Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 1 - 3. januar 2002 Nr. 1 - 3. januar 2002 7 – Nógv bendir á, at Føroyar fara at gerast eitt uppaftur betri land at búgva í við eini uppaftur tryggari framtíð. Eingin orsøk er at stýra fyri sjálv- stýrinum ella olju- vinnuni, segði Anfinn Kallsberg í nýggjárs- røðu síni NÝGGJÁRSRØÐA Eyðun Klakstein Anfinn Kallsberg tosaði nógv um ótta og stúran, tá hann helt seinastu nýggj- ársrøðu sína í hesum val- skeiðnum. Gamlaárskvøld setti hann seg niður framman fyri før- oyska fólkinum í hvítari skjúrtu og bláum slipsi - sum rættir statsmenn gera. Hann hevði boðað frá, at nýggjársrøðan fór at verða savnandi, og hann royndi at hava ein ljósan og positivan boðskap gjøgnum alla røð- una. Hann vísti á, at fólk stúra bæði fyri teimum døpru tilburðunum í árinum og fyri teimum góðu tíðindun- um, men hann helt, at helst er tað bara óttan sjálvan, vit skulu ræðast, tí óttin lemjir okkum og ger okkum óvirkin. – Árið, ið fer, fekk summi av okkum at stúra fyri framtíðini. Og so løgið tað enn ljóðar, er henda órógv ikki bara komin í av teimum døpru tilburðunum í árinum, men eisini av teimum gleðiligu, segði hann og sipaði til sjálvstýr- istilgongdina og oljuvinn- una, sum er við at taka seg upp. – Hyggja vit nærri at hes- um tilburðum og tí, sum kemur í kjalarvørrinum á teimum, bendir kortini nógv á, at Føroyar fara at gerast eitt uppaftur betri land at búgva í við eini uppaftur tryggjari framtíð, segði løgmaður. Málið er frælsi Anfinn Kallsberg royndi at greiða Føroya fóki frá, at sjálvstýristilgongdin hjá landsstýrinum, sum nú fer at merkjast, er ein væl um- hugsað og trygg tilgongd. – Sjálvstýrið skal menn- ast, samstundis sum væl- ferðarsamfelagið ikki ein- ans verður varðveitt, men útbygt. Talan er um eina trygga tilgongd. Eina um- hugsaða og væl skipaða til- gongd, segði hann. – Stórar broytingar standa fyri framman, og lyndið í okkum menniskj- um er nú einaferð so, at hetta kann elva til eina kenslu av ótryggleika um framtíðina. Uttan mun til um ótryggleikin er verulig- ur ella ikki, skulu vit taka hann í álvara. Vit skulu jú øll fylgjast, hvussu skjótt við enn velja at ferðast, bæði tá ið vit hava blíðan byr ella harðan andróður. Oljuvinnan skal stýrast væl Løgmaður nýtti eisini høvi at tosa oljuna, sum nú er funnin. – Vit skulu ikki bera okk- um at, sum um oljuinntøk- urnar í næstum fara at floyma inn í føroyska sam- felagið. Men vit mugu heldur ikki drála við at fyri- reika okkum til, at so kann verða, segði hann. – Vit skulu ikki ræðast, at ein nýggj týdningarmikil vinna tekur seg upp. Verður so væl, skulu vit fegnast. Tá fáa vit rásarúm til at menna og styrkja okkara vælferð- arsamfelag skjótari, enn vit annars høvdu kunnað. Og vit fáa høvið at fáa eina betri javnvág í búskapin, sum kann verða fyri stóru sveiggjum í bæði fiska- stovnum og fiskaprísi. – Ein oljuvinna fer tó eis- ini at krevja nógv av okk- um. Hon skal stýrast – og stýrast væl, segði Anfinn Kallsberg. Vit skulu stríðast ímóti yvirgangi Løgmaður gav heimspolit- isku støðuni óvanliga nógva tíð í hesi røðu. Hann tosaði um yvirgangsatsókn- ina í USA 11. september, og um tað, sum kom í kjal- arvørrinum á hesi skakandi hending. – Vit kunnu ikki skúgva hetta frá okkum sum okk- urt, ið ikki kemur okkum við. Tað er undanstøkking. Og tað hevði verið okkum til lítlan sóma. Vit eiga at liva upp til tað trúvirði og ta ábyrgdarkenslu, sum tað sømir seg eini tjóð, ið vil verða tikin í álvara, segði løgmaður. – Vit njóta fruktirnar av at liva í tí framkomna, sið- mentaða og frælsa heimin- um. Vit hava tí skyldu til at verja hesi grundleggjandi virði, tá tey verða álopin. – Føroyingar hava tikið støðu saman við okkara sameindu í stríðnum ímóti yvirgangi. Vit standa saman við teimum, ið verja eina siðmenning, sum byggir á fólkaræði, mannarættindi og frælslyndi. Og vit standa saman ímóti teimum, ið hótta hesi dýrmætu virði, segði Anfinn Kallsberg. Hjálpa Afghanistan Løgmaður segði, at føroy- ingar eiga at vísa ábyrgd, tá tað ræður um fátækradømi og ófrið. – Tá ið Kosovo skudi endurreisast aftaná vápn- aða stríðið vóru vit eisini við til at byggja landið upp- aftur. Síðani hava vit fingið váttan um, at tann hjálpandi hondin úr Føroyum kom væl við. – Nú Afghanistan skal byggjast uppaftur, eiga heimsins lond at rætta afgh- anska fólkinum eina hjálp- andi hond. Vit fara at taka stig til, at vit eisini verða við í hesum, segði løgmað- ur uttan at siga meira ítøkil- igt um hetta. Formaðurin í Sam- bandsflokkinum heldur ikki, at tað ber til at taka fullveldi og varðveita vælferðar- samfelagið, soleiðis um løgmaður sigur NÝGGJÁRSRØÐA Eyðun Klakstein – Størsti trupulleikin við nýggjársrøðuni er, at løg- maður tosar um at varð- veita og menna vælferðar- samfelagið, samstundis sum hann tosar um eina fullveldisgongd. Hetta hongur als ikki saman, tí júst fullveldi er ein forðing fyri, at vit kunnu varðveita okkara vælferðarsamfelag. Tað heldur forkvinnan í Sambandsflokkinum, Lis- beth L. Petersen. – Løgmaður tosar um eina trygga sjálvstýris- gongd, men eg vil seta stórt spurnartekin við hendan tryggleika. Landsstýrið ar- beiðir, sum um tað hevur fingið til fullveldi á eini fólkaatkvøðu. Teir hava tik- ið sakina í egnar hendur, og tí kann mann ivast stórliga í tryggleikanum, sigur hon. Vilja ikki fylgjast Lisbeth L. Petersen heldur, at talan var ikki um nakran kollveltandi boðskap í nýggjársrøðuni hjá løg- manni. – Tað er helst øðrvísi at halda røðu, tá mann skal leggja frá sær, og tá mann tekur við. Eg haldi ikki, at løgmaður kom við stórveg- is nýggjum, hann var varin, og sumt av tí, sum hann segði, skilti eg als ikki, sig- ur Lisbeth L. Petersen. – Hann tosaði um, at vit skulu øll fylgjast, men tað skilji eg ikki. Vit vilja nevniliga ikki fylgjast við landsstýrinum, tí tað vil hava fullveldi, hóast tað fer at merkja afturgongd fyri vælferðarsamfelagið. Samd í onkrum Forkvinnan í Sambands- flokkinum tekur undir við onkrum av tí, sum løgmað- ur bar fram. – Hann segði, at vit skulu fyrireika okkum til eina komandi oljuvinnu, og tað kunnu vit ikki verða ósamd um. – Hann nevndi eisini, at vit skulu hjálpa øðrum fólkum og stríðast ímóti yvirgangi. Tað taki eg eisini undir við, men eg haldi bara, at landsstýrið hevur havt trupult við at vísa í verki, at føroyingar hava ein stóran vilja at hjálpa. – Vit skulu verða við í al- tjóða felagsskapinum eftir førimuni, og heldur enn at tosa um at hjálpa og reypa okkum av tí, skuldu vit heldur víst størri vilja til at fáa gjørt nakað, sigur Lis- beth L. Petersen. Bjartskygdur løgmaður í nýggjársrøðuni: Eingin orsøk at óttast – Vit njóta fruktirnar av at liva í tí framkomna, siðmentaða og frælsa heiminum. Vit hava tí skyldu til at verja hesi grundleggj- andi virði, tá tey verða álopin, segði løgmaður í nýggjársrøðu síni, har hann brúkti fittan part av tíðini til heimspolitikk Lisbeth L. Petersen: Tað hongur ikki saman - Vit skulu verða við í altjóða felagsskapinum eftir førimuni, og heldur enn at tosa um at hjálpa og reypa okkum av tí, skuldu vit heldur víst størri vilja til at fáa gjørt nakað, sigur Lisbeth L. Petersen Nýtt virki, sum fer at taka sær av burtur- kasti frá alivinnuni, verður væntandi bygt á Eiði í næstum. Tað er felagið Salmon Proteins, sum fer at byggja virkið, ið ætlanin seinni er at byggja út til heilt nýggja framleiðslu UMHVØRVI Edvard Joensen Nýtt virki, sum skal við- gera sjúkt slógv frá alivinn- uni, verður væntandi bygt á Eiði í næstum. Felagið Sal- mon Proteins, sum er sam- skipað undir Havbúnaðar- felagnum, Føroya Fiska- virking og Havsbrún, fer at eiga virkið. Jógvan Emil Nielsen, stjóri í Salmon Proteins, sigur, at felagið hevur søkt um byggiloyvi á Eiði, og hevur fingið positiva við- gerð frá bygdarráðnum. Talan er um at leggja virkið á eitt øki sunnan fyri tað innara grótkastið, Suð- uri undir Gerði. Málið hev- ur verið fyri í friðingar- nevndini fyri Eysturoy, sum hevur viðgjørt tað fyrst í december. Sum skilst, sigur Jógvan Emil Nielsen, er kærufreistin úti í, og hon- um kunnugt er eingin æra komin. So hann væntar, at farast kann undir verkætl- anina heilt skjótt. Fleiri byggistig Hann greiðir frá, at talan er um eina verkætlan, sum skal gerast í fleiri stigum. Fyrsta byggistig fer at umfata virkið, sum skal taka í móti og viðgera sjúkt alislógv, áðrenn tað verður flutt av landinum. Hetta er krav, sum alivinnan má ganga undir, sigur hann. Slógv frá sjúkum fiski verður savnað saman á kryvjivirkjunum og síðan flutt við afturlatnum tanga- bilum til virkið, har tað aftur verður latið í tangar, haðani tað so upp aftur verðut tikið so hvørt, sum viðgjørt verður. – Á hendan hátt verður trygdin so góð, sum yvir- høvur ber til, og slógvið kemur ongantíð fyri mannaeygu aftur frá tí, tað fyrstu ferð fer í tangan á kryvjivirkinum, til tað er liðugt viðgjørt til útflutn- ings, sigur Jógvan Emil Nielsen. Annað stig verður størri og helst eisini meira áhuga- vert, soeiðis at skilja, at tá verður talan um beinleiðis framleiðslu og gangnýtslu av slógvi. Ætlanin er, sigur stjórin á Salmon Proteins, eitt nú at turka alislógv og vinna lýsi burtur úr, sum so aftur skal nýtast í fóðurframleiðslu til annað enn laksaaling. Felagið Salmon Proteins er samskipan av alarum undir Førøya Havbúnaðar- felag, greiðir stjórin frá. Umframt eru eisini Føroya Fiskavirking og Havsbrún uppi í verkætlanini. Nevnd- arformaður í felagnum er Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon í Kollafirði. Eginpenignurin er í løtuni 5,4 milliónir krónur, verður upplýst. Positivt bygdarráð Tordur Niclasen, borgar- stjóri á Eiði, váttar, at bygdarráðið hevur fingið umsókn um at sleppa at byggja virkið á Eiði. Hann sigur, at enn er endalig avgerð ikki tikin, tí øll loyvi, eitt nú frá friðing- armyndugleikunum, ikki eru tøk. Men bygdarráðið hevur verið ógvuliga positivt í síni viðgerð higartil, og borgarstjórin ivast ikki í, at tá endaliga viðgerðin verð- ur í bygdarráðnum, verður einmælt samtykt at geva byggilovi. Tað passar eisini væl inn í støðuna hjá bygd- arráðnum um at geva vinn- uni so livilig kor sum gjør- ligt, sigur hann. Tordur Niclasen leggur afturat, at bygdarráðið sjálvandi hevur tryggjað sær, at øll viðurskifti ann- ars eru í lagi so sum um- hvørvisgóðkenningar og tílíkt. Og tað eru tey, er hann sannførdur um. Borgarstjórin sigur, at sær kunnugt er eingin við- merking komin til friðing- armyundugleikarnar um ætlanina Suðuri undir Gerði. Nú kærufreistin til frið- ingarnevndina í Eysturoy er úti í dag, hevur Yvirfriðing- arnevndin ein mánað at viðgera málið í. Tá tann tíð- in er farin, vónar Tordur Niclasen, at bygdarraáðið beinanveg kann taka málið uppaftur og avgreiða tað. Slóðbrótandi virki á Eiði Ætlanin er at fylla út øki sunnan fyri innara grótkastið á Eiði til at seta nýggja virkið á Mynd: Edvard Joensen Formaður og fólka- tingsumboð Tjóð- veldisfloksins siga í tíðindaskrivi, at teir ynskja meira samstarvshugað nýggjár. Hetta stendur í tíðinda- skrivi, teir hava sent út í samband við viðmerkingar, sum gjørdar eru til Norðuratlantiska samstarvið á Fólka- tingi SAMSTARV Edvard Joensen Tað undrar leiðsluna í Tjóðveldisflokkinum, at Jóannes Eidesgaard, for- maður í Javnaðarflokk- inum, og Anfinn Kalls- berg, løgmaður, nú royna at stýra tí, sum Norðuratlantsbólkurin ger á Folkatingi, siga Høgni Hoydal og Tor- bjørn Jacobsen í tíðinda- skrivi, teir báðir hava sent út beint fyri nýggj- ár. Grundin til tíðinda- skrivið er tann, at Jóann- es Eidesgaard hevur funnist at grønlendska fólkatingsmanninum, Lars Emil Johansen, tí hesin hevur sagt seg vera fúsan at virka sum talsmaður hjá føroyska tjóðveldisumboðnum í Føroyanevndini á Fólka- tingi. Eisini hevur løgmaður beint eftir fólkatingsval- ið sent føroysku fólka- tingslimunum bræv, har hann heitir á umboðini um ikki at viðgera mál landsstýrisins vegna á Fólkatingi uttan so, at løgmaður skrivliga hev- ur boðað teimum frá hesum frammanundan. Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi er samstarv millum báðar grøn- lendsku fólkatings- menninar og føroyska tjóðveldisumboðið. Um endamálið við hesum samstarvi siga Høgni Hoydal og Tor- bjørn Jacobsen, at tað er at samstarva um viður- kenning av tjóðarrætt- indum hjá føroyingum og grønlendingum og at fáa allar upplýsingar á borðið um hernaðarvið- urskifti, búskaparlig viðurskifti og annað, sum higartil hevur verið dult fyri fólkinum í Grønlandi og Føroyum. Víðari verður sagt í tíðindaskrivinum, at tal- an er um eina søguliga avtalu, sum fer at verða til frama fyri allar føroy- ingar og grønlendingar. – Og ikki bert til frama fyri einstaklingar og ávísar politiska flokkar, leggja teir aftur- at. Høgni Hoydal og Tor- bjørn Jacobsen enda tíð- indaskrivið við at bjóða løgmanni og Jóannesi Eidesgaard vælkomnum at venda sær til Norður- atlantsbólkin, um ivamál eru. Ynskja meira samstarv Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen hava sent út tíð- indaskriv um Norðuratlantiska samstarvið á Fólkatingi Mynd: Magnus Dam C M Y K 7 6