Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 1 - 3. januar 2002 Nr. 1 - 3. januar 2002 5 – Vit fara helst at síggja munandi betri fiskaprísir nú í byrjanini av árinum enn í jólavikuni, held- ur Jason Johannesen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tá ið vit frættu av Fiska- virking í Saltangará miku- morgunin, skiltist, at leir- víkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, sum fóru útaftur 3. jóladag, hava fingið væl av fiski seinastu dagarnar. Hetta visti Jason Johann- esen at siga. Hann visti tó ikki, hvussu nógv teir hava fingið. – Vit plaga at keypa fisk- in hjá hesum báðum trolar- unum, men vit vænta, at nógvir verða um boði at keypa hesaferð, tí eingin fiskur er á marknaðinum. Nær skipini koma innaftur at landa, visti stjórin á Fiskavirking í Saltangará ikki at siga. Góðar sølur uttanlands Jason Johannesen væntar, at fiskaprísirnir nú beint eftir nýggjár verða mun- andi betri enn prísirnir í jólavikuni, tá ið so nógvur fiskur var á marknaðinum. – So, tað er torført at siga, hvar fiskurin hjá Pol- arhavi og Stjørnuni endar hesaferð, sigur hann. Stjór- in vísir á, at nøkur skip van- liga plagdu at fara útaftur 2. ella 3. jóladag ogso landa fyrstu lastina uttanlands, um fiskiskapurin eydnaðist væl. – Eingin fiskur er á útl- endska marknaðinum beint eftir ársskiftið, og tá plagdu hesi skipini oftast at fáa hava eina góða sølu, sigur Jason. Bert okkurt smávegis Mikudagin var skrivstovu- fólkið, maskinmenninir og formenninir til arbeiðis á Fiskavirking í Saltangará, men tað var ikki tað stóra, tey tókust við, skilst. – Bøtt verður um okkurt smávegis, meðan einki fiskaarbeiði er, men hetta er bert vanligt smávegis viðlíkahald. Jason sigur annars, at arbeiðsfólkið á virkinum hevur havt frí síðan hósdag- in fyri jól, og vanliga fer ein vika av nýggja árinum, áðr- enn verulig gongd kemur á aftur. – Men keypa vit fiskin hjá Polarhavi og Stjørnuni, verður helst farið tilarbeiðis aftur ein av fyrstu døgun- um, sigur hann. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tá ið Sosialurin ringdi til Fiskavirking á Tvøroyri mikumorgunin, svaraði telefonin heldur óvæntað. Vit hugsaðu, at kanska var okkurt at gera á virkinum hendan mikumorgunin, beint eftir ársskiftið. Kanska hevði virkið keypt útróðrarfisk teir báðar dagarnar millum jól og nýggjárs. Men so var ikki. – Her er bara skrivstovu- fólkið og maskinmenninir til arbeiðis. Vit hava ongan fisk, og tað verður nokk heldur ikki nakað serligt fiskaarbeiði aftur, fyrr enn skipini, sum fara útaftur seinni í hesi vikuni, koma innaftur at landa. Og tað ganga so altíð nakrir dagar, um veðrið heldur sær. Spurdir, um nakrar umvæl- ingar eru farnar fram á virkinum, meðan fólkið hevur verið í jólafrí, siga tey á Fiskavirking, at so er ikki. – Nei, vit hava bara hild- ið frí. Her er einki serligt gjørt við virkið. Útróðurin hevur eisini »hvílt seg« Útróðrarbátarnir á Tvør- oyri, sum annars hava fing- ið væl av fiski í vetur, vóru ikki úti hósdagin og fríggjadagin millum jól og nýggjárs, og sum skilst, loystu teir heldur ikki mikudagin. Streymurin hevur verið nakað harður, men tað vardi stutt hesaferð. Á Tvøroyri vænta tey ikki nakað serligt fiska- arbeiði, fyrr enn um einar 10 dagar ella so. Felagið fyri før- oyskar fiskimenn uttanlands hevði aðalfund í Norður- landahúsinum fríggjadagin FISKIVINNA Tíðindaskriv Á fundinum var Her- mann Oskarson gesta- røðari, og røddi hann um búskap og legði upp til kjak. Fundurin var samdur um at arbeiða víðari við málinum um at fáa fiski- menn loystar úr samdøg- urfrádráttinum fyri handverkarar og heldur at royna at fáa skipan- ina, ið fyrr var brúkt, setta aftur í gildi. Í nevndina var Johan A. Hansen valdur fyri Birgir Lützen. Hann um- boðar fiskimenn í Kan- ada. Jógvan Fagraklett heldur fram sum umboð fyri fiskimenn í Dan- mark og Høgni Waag Høgnesen heldur fram sum umboð fyri fiski- menn í Noreg Føroyskir fiskimenn uttanlands havt aðalfund Polarhav og Stjørnan fingið væl av fiski – Tað er torført at siga, hvar fiskurin hjá Polarhavi og Stjørnuni endarhesaferð, tí helst vilja nógvir hava fatur á honum, sigur Jason Johannesen Skipini útaftur seinni í vikuni Øll fiskivinnan á Tvøroyri, bæði á sjógvi og landi, hevur »hvílt seg« um jólini FISKIVINNA Jústinus Leivsson Eidesgaard Klaksvík: Hóast sáttmála- samráðingar liggja fyri framman, so var tað ikki akkurát pengar, sum vóru fremst á skránni, tá Føroya Fiskimannafelag helt árs- fund seinasta fríggjadag í Skáanum í Klaksvík. Trygd á sjónum, betri liviumstøðum umborð, størri kømur, parabol, sjón- varp, venjingarhøli til manningina, meira tíð heima og greiðari trygging- arviðurskiftir í samband við arbeiðsskapar vóru nøkur av evnunum, sum vóru tikin fram á árs- fundinum. Um orsøkin skal finnast í at fiskimenn hava havt eitt fram úr gott inn- tøkuár í fjør ella um fiski- maðurin er vorðin meira tilvitaður um trivnaðin umborð, kom ikki greitt fram á ársfundinum, men ein sannroynd er, at fram- tíðar føroyski fiskimaðurin vil hava internetsamband, sjónvarp og annað at stytta sær stundir við, tá hann hevur frí umborð. Og at føroyski fiskiflotin er gamal og ómodernaður, at tað er óliviligt umborð á nógvum skipum, er nakað sum upptekur fiskimenn. Nógv føroysk skip eru gomul og hetta merkist eisini á trivnaðinum um- borð og hetta gjørdu fiski- menn vart við á ársfund- inum -Oljuvinnan liggur fyri framman og treytirnar sum feløgini í oljuvinnunu hava at bjóða fólki eru nakrar heilt aðrar enn tær sum vit finna umborð á fiskiskip- um í dag. Fiskivinnan skal ansa sær, tí kann hon ikki bjóða eins góðar treytir sum oljuvinna, so verða skipini mannleys, segði 24 ára gamli Rúni Borðoy, tá hann tók orðið á árs- fundinum. - Umborð á einum línu- báti hevur tú tvinnar kostir í dag, tá tú hevur frí, antin at vera á kamarinum ella í messuni. Línubátarnir hava fýra til seks manns kømur og har ber illa til at vera, tá aðrir sova, so í veruleik- anum hevur tú bara mess- una. Tú eigur tveir fer- metrar umborð á einum línubáti, tað er alt. Í olju- vinnuni hevur tú para- bolsjónvarp, venjingarhøli, internet og allar møguligar hentleikar, sum kunnu stimbra trivnaðin. Umborð á línubátunum er einki, segði Rúni Borðoy. Óli Jacobsen skilti ikki rættuliga hvussu tað kundi bera til, at plássið var so ringt umborð á línubát- unum. - Tá línubátarnir komu til landið vóru 26 manns við, nú eru bara 14, men um tey tómu kømurini verða nýtt til órudd, so skili eg tað betri. Fiskimanna- felagið er av tí áskoðan, at tá skipaeftirlitið verður yvirtikið, so eigur hetta at fáa fíggjarligan karmar, soleiðis at tað eisini kann kannað eftir um treytirnar fyri trivnaði verða fylgdar umborð á skipum, segði Óli Jacobsen. Nýggjur sáttmáli Væl upplagdir fiskimenn, lurtaðu eftir ársfrágreið- ingini frá fiskimanna- felagsformanninum sein- astu 31 árini, Óla . Tað sást á monnum, at nú høvdu teir frí og at hesin dagurin skuldi fara til annað enn strev umborð. Pallurin var rættuliga settur til eina góða stevnu millum fiskimenn fríggja dagin millum jól og nýggjár. Tað sást longu umborð á Dúgvuni fyrr um dagin. Teir flestu ferðamenninir vóru fiskimenn, sum vóru á veg til Klaksvíkar at spæla fótbólt og at vitja ársfundin, sum hvørt ár verður hildin hesa tíðina. Og lítið pláss var eisini eftir á vánni. Tey flestu skipini vóru heima og tað kavaði megin partin av degnum. Hvat lokkaði meira, sjálvur ársfundurin sum byrjaði klokkan fýra seinnapartin ella fótbólts- kappingin, sum varð skip- að millum manningar á føroyskum fiskiskipum allan er ilt at meta um. Av øllum teimum sum spældu fótbólt hendan dagin vóru teir á línubátinum Mascot av Toftum teir knáastu og vunnu kappingina. Árs- fundurin varð hildin í Skáanum og seinni um kvøldið skipaði Fiski- mannafelagið fyri døgurða og undirhaldið í KÍ høllini og her skuldu eisini steyp handast frá fótbóltskapp- ingini. Óli hevur orðið Og hóast munnliga for- mannsfrágreiðingin varð prentað í Fiskimanna- blaðnum, sum kom út sjálvan fundardagin og áhoyrararnir sostatt høvdu frágreiðingina prentaða, so sótu teir kúrrir sum undir lestri, meðan lurtað varð eftir formanninum, sum hevur verið formaður alt tað tilkomnir menn minnast Óli nam við sáttmála- viðurskiftini og samráð- ingarnar sum lógu fyri framman og kom inn á eftirlønina. - Eitt er givið, neyðugt er at fáa eina eftirlønarskipan, sum báðir partar skulu gjalda til, segði Óli Ja- cobsen. Óli vísti aftur skuldset- ingunum um, at Fiski- mannafelagið hevði verið ov seint á sjóvarfallinum viðvíkjandi eftirlønunum. Nevndi at teir hava bíðað eftir eini lóggávu á økj- unum, men at tað hevur gingið striltið hjá politikk- arunum at gera sína skyldu í hesummáli. Formaðurin í Fiski- mannafelagnum greiddi limunum frá, at hann var nøgdur við inntøkutrygdina hjá fiskimonnum. - Stórt sæð kann sigast, at skipan við inntøkutrygd er sera rímulig og hon gevur fiskimonnum við teimum lægru inntøkunum eina reella trygd, tá tað ikki gongst væl í hond. Tað eru broytingar gjørdar, síðan skipanin upprunaliga kom í gildi, men prinsippini eru varðveitt sambært upp- runaligu ætlanini, segði Óli Jacobsen. Óli fegnaðist um góðu gongdina hjá fiskimonnum seinastu árini. - Samanumtikið kann sigast, at seinastu fýra árini hava verið góð hjá fiski- monnum. Hetta merkir, at tey eisini hava verið góð hjá samfelagnum sum so, og hava vit enn einaferð fingið váttað, hvususnær tengd gongdin í samfelag- num er at gongdini í okkara høvuðsvinnu, segði Óli Jacobsen. FISKIVINNA Jústinus Leivsson Eidesgaard Klaksvík: Áðrenn farið var undir ársfundin hjá Føroya Fiskimanna- felag í Klaksvík, sein- asta fríggjadag var høvi nýtt at minnast Jákup Monrad Joensen av Húsum, sum doyði fyrr í árinum og sum hevði verið ein so hollur stuðul hjá Føroya Fiski- mannafelag. Jákup Monrad doyði á Norð- oyarstevnu. Óli Jacobsen, sum hevði havt tætt sam- band við Jákup Monrad í mong ár, greiddi fiskimonnunum frá, at Jákup var komin sjúkur heim av skipi og doyði stutt eftir. Jákup hevði siglt alt lívið og hann hevði verið ein sera góður stuðul hjá Fiski- mannafelagnum. Teir 150 fundarlut- takararnir reistust og tøgn var ein góða løtu, har fiskimenn innan- tanna ynsktu frið yvir minnið um Jákup Mon- rad av Húsum. Vælupplagdur ársfundur í Klaksvík: Fiskimaðurin vil hava annað enn pengar Mintust Jákup Monrad Væl av fólki var møtt til ársfundin hjá Føroya Fiskimannafelag Mynd: Jústinus L. Eidesgaard Óli kom vit síni 31. formannsfrágreiðing, hann hevur sitið sum formaður ein triðinga av 90 ára søgu Føroya Fiskimannafelags Mynd: Jústinus L. Eidesgaard C M Y K 5 4 RIMMAR ÚTSØLA Mánadag-hósdag kl. 10.00-14.30 Fríggjadag kl. 10.00-18.00 Leygardag kl. 10.00-14.00 Vit rudda út, áðrenn øll tann nýggja vøran kemur heim Sosialurin - 311820 byrjar hósdagin 3. januar kl 10:00 - Kom og ger kvettið Stoffalág 41 • 100 Tórshavn • Tel. 314979 - 30% og - 50% av meturvørum, klæðum og prýði