Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 18. mars 2010 – Nr. 54 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Sprintari til Havnar Ein af Føroya skjótastu sprintarum, Pauli Øssursson Mohr, hevur limað seg inn í Havnar Svimjifelag og komandi mánaðirnar fer hann at royna seg í høvuðsstaðarfelagnum. Síðani smádreingjaárini hevur Pauli verið knýttur at Fuglafjarðar Svimjifelag, men nú hevur hann – í fullari semju við baklandið – skift felag, so hann kann leita sær nýggjan íblástur á svimjileið síni. Bárður fyri Jákup Nú fótbóltslandsliðið fyrireikar seg til venjingardystin ímóti Íslandi í Kórinn-høllini í Kópavogi sunnudagin, er onkur broyting gjørd í hópinum. Millum annað er ein B36-ari komin inn fyri ein annan, tí tá Jákup á Borg gav avboð, valdi Brian Kerr, landsliðsvenjari, í staðin at taka út Bárð Olsen, skrivar B36-heimasíðan. Bárður er frammanundan skrásettur fyri tveir A-landsdystir. Argentinska stjørnan skor­ aði tvey og legði upp til eitt triðja mál, tá FC Barcelona í stórum stíli spældi seg í fjórðingsfinaluna í Champions League. Eisini Bor deaux spældi seg víðari At fyrra áttandapartsfinalan millum FC Barcelona og VfB Stuttgart end- aði við javnleiki, 1-1, var ein sannur skelkur fyri spanska liðið. Tí stóð nógv upp á spæl, tá liðini hittust aftur í gjárkvøldið. Men hesa ferð var talan um annan dyst, tí minni enn eitt korter var farið, tá Lionel Messi hevði skotið fyrsta málið. Hann rak fram við Stuttgart-verjuni og sendi bóltin upp í samankomingina. Løtu seinni stóð Messi fyri frí- spælingini, ið gav 2-0, tá hann lyfti bóltin inn til Yaya Touré, ið lættliga kundi skora til 2-0. Eftir dystin var sami Touré ikki seinur at rósa Messi: – Hann er heim- sins besti spælari, tí hann spælir undur fullan fótbólt og hevur ótrú- liga stóran týdning fyri lið okkara, segði málskjúttin. At ikki einki var um hesi orðini, kundi Messi sjálvur staðfesta á vøll- inum í seinna hálvleiki, tá hann eitt korter fyri tíð skoraði til 3-0 eftir eitt typiskt FC Barcelona-álop við nógv- um bóltnertingum og einum brád- ligum skoti. Nú var dysturin væl og virðiliga avgjørdur, samstundis sum eingin sum helst ivi var um, at Champions League-meistararnir frá undanfarna kappingarári saktans kunnu endur- vinna kappingina – í øllum førum, sum teir spældu í gjárkvøldið. Tá so Bojan Krkic í næstsíðsta minutti gjørdi tað til 4-0, var tað bara pynt, tí við sigrinum í gjár- kvøldið kom FC Barcelona í fjórð- ingsfinaluna við samanløgdum 5-1 sigri á VfB Stuttgart. Trý reyð kort Franska FC Girondins de Bordeaux hevur gjøgnum kappingina verið mest effektiva liðið, tí í bólka spæl- inum vann liðið 16 av 18 møguligum stigum, og í áttandapartsfinalunum ímóti Olympiakos fór liðið víðari við samanlagt 3-1 í tveimum sigrum. Yoann Gourcuff legði fyri, tá hann longu í fjórða minutti sendi eitt spískt og óvæntað fríspark í málið til 1-0. Oman á tað heila fekk Olympiakos-spælarin, Matt Derby- shire, seinna gula kortið, so hetta fór at líkjast alt meira einum greiðum sigri til Bordeaux. Men brádliga stakk Kostantinos Mitroglou seg upp og javnaði til 1-1, og tá so Bordeaux-liðformaðurin, Alou Diarras, tríggjar minuttir seinni fekk reyða kortið, tóktist dysturin fáa eina vend. Olympiakos trýsti og var nær við at fáa málið, ið hevði sent liðið víðari, men tað eydnaðist kortini ikki. Í staðin gjørdist tað Marouane Chamakh, sum tveir minuttir fyri tíð í flúgvandi stíli fekk skallað franska liðið í fjórðingsfinaluna. Tá hevði eis ini svenski Olympiakos-spælarin, Olof Mellberg, sæð reytt, so hetta málið avgjørdi væl og virðiliga alt og sendi franska liðið í fjórðings- finaluna. Messi í stórformi Graslíki á tjóðarleikvøll Eftir ætlan skal norski tjóðarleikvøllurin, Ullevaal, leggja um til graslíki í 2012. – Vit fara at taka málið til viðgerðar innan eitt ár. Tøknin ger, at graslíki gerst alsamt betri og betri, sigur forsetin í norska fótbólts- sambandin um, Yngve Hallén. Ståle Solbakken, sum verður norskur landsliðsvenjari á sumri í 2012, er tó ógvuliga skeptiskur. – Hetta er nýtt fyri mær. Eg vóni kortini, at eg fái eitt orð at siga í hesum málinum, sigur hann. Í Danmark er ikki loyvt at spæla dystir á graslíki í tveimum teimum ovastu fótbóltsdeildunum. Ståle Solbakken heldur ikki, at Noreg gongur í takt við nógvar aðrar fótbóltstjóðir, um graslíki verður lagt á tjóðarvøllin. – Tað er bara í Moskva, at tað er hent, staðfestir Ståle Solbakken. Helvtin av liðunum í bestu norsku fótbóltsdeildini hava graslíki á heimavølli sínum. Hønefoss, Kongsvinger, Odd Grenland, Stabæk, Strømsgodset, Tromsø og Aalesund hava øll graslíkisvøll. Fyrsta norska fótbóltsfelag, sum fekk graslíkisvøll var norðurnorska felagið, Harstad, í 1977. heri einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Ætlandi verður gras líki lagt á norska tjóðar leik vøllin, Ullevaal, um tvey ár Lionel Messi stóð fyri góðum undirhaldi á Camp Nou í gjárkvøldið, tá FC Barcelona við 4-0 sigri sendi VfB Stuttgart úr Champions League-kappingini Mynd: Alberto Estevez/Polfoto Hesi eru víðari Manchester United (Samanlagt 7-2 á AC Milan) Lyon (Samanlagt 2-1 á Real Madrid) Arsenal (Samanlagt 6-2 á FC Porto) Bayern München (4-4, men fleiri útivallarmál enn Fiorentina) Inter (Samanlagt 3-1 á Chelsea) CSKA Moskva (Samanlagt 3-2 á Sevilla) Bordeaux (Samanlagt 3-1 á Olympiakos) FC Barcelona (Samanlagt 5-1 á VfB Stuttgart)