hósdagur 18. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 18. mars 2010
21
T
að var 6. mai í 1922, at
fyrsti bilurin kom til
Føroya. Tað vóru teir báðir
havnarmenninir, Jóhannes
Olsen undir Kletti og Júst
Sivertsen, sum keyptu
bilin, sum var ein Ford TT
lastvognur, árgang 1922.
Hann hevði pláss til tvey
fólk í húsinum, og lastin
var til eitt tons.
Wenzel Petersen og
Vilhelm Nielsen seldu
bilin. Teir høvdu smiðju
saman í Quillingsgarði.
Nógv fólk vóru niðri á
keiuni hendan dagin.
Bilurin kom í land á einum
prámi. Hann varð skump
aður niðan til Wensel og
Vilhelm, tí eingin dugdi at
koyra bilin.
Johannes Olsen, sum var
tann fyrsti, ið koyrdi bilin,
og sum hevur fingið koyri
kort nummar 1 í Føroyum,
hevur eftirtíðin hoyrt lítið
um. Tað varð William
Plank á fútaskrivstovuni,
sum lærdi hann at koyra,
og tað var Johannes sum
lærdi Júst. Ta fyrstu tíðina
var tað tískil bara Hannes,
sum koyrdi.
Júst Sivertsen fekk koyri
kort nummar 2, og koyri
kortini fingu teir báðir 23.
august 1923.
Føroya fyrsti bilur kost
aði 5.500 krónur, og farma
gjaldið var 500 krónur. Teir
keyptu skjótt ein bil afturat.
Tað er av góðum grund
um, at einki er frætt um
Johannes. Hann doyði
longu í 1924 av eini van
lukku á nýggja Dronning
Alexandrines Hospital.
Hannes hevði ført Reyða
Kross, og tá hospitalið var
bygt, fór hann at arbeiða
sum maskinmaður har. Her
var nógv at gera. Læknin
Heerup hevði altíð boð
eftir honum. Hetta var
eisini tí, at tey undir Kletti
vóru millum tey fyrstu,
sum høvdu telefon, nevni
liga nr. 13. Tískil var tað
skjótt, at tað gjørdist Júst,
sum kom at koyra bilin.
Teir koyrdu millum ann
að túrar niðan á Sanatoriið.
Tað kostaði 50 oyru fyri
vaksin og 25 oyru fyri børn.
Johannes hevði eina papp
eskju við 25 oyrum undir
seingini. Hetta var kortini
ikki so bíligt, sum tað
ljóðar í dag. 50 oyru var
ein góð tímaløn tá í tíðini.
Føddur uttan hjúnarlag
Mamma Johannes æt
Poulina. Hon var systir
Onnu, konu Sam Olsen, og
Olevinu, gift við Andreas
Joensen undir Kletti.
Andreas hevði í 1904
keypt húsini frá keyp
manninum Hans Joensen.
Poulina fekk Johannes
uttanfyri hjúnarlag. Hetta
var ein slík skomm tá á
døgum, at hon flutti niður
og kom ikki aftur. Johan
nes var so eftir hjá mostrini
Olevinu. Her kom hann at
vaksa upp saman við
systkinabørnunum Elisu,
Oluffu og Nigga.
Mamman giftist niðri við
einum telefonteknikara,
Martinus Simonsen úr
Ålborg. Tey fingu tvey
børn saman, Knud Erik og
Elking.
Tað hevur lítið verið at
frætt frá teimum. Knud
Erik var tó í Føroyum í
1999, tá ið hann fylti 70 ár.
Ulykkestilfælde
paa Hospitalet
Sámal á Kráksteini,
verfaðir Johannes, greiðir í
síni ævisøgu soleiðis frá
umrøddu vanlukku:
Mandagen den 14de April
1924 skete en skrækkelig
Ulykke, idet Montør
Johannes Olsen, som i
flere Aar har været forlovet
med Lorenze, blev dræbt
ved en Kedelexplosion i
det nye Dronning Alex
andrines Hospital. Han
havde i flere Aar været
Montør og Fører af Doktor
baaden Røde Kors, en
smuk og lydløsgaaende
Motorbaad, men opgav den
Stilling for at være Maskin
passer ved det nylavede og,
som det senere viste sig,
usolidt lavede Maskineri
ved det nye Hospital.
Efter sigende var Mano
metret heller ikke i Orden,
idet det ikke viste den rigt
ige Dampspænding. Under
sit Arbejde ved Dampkedl
en exploderede denne, og
han fik Hovedet knust.
Han var en ualmindelig
godt begavet og intelligent
ung Mand. Sammen med
min Gudsøn Júst Sivertsen
anskaffede han sig det
første Automobil her paa
Færøerne. Med denne
Lastautomobil kørte de
baade Tørv fra Heden og
Varer m.m. inde i Byen, og
tillige havde de den Søn
dage og Sommeraftener til
Lystfart med Byens Folk
udad Landeveje – navnlig
Sanatorie og Sundsvejen.
Senere fik de en mindre
Personbil, som bl.a. blev
brugt til Patienters Trans
port til Hospitalet, og desud
en til Postbefordring m.m.
I den blev Lorenze kørt
herfra til Hospitalet efter,
at Ulykken var sket, idet
Samuels Hus “á Kág” var
blevet saaledes ombygget,
at der kunde køres forbi
det ad “Kágabrekku”.
Dette var dengang for
nøjeligt lavet om, saa at
Johs Olsen, som var den
første Chauffør her paa
Færøerne og uddannede
sin Medejer Just S. til det
samme, saa at han for det
meste passede og kørte
med Bilerne, da han selv
tillige havde Doktobaaden
at passe.
Hevði eisini grammofon
Johannes Død var os en
stor Sorg. Hans livlige og
elsværdige Væsen op
muntrede os hver Gang,
han kom ind. Han havde
blandt andet anskaffet en
Grammofon, som han ofte
havde staaende her hos os,
og sidste Gang lod den
afhente herfra kort før sin
Død. “Den har jeg anskaff
et mig til din Fornøjelse,”
sagde han engang til Lor
enze. Han havde en hel
Mængde Plader, navnlig
var Salmerne meget
smukke. Ogsaa flere
muntre Sange og nogle
engelske, som f. Eks.
“There is a long way to
Tipperary” o.fl.
Lægen fortalte mig, at
han lige før sin Død havde
faaet for c. 100 kr. nye
Plader og gik ind i sit
Værelse med dem. Havde
han blot givet sig Stunder
til at prøve Dem, vilde han
have undgaaet Ulykken.
Skiftið
Tann 5. juni sama ár var
skiftifundur eftir Johannes.
Mostir hansara Olevine
Joensen møtti fyri mamm
una, Pouline Sofie, sum
var einasti arvingur.
Tað vísti seg, at Johan
nes var hampiliga væl fyri.
Hann hevði onga skuld av
týdningi, men átti helvtina
í tveimum bilum. Størsti
einstaki ognarlutur var
grammofonin, sum við
plátum var mett til kr. 110.
Hann átti heilt fitt av inn
búgvi og eisini av klæðum.
Á bók átti Johannes kr.
1.700 kr., so við sínum
fasta arbeiði skuldi hann
verið væl førur fyri at
giftast, sum eisini var
ætlanin, tá ið hann doyði.
Lorensa reisti dreingi
sínum ein flottan gravstein
og sjálv giftist hon ikki.
Ulla undir Kletti greiðir
frá, at tað er henni fortalt,
at Lorenza var javnan úti á
kirkjugarðinum at vitja
grøvina hjá drongi sínum.
Hon plagdi at sita har á
einum krakki og binda.
Trúføst hevur hon verið.
Keldur:
Eirikur Lindenskov
Ulla undir Kletti
Oluffa í Gongini
Johannes Olsen:
Fyrsti maður við koyrikorti í Føroyum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tað er kent, at Júst Sivertsen átti fyrsta bil í Føroyum. Tað er minni kent, at Johannes
Olsen átti bilin saman við Júst, og at hann doyði árið eftir av eini vanlukku
Johannes (við rattið) og Júst við sjúklingum á Sanatoriinum
FRED
MONTØR
JOHANNES S. OLSEN
F. 6. SEPTEMBER 1894
D. 14. APRIL 1924
JEG ER OPSTANDELSEN
OG LIVET. DEN SOM
TROR PAA MIG SKAL LEVE
OM HAN END DØR.
JOHS. 11,25
Lorenza gloymdi ikki
drongin og giftist ikki
Olevina og Andreas undir Kletti, sum Johannes vaks upp hjá
Næstu ferð
Komandi partur
verður um skiparan
Anthon Jørgensen,
sum átti tvær konur
í gamla kirkjugarði
Johannes til
arbeiðis á
hospitalinum