hósdagur 18. mars 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyrri upp- og niðurflytingardysturin
millum Eik-ligukvinnurnar hjá KÍF
og 1. deildarkvinnurnar hjá Ternuni
var í ítróttarhøllini í Kollafirði í gjár-
kvøldið. Toftakvinnur vóru drúgvari
og vunnu 3-1, eftir at KÍF hevði tikið
fyrsta settið.
Dysturin var sera javnur tey bæði
fyrstu settini, har tað kundi farið
báð ar vegir. Tá avtoranaði, vann KÍF
fyrsta sett og Ternan annað sett,
men bara tveir bóltar vóru á muni í
báðum settunum, so her sá alt sera
javnt út undan teimum næstu
settunum.
Men í triðja setti byrjaði Ternan at
vinna sær yvirvág og at leggja trýst
á, so kvinnurnar hjá KÍF fóru at gera
feilir og høvdu ilt við at halda
konsentratiónina.
Ternan
vann
settið og gjørdi síðani bart í triðja
setti, har støðan eina løtu var 14-4,
til Ternan hevði vunnið tað greitt og
tí eisini vann dystin.
Sostatt hava flogbóltskvinnurnar
á Toftum vunnið sær ein fyrimun
undan seinna dystinum millum
liðini, sum verður í høllini í Tofta
skúla næsta mikukvøld. Í hesum
upp- og niðurflytingardystunum
verður spælt best av trimum, har
liðini fyrst hava hvør sín heimadyst,
men skulu møtast á uttanveltaðum
vølli, verður neyðugt við einum
avgerandi triðja dysti.
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 18. mars 2010
Í øllum deildum, uttan 3.
deild, er spenningurin stór
ur undan síðsta umfarinum
í liðkappingini í talvi, sum
verð ur í Pálsstovu í Havn
leyg ar dagin
Møguleiki er fyri, at alt endar í einum
trunka í 1. deild, tí har eru trý lið um
boðið. Klaksvík 1 er eitt stig framman
fyri Vestmanna 1 og Havnina 1, og
síðsta
kappingardagin
telvar
Klaksvík 1 ímóti Havnini 1, meðan
Vestmanna 1 telvar ímóti Sandavági
1.
Reglurnar siga, at enda tvey lið
jøvn, bæði í stigatali og dystar stig-
um, verður umdystur telvaður, so
skjótt sum øll talvini eru liðug, og
telvar arnir fáa 10 minuttir í part.
Stend ur framvegis á jøvnum, verður
nýggj ur umdystur, men hesa ferð í
snar talvi, og tá verður telvað, til ann-
að liðið vinnur og sostatt eisini verð-
ur meistari.
Enda øll trý liðini jøvn, telva øll lið-
i ni ein dyst ímóti hvørjum øðrum,
har 10 minuttir eru í part til hvørt
talvið. Eru liðini framvegis jøvn,
verð ur eisini her telvað við snartalvi,
til eitt lið hevur vunnið.
Í 2. deild er Sandavágur 2 á odda,
við tveimum stigum fleiri enn Havn-
in 3 og Havnin 2. Um fleiri lið enda
jøvn her, verða dystarstigini av ger-
an di. Í 3. deild, sum er einasta deildin
utt an spenning, er Vestmanna 3
longu vinnari, og hóast vest menn-
ing ar hava fríumfar, so eru teir heili
átta stig framman fyri Skopun, sum
er á einum somuleiðis tryggum øðr-
um plássi.
So er tað unglingadeildin, har tað
er umleið líka spennandi sum í 1.
deild, tí her er Sandavágur hálvt stig
framm an fyri Havnina A og hálv t-
annað stig framman fyri Vestmanna.
Øll trý hava møguleika at vinna
deild ina, og her ger seg galdandi, at
enda liðini jøvn í stigum og dyst a r-
stigum, verður umdystur eftir sama
leisti sum í 1. deild.
KÍFTernan 13 (2523, 2325, 2025, 1425):
Ternan tók fyrsta stikkið
Hóast KÍF vann fyrsta sett, so
tók Ternan trý tey næstu og
hevur fyrimun undan seinna
upp- og niðurflytingardystinum
hjá kvinnum
Mynd: Rógvi Nybo
Tey fýra sterku liðini, ið
telva avgerandi dystirnar
leygardagin, kunnu vera
mannað soleiðis:
Havnin: Helgi Dam Ziska,
Martin Poulsen, Jóan Hendrik
Andreasen og Hans Kristian
Simonsen
Klaksvík: Heini Olsen, Ólavur
Simonsen, Eyðun Nolsøe og
Finnbjørn Vang
Vestmanna: John Rødgaard,
Carl Eli Samuelsen, Martin
Brekká og Samson Højgaard
Sandavágur: Olaf Berg, Rógvi
Egilstoft Nielsen, Torkil
Nielsen, Bernhard
Augustinussen
FAKTA
Talvkappingin
endar við braki
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Bæði í 1. deild og unglinga-
deildini kann tað enda við
umdysti, um fremstu lið ini
standa á jøvnum eftir sein-
as ta umfarið, sum byrjar
í Pálsstovu leygardagin
klokkan 13
Í gjár vóru innleiðandi umførini í
EM- kappingini í innandura boga-
skjót ing skotin í Kroatia, har tveir
før oyskir skjúttar eru við – Jógvan
Nicla sen í compound hjá vaksnum
og Magnus Andreassen í junio r-
bólki num í compound.
Magnusi Andreassen, sum skjýtur
í juniorbólkinum, ið eru skjúttar upp
til 18 ár, megnaði at fáa 570 av 600
møgu ligum stigum, og hetta var
nóg mikið at koma upp á 15. pláss.
So statt telist hann millum skjútt ar-
nar, sum í morgun skuldu skjóta
final ur nar, og har skuldi hann í fyrsta
um fari møta skjúttanum, sum gjørd-
ist nummar 18 innleiðandi.
Jógvan Niclasen, sum fekk 574 av
600 møguligum stigum, gjørdist
akkur át ov stuttur til finaluna, tí
hann gjørdist nummar 34 – og 32
teir fremstu sluppu í finalurnar.
-eij
Magnus í EMfinalu
Magnus Andreasen stóð seg so mikið væl í innleiðandi
skjótingini í gjár, at hann endaði millum 16 teir bestu