hósdagur 18. mars 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 54 - 18. mars 2010
Gamow og Alpher rokna kjarnasamruna í Big-Bang
Georgiy Antonovich Gamov, 1904-1968,
sum var ættaður úr Odessa, var navn-
framur atomgranskari og kjarnagransk-
ari. Er serliga kendur fyri arbeiði sítt
viðvíkjandi Big-Bang ástøðinum og fyri
fólksligu skriving sína um trupul
alisfrøðilig evni.
Myndin vísir Robert Herman vinstrumegin og Ralph Alpher høgrumegin.
Herman var komin upp í samstarvið millum Gamow og Alpher. Í miðjuni
ein (Cointreau) fløska við Ylem. Hetta var heitið, Gamow hevði sett á frumsuppuna
av elektronum, protonum og nevtronum. Í ylem-tokuni mynd av skemtaranum
Gamow.
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 37
Ukreinski alisfrøðingurin Gamow,
sum eina tíð hevur lisið hjá sjálvum
Friedman í Leningrad, rýmir saman
við konu síni úr Sovjetsamveldinum
í 1933. Eftir hetta starvast hann
í USA. Í marksetandi grein frá 1948
vísa hann og næmingur hansara
Ralph Alpher, at tað við Big-Bang
ástøðinum sum grundarlag ber til
at skilja tað býtið, sum er ímillum
hydrogen og helium, og hví hesi
bæði lættastu grundevnini eru megin-
parturin av øllum tilfari (grund-
evnum) í alheiminum
Tá ið granskarar við spektroskopiskum
amboðum høvdu fingið skil á grund-
evnabýtinum í rúmdini, varð greitt,
at kosmiska grundevnabýtið er heilt
øðrvísi enn í tilfari, sum t.d. himmal-
knøttir og vit menniskjum eru gjørd
úr, sí talvuna.
Grundevni
Lutfalslig
atomtøl
Hydrogen
Helium
Oxygen
Carbon
Øll onnur
10.000
1.000
6
1
< 1
Talvan skal skiljast soleiðis, at fyri
hvørji 10.000 hydrogenatom eru um
leið 1.000 heliumatom, 6 oxygenatom,
1 carbonatom og av øllum øðrum grund-
evnum minni enn 1 atom! Verður roknað
eftir nøgd, verður tað til, at um leið
tríggir fjórðingar eru hydrogen, um
ein fjórðingur er helium og eitt sløð
av øðrum evnum. Stóri spurningurin
var nú, hvussu tað kundi bera til, at
grundevnabýtið var so serstakt. Hví
er nógv mest til, 99,9 % roknað eftir
atomtali, av teimum báðum lættastu
og einfaldastu grundevnunum. Við
nútíðar eftirklókskapi kunnu vit kanska
siga, at hetta boðar eyðsýnt frá einari
kosmiskari skapanartilgongd.
Grundevnagerð í stjørnunum
Fyrstur at rokna við kjarnatilgongdum
í stjørnunum var Friedrich Georg
Houtermans, 1903-1966. Hann og
bretin Robert Atkinson viðgera í 1929
fusiónstilgongdir í stjørnunum. Stóri
spurningurin um hetta mundið er, um
umstøður munnu vera í stjørnunum
til fusiónstilgongdir. Er tættleikin nóg
stórur og er hitin nóg høgur? Tað veit
eingin enn við vissu. Seinni taka Hans
A. Bethe og aðrir táttin upp, og tá ið
komið er til 1940, eru granskarar ikki
í iva. Stjørnurnar fáa orku til vega við
fusiónstilgongdum, sum gera hydrogen
um til helium. Hvussu tungu grundevnini
verða til í stjørnunum, hava vísindini
ikki um hetta mundið enn fingið skil
á. Tað verður ikki fyrr enn í 1950´ár-
unum.
George Gamow
Sovjetiski, amerikanski alisfrøðingurin
Gamow, 1904-1968, var ættaður úr
Odessa í Ukreina. Av lyndi var hann
ein íspegil. Stundum var skemt hansara
reiðiliga grovt. Tað var helst ein av
orsøkunum, at hesin maðurin, sum
saman við øðrum á reint ástøðiligum
grundarlagi gjørdi eina ta ótrúligastu
forsøgn (um kosmisku baksýnisgeisl-
ingina, sjálva eftirglóðina eftir Big-
Bang), sum seinni varð eftirvíst við
eygleiðingum, ikki altíð fekk ta viður-
kenning, sum hann hevði uppiborið.
Tíðliga vísti hann áhuga fyri náttúru-
vísindunum. Pápin hevði givið honum
eitt lítið mikroskop, sum hann brúkti
dúgliga at kanna ymiskt. Einaferð,
Gamow hevði verið til altars, goymdi
hann altarbreyðið og altarvínið í kjálk-
anum, meðan hann rann heim at kanna
hetta tilfarið í mikroskopinum, um
tað kundi verða umbroytt til Kristi
likam og blóð. Hann sá ongan mun
á hesum tilfarinum og vanligum breyði
og víni. Gamow segði seinni, at hann
helt, at tað var henda royndin, sum
gjørdi hann til vísindamann.
Eina aðra ferð skapti hann øsing
við at siga, at bústaður Guds mundi
vera 9,5 ljósár burturi. Frágreiðingin
skuldi vera, at tá ið kríggið millum
Japan og Russland byrjaði í 1904 heittu
kirkjurnar á fólk um at biðja fyri, at
Japan varð lagt í oyði. Bønir og vreiði
Guds gingu sambært Gamow ætlandi
við ljósferð, og ikki fyrr enn í 1923
var Kanto-jarðskjálvtin í Japan!
Gamow lesur fyrst í Odessa. Í 1923
fer hann til Leningrad at lesa hjá
Friedmann. Har man hann hava fingið
góðan kosmologiskan íblástur. Skjótt
hevur gávuríki maðurin úr Odessa
vunnið sær navn sum ein av heimsins
fremstu atomkjarnagranskarum. Men
honum leiðist við royndirnar hjá
sovjetstatinum at blanda politikk upp
í vísindini. Hann kann als ikki góðtaka,
at staturin skal siga vísindunum, hvat
ið er rætt.
Hjá Gamow og konuni, Lyubov
Vokhminzeva, sum eisini er alisfrøðing-
ur, búnast ein ætlan um at rýma úr
Sovjet. Í 1932 gera tey eina heldur
øra roynd at rógva um Svartahav í
kajakk. Eisini ein onnur roynd at fara
úr Murmansk til Noregs miseydnast.
Í 1933 verður Gamow boðin at taka
lut á Solvay-fundi fyri alisfrøðingar
í Brüssel. Hann fær við tógvið stríð
skipað so fyri, at konan skal sleppa
við sum skrivari. Tá eydnast teimum
at rýma.
Eftir hetta heldur hann fyrilestrar
í París og í London, og frá 1934 til
1956 er hann professari við George
Washinton University í Washington
DC. Í 1940 fær hann ríkisborgararætt
í USA, og frá 1956 er hann knýttur
at University of Colorado í Boulder.
Kjarnasamruni eftir Big-Bang
Belgiski presturin Lemaître hevði í-
myndað sær alheimsbyrjanina sum
eitt frumatom, sum gekk sundur. Kanska
í onkrari tilgongd, sum líktist geisla-
virknum tilgongdum, har ið tungir
óstøðugir kjarnar fara sundur í smærri
kjarnar og lata frá sær orku. Lemaître
hevði einki uppskot um, hvussu
hydrogen kundi verða til helium í Big-
Bang.
Gamow dámdi ikki hetta hugskotið
um eina fissiónsbyrjan, tí hevði gongdin
verið soleiðis, skuldi heimurin verið
fullur í miðaltungum kjarnum. Var
tað ikki natúrligari at ímynda sær eina
byrjan bara við hydrogen, við tað at
hetta grundevnið roknað eftir atomtali
framvegis var um 90 % av øllum tilfari?
Gamow granskar fusiónstilgongdirnar
í stjørnunum og skilur, at hóast stjørn-
urnar fáa sína orku úr fusiónstilgongdum,
sum gera hydrogen um til helium,
so er hetta ikki orsøkin, at fjórðingurin
av øllum tilfari eftir nøgd er helium,
t.d. í sólini. Stundir hava rætt og slætt
ikki verið til at gera alt tað helium,
sum sólin hevur í sær. Meginparturin
av tí helium, sum er í sólini, hevur
longu verið til taks, tá ið sólin varð
til! Kanska stavaði heliuminnihaldið
í alheiminum frá fusiónstilgongdum
í sjálvari Big Bang hendingini?
Fyrst í 1940-árunum fer Gamow
av álvara undir ætlan sína at fáa greiði
á tí, sum hendi eftir Big-Bang. Hann
stendur heldur einsamallur við síni
verkætlan. Næstan allir teir fremstu
atomgranskararnir í vesturheiminum
eru farnir til Los Alamos at fáa til vega
eina atombumbu. Sjálvur er hann í
hesum sambandi settur á svartalista,
tí hann hevur verið yvirmaður í reyða
herinum. Hóast hann bara hevur undir-
víst russiskum hermonnum í alisfrøði
og hóast eingin ivi er um politiska
samhuga hansara, verður hann mettur
at vera ein trygdarvandi.
Gamow hugsar sær fyrst filmin
spældan aftureftir. Tá ið alheimurin
víðkast, hevur hann verið tættari fyrr,
og heitari. Tættleiki og hiti hava kanska
einaferð verið soleiðis, at bara teir ein-
faldastu atompartiklarnir hava verið
til, protonir, nevtronir og elektronir.
Sum heimurin víðkaðist og hitin fall,
kunnu seinni hava verið umstøður
fyri kjarnasamruna. Gamow setir sær
fyri at vita, hvat ið kann koma úr einari
slíkari frumsuppu, sum víðkast og
kólnar. Skjótt verður honum greitt,
at uppgávan er ómetaliga viðfevnd,
tí umstøðurnar broytast alla tíðina,
hitin fellur, tættleikin minkar og
partikkulsamansetingin broytist. Krøvini
til støddfrøðiligan kunnleika eru stór.
Hóast Gamow er millum fremstu
alisfrøðingar, er støddfrøði ikki tað,
hann er stinnastur í. Og rokniamboð
eru ikki til taks sum nú á døgum.
Í 1945 fær hann ta hjálp, honum
tørvar. Hin ungi Ralph Asher Alpher,
1921-2007, ætlar at vinna sær doktara-
heiti undir leiðslu Gamows. Alpher
er stinnur í støddfrøði og hevur gott
eyga fyri smálutum. Gamow setir hann
at rokna Big-Bang kjarnasamruna,
sum sambært Gamow bara kann fara
fram í einum ávísum hitaglugga og
einum tíðarglugga. At byrja við er
ov heitt, at protonir og nevtronir kunnu
koma saman. Seinni er hitin passaligur,
og seinni aftur er hitin ov lágur. Tíðar-
treytin kemst av, at nevtronir eru
óstøðugar, sita tær ikki í einum kjarna.
Gera tær ikki tað, fána tær til protonir
og elektronir, og hetta gongur skjótt
fyri seg, tí helvtartíðin er bara um leið
10 minuttir. Tað merkir, at talið á fríum
nevtronum minkar til helvtar eftir hvørjar
10 minuttir.
Ukreinski lærumeistarin og dugnaligi
næmingur hansara fáa til vega nýggjastu
vitanina um atomheimin og stríðast
við útrokningarnar. Trý ar seinni eru
teir komnir á mál. Úrslitið hjá teimum
er, at tá ið kjarnasamrunin í Big-Bang
er av, er gjørdur ein heliumkjarni fyri
um leið hvørjar 10 hydrogenkjarnar
og at 99,9% av øllum tilfari í alheim-
inum eru tey bæði grundevnini hydrogen
og helium, júst sum kanningarnar vísa.
Spurningurin um tey tungu grundevnini
er framvegis óloystur.
Greinin við úrslitunum hjá teimum
báðum Alpher og Gamow varð send
Physical Review. Útgávudagurin var
settur at vera 1. apríl í 1948. Kanska
var tað tað, sum fekk Gamow at gera
skemt burturúr. Fyri at fáa nøvnini
á rithøvundunum at sampakka við
fyrstu tríggjar stavirnar í grikska
stavraðnum, alfa, beta og gamma,
skrivaði hann eisini vinmannin Hans
Bethe sum rithøvund. Bethe hevði
annars einki havt við hetta arbeiðið
at gera. Soleiðis bar tað til, at rit-
høvundarnir til hesa marksetandi grein
stóðu at vera Alpher, Bethe og Gamow.
Tað varð sjálvandi kastað Gamow
og Alpher fyri, at grundevnabýtið,
sum teir høvdu roknað, var kent
frammanundan. Hevði borið til at
grundað onkra forsøgn á Big-Bang
ástøðið um eitthvørt, sum eingin visti
um, høvdu teir sjálvandi staðið sterkari.
Upp í samstarvið ímillum Gamow
og Alpher var nú komin amerikanski
vísindamaðurin Robert Herman, 1914-
1997. Alpher og Herman skriva í 1949
eina grein, har teir koma við einari
ótrúligari forsøgn. Tá ið atomkjarnarnir
vórðu gjørdir fáar minuttir eftir Big-
Bang, vóru í alheiminum hydrogen-
kjarnar, heliumkjarnar og leysar elektron-
ir. Hitin var framvegis milliónir stig,
so hugsingur var ikki um, at elektronirnar
kundu binda seg at kjarnunum. Til
tað var alt ov heitt. Umframt partiklarnar
vóru eisini fotonir, t.e. elektromagnetisk
geisling. Geislingin hevði tó ikki frítt
at fara, tí fotonirnar samvirkaðu alla
tíðina við leysu elektronirnar. Hetta
broytist tó, tá ið eini 380.000 ár eru
farin. Tá er hitin fallin so mikið, at
elektronirnar kunnu binda seg at kjarn-
unum at gera nevtral atom. Eftir tað
hevur geislingin frítt at fara. Geislahitin
er um hetta mundið um 3000 K. Nú
fer geislingin sína leið í alheiminum,
sum alsamt víðkast, geislingin kólnar
og myrkur legst um alheimin, sum
verður gjøgnumskygdur. Henda geisl-
ingin, siga Herman og Alpher, er í
allar ævir dømd at vera til staðar í al-
heiminum. Teir rokna, at geislaleivdin
nú vegna víðkanina eigur at hava hitan
5 K, t.e., hon eigur at vera til skjals
í rúmdini sum mikrobylgjur.
Í fleiri ár royna teir tríggir Gamow,
Alpher og Herman til at fáa granskarar,
sum hava skil fyri slíkum, at mála
hesa geisling, men teir tala fyri deyvum
oyrum, og í 1953 endar samstarvið
teirra millum.