Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 1 - 3. januar 2002 Nr. 1 - 3. januar 2002 3 NØVN Í VIKUNI Tá starvsfólkini á Dimma- lætting gjáramorgunin, 2. januar, fingu winerbreyð, var tað ikki bara tí, at Dimmalætting hevði fingið nýggjan blaðstjóra. Í gjár flyti Ingi Samuelsen eisini 40 ár, samstundis sum hann kundi sessast í ábyrgdar- blaðstjórastólinum. Ingi Samuelsen er í Dimmalættingarhøpi úr góðum bergi brotin. Hann er sonur Flemming Sam- uelsen, sum í fleiri enn 50 ár starvaðist sum prentari á Dimmalætting, har eini fimm av brøðrum hansara eisini hava havt sítt lívs- starv. Flemming er sonur Lenu og Steingrim Samuelsen í Fuglafirði. Steingrim var sonur Andras Samuelsen, stovnara Sambandsflok- sins, og var Georg Linden- skov Samuelsen, sum var blaðstjóri Dimmalættingar umleið helmingin av seinastu øld, abbabeiggi Inga. Mamma Inga er Hjørdis. Hon er dóttir Hjalmar og Alu Gåsedal í Sørvági. Flemming var prent- smiðjustjóri og var tekn- iskur leiðari á Dimma- lætting í mannaminni, og nú hava synir hansara, um man so má siga, »yvirtikið blaðið«. Ingi sum blaðstjóri og Hjalgrim sum fyri- taksstjóri. Ingi tók prógv sum jour- nalistur á journalistskúlan- um í Århus í 1990. Hann starvaðst frá 1991 til 2000 á donskum dagbløðum. Áðrenn hann fór at lesa, arbeiddi hann nøkur ár sum blaðmaður á Dimmalætting og eitt ár í útvarpinum. Hann flutti heim aftur til Føroya í apríl í 2000, tá hann varð settur sum tíð- indamaður á Dimmalætt- ing. Ingi hevur síðani 1. februar í fjør verið tíðinda- leiðari á Dimmalætting. Arbeiðið hjá bólk- inum, ið skal dagføra serundirvísingina í fólkaskúlanum, er umrøtt í nýggja Skúlablaðnum, sum júst er komið SKÚLABLAÐIÐ Turið Kjølbro Í Skúlablaðnum, sum kom fyri nøkrum døgum síðani, verður arbeiðið hjá bólk- inum, ið hevur fingið til uppgávu at viðgera ser- undirvísingina í fólka- skúlanum, umrøtt. Hesin bólkurin, ið er mannaður av seks lærarum, hevur sett sær fyri at koma við hug- skotum um ábøtur. Ser- undirvísingin í fólkaskúl- anum er býtt sundur í tveir partar, serundirvísing vegna serligan tørv og vanliga serundirvísing. Viðvíkjandi hesum seinna, mælir arbeiðs- bólkurin til, at skúlar seta á stovn sertoymi við til dømis 4-5 lærarum. Hesir skulu hava fakligan førleika, áhuga og góð samstarvs- evni mótvegis børnum, arbeiðsfeløgum og foreldr- um. Teir skulu hava nógvar sertímar um vikuna, verða stuðul hjá serráðgevanum, verða bindilið millum lærarar, serráðgeva og leiðslu, og hjálpa leiðsluni og ráðgevanum at skipa serundirvísingina, soleiðis at mest fæst burtur úr henni. Fyri at sleppa undan, at tímar ætlaðir til serundir- vísing, verða brúktir sum klípi í tímatalvuni, eigur serundirvísingartoymið at verða við í ráðleggingini av tímatalvuni og gera tilmæli til leiðsluna um, hvussu tímarnir best verða nýttir. Álitið við heitinum “Fólkaskúlin - ein avbjóð- ing”, heldur nevndin í Føroya Lærarafelag, verða eina góða jólagávu. Álitið byggir á protokollatið, sum varð undirskrivað eftir drúgva verkfallið á vári 2000, og hevur til endamáls at laga skúlan til nýggju fólkaskúlalógina. Meiri um álitið stendur at lesa í blaðnum. Í skúlablaðnum annars eru greinir um álitis- fólkaskeið, viðmerking til Sjónvarp Føroya, ferða- stuðulin til næmingar, og annað. LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Leygardagin 5. januar kl. 16:00 opnar myndlista- framsýning á Ribarhúsi í Fuglafirði. Hetta er list í myndum, orðum og tón- leiki. Unga listakvinnan, Kiristina Joensen, sýnir fram vatnlitsmyndir og málningar, sum hon hevur tilevnað tvey tey seinastu árini. Skaldskapurin í myndunum er ekspression- istiskur, abstraktur og eks- perimenterandi. Maria Larsen fer at lesa egnar yrkingar, sum hon hevur skrivað tey seinastu árini. Yrkingarnar eru kenslubornar, ekspress- ionistiskar og søkjandi. Jenny Niclassen syngur føroyskar sangir, meðan Eyðun Larsen hevur fylgis- spælið. Kristina, Maria og Jenny hava verið vinkonur frá barnsbeini av. Tónleikur hevur verið ein partur av frítíðarítrivi teirra, og nú leggja tær eina ál afturat sínum hugaheimi sum 18 og 19 ára gamlar við einari framsýning og hugnaløtu á Ribarhúsi í myndlist, orðum og tónleiki. Ingi Samuelsen 40 ár Ungar listarkvinnur í Ribarhúsi í Fuglafirði Unga listakvinnan, Kiristina Joensen, sýnir fram vatnlitsmyndir og málningar, sum hon hevur tilevnað tvey tey seinastu árini í Ribarhúsi í Fuglafirði leygardagin Serundirvísingin endurskoðast FØÐING Ingrid Bjarnastein Við ársbyrjan var tað ein genta í Klaksvík, sum varð fødd, sum fyrsti føroyingur, ár 2002. Hon varð fødd 01.01.2002, klokkan 05.40 um morgunin. Gentan vig- aði 3300 gramm og var 50 cm long. Foreldrini eita Jensa Heinesen og Jógvan Bertholsen og eru tey búsit- andi í Klaksvík. Framman- undan eiga tey seks ára gamla Hans Jákup, sum nú hevur fingið eina lítlasystir, sum ikki bert er hansara fyrsta lítlasystir, men eisini fyrsti føroyingurin føddur í ár 2002. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Flestu politistøðirnar í Før- oyum siga, at tað var ógvu- liga friðarligt um árskiftið og vikuskiftið beint áðrenn. Í Havn vórðu tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring nú millum jóla og nýggjárs. Eisini var løgreglan boð- send í sambandi við húsa- ófrið vegna drykkjuskap eini tríggjar ferðir. Harav endaði onkur á støðini, men onki álvarsamt var í hesum máli. Smávegis herverk, rútar brotnir, bilrútar knúst- ir, helst av rakettum, men eisini onkustaðni er ein steinur farin ígjøgnum. Sjálvan nýggjársaftan var onki stórvegis. Tað, sum tó var heldur óvanligt var, at ongin yvirnáttaði á politi- støðini í Havn sjálvan nýggjársaftan. – Jú, hetta er heilt vist eitt sindur óvanligt, sigur vakt- havandi á politistøðini. – Tað vóru ongir liggj- andi gestir nýggjársaftan. Í okkara arbeiði er tað jú soleiðis, at líkamikið hvat fyri dagur í vikuni tað er, so kann man vænta at fáa onkran innum. Men tó kann tað væl vera, at vit hava koyrt onkran heim, ístaðin fyri at taka hann inn her. Soleiðis royna vit at gera, um viðkomandi er førur fyri at taka sær av sær sjálvum, ella um onkur er heima at taka ímóti teim- um. Men tó ikki so. Politist- arnir í Havn eru ikki heild gloymdir í nýggja árinum, tí longu í gjáramorgunin var onkur dottin innum at sova rúsin av sær. Eitt harðsskapsmál var í býnum í Havn náttina til sunnudagin. Onkur hevði fingið ein neva frammaná, og splintur vóru brotnað av onkrum tonnum. Løgreglan hevur tó okkurt navnið og tískil hava teir eina ábend- ing av, hvør møguliga hev- ur verið í »nevaleikinum«. Ársins fyrsti føroyingur varð ein genta Mamman, Jensa Heinesen avmyndað við dóttrini, sum gjørdist fyrsti føroyingur, føddur í ár 2002 Nýggja árið er byrj- að, og sum vant vórðu nógvar rak- ettir sendar í luft- ina nýggjársaftan. Neyðrakettirnar, sum tú bert kanst skjóta sjálvan nýggjársaftan, vísa seg at elva til stór- an skaða, tá tær detta niður millum hús LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein – Trupulleikin við neyð- rakettum er, at tær eru ikki bert villeiðandi, men tá tær detta niður millum hús, kunnu tær elva til stóran skaða, sig- ur vakthavandi á politi- støðini. – Nógvir velja at skjóta »gamlar« neyð- rakettir upp nýggjársaft- an, tí tær skulu jú skift- ast út einaferð um árið. Men tá rakettirnar verða skotnar upp ímóti vind- inum, detta tær niður aftur skjótt, og tær út- vikla so mikið av hita, at skaði skjótt kann stand- ast av hesum. Vindurin ger so eisini tað, at rak- ettirnar detta niður aftur á bygdum øki og er tað her skaðarnir henda. Tað rætta er at skjóta neyð- rakettirnar upp undan vindinum, tí soleiðis verða tær í luftini longri, greiðir vakthavandi á politistøðini frá. Ein neyðrakett datt niður á eini hús í Havn- ini, og elvdi til smávegis skaðar. Ein onnur neyð- rakett fór ígjøgnum eitt kjallaravindeyga á Skála. – Rakettin var so mik- ið sterk, at hon fór ígjøgnum ein dupultan rút og inn í eitt kamar. Síðani fór hon inn í mót- sattan vegg og breyt eina bygningsplátu, greiðir vakthavandi á politistøð- ini í Runavík frá. Ongin stórvegis skaði stóðst av rakettini, av tí at ein granni var so kvikur við einum pulvursløkkjara, at hann fekk køvt eldinum áðr- enn hann fekk gjørt nak- að serligt um seg. Triðja neyðrakettin var í Vági. Vakthavandi á politistøðini á Tvør- oyri greiðir frá: – Vanliga fara rakettir beint uppeftir tá eldur verður settur á tær, men hesuferð fór rakettin vatnrætt ístaðin fyri at fara uppeftir. Hon lendi á takinum á húsunum, har hon brast og brendi síðan niður ígjøgnum takið. Húsini vóru í tveimum hæddum. Grundin var gjørd av betong, meðan yvir- hæddin var timbur. Øll yvirhæddin var brend, og húsini noyðast at verða bygd av nýggjum. Hóast eldurin gjørdi so nógvan skaða, so var sløkkiliðið á staðnum beinanvegin. Tíbetur breiddi eldurin seg ikki víðari til húsini við síð- una av, og er hetta hepp- ið, tí húsini standa rætti- liga tøtt. Húsini vóru eini av teimum vestastu tá koyrt verður vestur á Eiðið í Vági. Hús brend í grund av neyðrakett LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Í Suðuroy hevur verið ógvuliga friðarligt um ársskiftið. Vakthavandi á politistøðini á Tvøroyri sigur, at teir høvdu bert tikið ein fullan mann og koyrt hann heim. – Kanska fólk eru vorðin eitt sindur rædd av tilburðunum 2. jóla- kvøld, tí tá vóru ikki minni enn tríggir bar- dagar, greiðir vakthava- ndi á politistøðini á Tvøroyri frá. Onkur ósemja hevur helst stungið seg upp millum onkrar, ið helst hava fingið ov nógv nið- urum. Ein av monnun- um breyt nakrar tenn, ein annar fekk eina keikta hond, ein triðji fekk fleiri hol á høvdið. – Tað vóru eisini vaksnir menn, sum fóru til hendurs, og ikki óvit- ar. Grundin til bardag- arnar er helst tann, at tá brennivínið kemur inn, fer skilið út, metir vakt- havandi á politistøðini á Tvøroyri. Brotnar tenn og keikt hond Nevan frammaná C M Y K 3 2