat har sum
kassameistari í nógv ár. Í HBstuðlum er
hann gjørdur heiðurlimur fyri sítt stóra
arbeiði har. Heri fylgir væl við í tí sum
hendir í føroyska samfelagnum. Ofta
síggjast
hansara
viðmerkingar
og
lesarabrøv í bløðunum.
Dagurin verður hildin saman við
familjuni.
- red
Heri Mohr 85 ár
Dagurin
18. mars. Aleksandur, deyður umleið 250. Hann kom úr Aleksandriu og
endaði sum biskupur í Jerúsalem. Fleiri ferðir varð hann atsøktur fyri trúgv
sína, men komst undan og doyði ein natúrligan deyða, og varð blóðvitni uttan
blóð, sum tikið varð til.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
60 ára føðingardagur
Mikudagin 7. apríl 2010 verði eg 60 ár,
føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum
í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19.
Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í
føðingardag, verða vinarliga biðin at boða
frá við at ringja ella senda sms til telefon
211988, ella við tposti til isak@football.fo
helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal,
Klaksvík.
70 ára føðingardagur
Fríggjadagin 19. mars verður Hargin Joensen,
Sumba 70 ár. Dagurin verður hildin í
heiminum.
70 ára føðingardagur
Týsdagin 23. mars verður Jens Erik
Rasmussen (Ras) á Toftum 70 ár. Dagurin
verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum fríggjadagin 26. mars frá kl. 19.
85 ára føðingardagur.
Fríggjadagin 19. mars fyllir Heri Mohr 85 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan
Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 17. apríl hava Helga og Jørgin
Gleðisheygg Nes, Gullbrúdleyp. Dagurin
verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík, kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tey ið vilja gleða
okkum við at koma verða biðin um at siga frá
innan 8. apríl á tlf. 447160 ella 270876
Diamantbrúdleyp
Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafirði, halda
diamantbrúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík
26. mars kl. 18.30. Tey, ið ynskja at gleðast
saman við teimum hetta kvøld, biðjast siga
frá, seinast hósdagin, tann 18. mars, á tlf. 444
332, fartelefon 744 332 ella við telduposti
hg.vang@kallnet.fo
Brúdleyp
Leygardagin 27. mars
kl. 12 giftast í Kelduni
í Skálafirði, Birita
Ingolfsdóttir Heinesen,
Norðagøtu og Levi
Tróndarson Nybo,
Hvítanes. Døgurði verður
fyri innbodnum kl. 16.
Opið hús verður kl. 21 í Oasuni, Kirkjustrætið
4, Hoyvík, har øll eru hjartaliga vælkomin at
heilsa uppá brúðarparið.
Brúdleyp
Leygardagin 27. mars
giftast Linda Ziska
Jacobsen, Tórshavn og
Gunleif Lyngvej Poulsen,
Sandvík. Vígslan verður
í Havnar kirkju kl.
11. Móttøkan verður í
Miðlahúsinum í Tórshavn
frá kl. 1315.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen,
Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli.
Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan
verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey,
ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma,
verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10.
apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043,
441603 (Rúni).
Prógv
Noomi Gregersen úr Klaksvík tók 2. mars
prógv sum Cand. Scient á Center for psychia
trisk forskning Aarhus Universitets hospital,
Risskov, institut for human genetik, Aarhus.
merkisdagar