hósdagur 3. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 1 - 3. januar 2002
Nr. 1 - 3. januar 2002
9
Fleiri av teimum
stóru handilsket-
unum í Bretlandi
krevja ómaksgjald frá
fólki, sum vilja sleppa
at rinda við nýggja
gjaldoyranum.
ÚTLAND
Fartekst
Bretland er eins og Dan-
mark og Svøríki ikki við í
felags evropeiska gjald-
oyrasamstarvinum,
sum
kom í gildi í hinum tólv
ES-londunum á nýggjárin-
um. Fleiri av teimum kendu
bretsku handilsketunum so
sum Virgins, Dixons og
Marks & Spencer hava tó
boðað frá, at fólk kunnu
rinda við evrum í teirra
handlum.
Men handlarnir krevja
ómaksgjald fyri at veksla
evruna til bretsk pund.
Blaðið The Independent
skrivar, at tey, sum rinda
við evrum í handlunum hjá
Dixons, fáa tvey prosent
minni enn tann alment
ásetta kursin fyri evruna.
Dýrast í so máta er tó bóka-
og
pappírshandilsketan
WH Smith. Har krevja tey
átta prosent fyri at veksla
evrur til pund, skrivar The
Independent.
Nevndarformaðurin
í
Dixons, Stanley Kalms, er
ein av teimum harðastu
mótstøðumonnunum ímóti
bretskari luttøku í gjald-
oyrasamstarvinum,
men
hann hevur sagt, at ómaks-
gjaldið í handlunum hjá
Dixons hevur einki við
hansara egnu áskoðan at
gera. Ómaksgjaldið skal
bert fíggja tær umsitingar-
ligu útreiðslurnar, sum
standast av tí nýggja gjald-
oyranum, sigur hann.
Bretski
ráðharrin
í
evropeiskum málum, Peter
Hain, bað í gjár stórhandl-
arnar sleppa kravinum um
ómaksgjald.
Ráðharrin
segði, at ómaksgjaldið er
óheppið, og hann segði seg
vænta, at tað fer at raka
bretsku
ferðavinnuna
meint, verður tað ikki slept.
Ísraelski uttanríkis-
ráðharrin, Shimon
Peres, heldur, at
verður tað friðarligt í
Ísrael og teimum
palestinsku økjunum
teir næstu dagarnar,
er kanska rætt at fáa
vápnahvíld í lag.
ÚTLAND
Fartekst
Shimon Peres sigur, at
binda partarnir frið einar
tveir ella tríggjar dagar
afturat, hevði tað ikki verið
av leið, at ísraelsmenn og
palestinar settust við sam-
ráðingarborðið fyri at fáa
eina vápnahvíld í lag.
Peres heldur, at vápna-
hvíldin kann laðast eftir
Tenet-ætlanini, sum fyrr-
verandi CIA-stjórin George
Tenet var upphavsmaður
til. Sambært Peres kundi
ein
tílík
vápnahvíld
samstundis
skapt
grundarlag
fyri
víðari
samráðingum, sum kundu
verið grundaðar á ta so-
nevndu Mitchell-ætlanina.
Sambært hesari ætlanini
skal ein vápnahvíld nýtast
til at geva pørtunum stundir
til at fáa virðing fyri hvør
øðrum, so teir veruliga
kunnu líta á hvør annan í
teimum komandi friðar-
samráðingunum.
Bæði ísraelsmenn og pal-
estinar hava alla tíðina sagt,
at friðarsamráðingarnar eru
meiningsleysar, so leingi
partarnir ikki hava álit á
hvør øðrum.
Amerikanska
stjórnin
hevur boðað frá, at sem-
ingsmaðurin,
Anthony
Zinni, fer aftur til Miðeyst-
urs. Hann vendi aftur til
USA fyri fjúrtan døgum
síðani, tí einki kom burtur
úr semingsroyndini. Shi-
mon Peres er fegin um
amerikansku avgerðina, tí
amerikansk luttøka hevur
sera stóran týdning fyri
royndina at fáa varandi frið,
sigur hann.
Eisini palestinski leiðar-
in, Yasser Arafat, er til reið-
ar at fara undir samráðing-
ar. Arafat segði nýggjárs-
dag, at hann er sinnaður at
tosa við Zinni, tá hann
kemur aftur til Miðeysturs.
Krevja ómaksgjald
fyri at veksla evrur
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Heðin Wardum
Tórshavn
andaðist í heiminum 30. des. 64 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
fríggjadagin 4. januar kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Konan og børnini
Tey, ið vilja minnast Heðin kunnu lata eina peningagávu
í Føroya banka, konto 1639341.
Tíðin kanska komin til
vápnahvíld í Miðeystri
Amerikanski sang-
arin Shaggy, Emma’as
Blues Band og bókin
Góður matur úr
sjónum kunnu øll
kalla seg ársins fyri
árið 2001 í Føroyum
2001
Heri á Rógvi
Tað er ógvuliga vanligt at
gera upp, hvør hevur selt
mest ella hvør hevur verið
best ella... Í nógvum av
okkara grannalondum er
tað mestsum einki mark
fyri, hvat tú ikki kann velja
sum ársins. Vit í Føroyum
hava kanska ikki so sterkar
traditónir á hesum økinum,
men tað meira enn so fyri,
at vit kjósan onkran ella
okkurt at vera ársins.
Angel
Ein av teimum, sum ger
upp fyri árið 2001 er Heðin
Arge í Útvarpi Føroya.
Hann hevur sendingina 15
tær bestu hvørt leygar-
kvøld.
Gamlaárskvøld
gjørdi hann so upp, hvør
tað var, sum hevði fingið
flestar atkvøður á listanum
fyri tað seinasta árið.
15 tær bestu er mestur
eitt slag einum at óal-
mennum føroyskum hit-
lista, men talan er ikki um
nakran sølulista, sum vit
kenna
aðrastaðni
frá.
Heldur er talan meira um
eitt slag av Most Wanted,
har vanligi lurtarin er tann,
sum hevur alt at siga.
Árið 2001 var árið hjá
amerikanska sangaranum
Shaggy, sum veruliga fekk
fótin fyri seg aftur á altjóða
tónatindunum kring heim-
in. Hansara sangur Angel
gjørdist
best
umtókti
sangurin fyri 2001, um vit
meta eftir 15 tær bestu.
Føroyski bólkurin Týr
við teirra útgávu av Orm-
inum Langa vóru ikki langt
aftanfyri á einum øðrum
plássið, men sum heild var
ikki nógv av føroyskum
tónum á listanum. Bert
tríggir av teimum 15 vóru
føroyskir sangir.
Heðin Arge sigur, at
sangurin hjá Shaggy er
ógvuliga lættur at uppfata,
og í nógvar mátar riggar
sangurin væl, eitt nú í
dansi. Hesin sangurin kann
rættiliga kallast fyri eitt
kvøðuljóma hitt í útvarp-
inum, tí hann hevur verið
heilt ótrúliga umbiðin.
Sum heild heldur Heðin,
at føroyingar hava rættiliga
altjóða kendan dám.
–MTV er í veruleikanum
tann
einasti
útlendski
miðilin, sum vit móttaka
impulsir frá, so tað er fyri
tað nógva hesin tónleik-
urin, sum vinnur fram, og
hetta er einamest poppur,
sigur Heðin.
Hann leggur afturat, at
tað er nógvur góður før-
oyskur tónleikur, men tað
er ikki sovorðið sum sæst
ovastu á listanum.
Emma
Emma Vágoy og hennara
Emma’as Blues Band vóru,
sambært 3’aranum, mest
seljandi tónleikarabólkurin
í Føroyum fyri árið 2001.
Útlendskir eins og før-
oyskir bólkar kundu einki
gera móti og hennara, sum
hava selt eini 2.300 eintøk
av fløguni hjá sær, sum
kallast fyri Hetta er eisini
okkara land.
Góður matur úr
sjónum
Tá vit ringdu fyri at spyrja,
hvussu var bókasøluni í
farna árið, so varð svarið
beinanvegin, at tyngsta
bókin á skálini var Góður
matur úr sjónum. 5.000
eintøk eru seld av bókini,
soleiðis at tað í dag er
umleið 1/10 av Føroya
fólki, sum hevur eina tílíka
bók liggjandi.
Tað vóru næmingar av
fiskivinnuskúlanum í Vest-
manna, sum tóku stig til
bókina, og hetta vísti seg at
vera eitt rættiliga gott
hugskot.
Horvin eftir Grækaris
Djuruus og Teir tóku land
eftir Jógvan Arge eru í
hølunum á góða matinum
úr sjónum, men kundu tó
einki gera við fiskarætt-
irnar. Mest seljandi skald-
søgan gjørdist týðingin av
søguni um Annu Frank og
hennara dagbøkur.
– Eg haldi, at tað eru
vit øll, ið hava vunnið
við hesum. Stríðið
hevur so avgjørt verið
tað vert, sigur Ingun
Gaardbo, álitisfólk á
B6, nú ein broytt og
betur mannað deild
byrjar at virka 7.
januar
B6
Heri á Rógvi
Nú framhaldssøgan um
sjúkrasystrarnar, sjúkling-
arnar og sjúkrahúsleiðsluna
eftir øllum at døma er
komin at enda, so kennir
álitisumboðið fyri sjúkra-
systrarnar seg eftir um-
støðum rættiliga væl.
– Vit fingu nógv av tí, ið
vit settu okkum fyri, og
hetta eru vit væl eisini
nøgdar við, sigur Ingun
Gaardbo, sum hevur verið
myndin úteftir fyri tær illa
strandaðu sjúkrasystrarnar
á B6.
Hon greiðir frá, at teir í
fyrstu atløgu settu sær fyri
at frá 3,6 fólk afturat, men
tær søgdu seg seinni kunna
góðtaka 1,8 fólk afturat, og
hetta er eisini tað, ið tær
hava fingið.
At leiðslan nú eftir øllum
at døma ætlar at gera nakrar
umskipanir, heldur Ingun
Gaardbo eisini vera í lagi,
og hetta hevur leiðslan væl
eisini heimild til, sigur hon.
Nú trætan er loyst, so fara
allar sjúkrasystrarnar aftur
til arbeiðis 7. januar við
góðum móti. Tað, at fleiri
fólk verða sett, fær eisini
fylgjur á tann hátt, at fleiri
starvsfólk vera til heilsu-
røkt, ístaðinfyri at ringja
eftir fólki og annað.
– At vit fáa fleiri fólk,
merkir í veruleikanum, at
deildin fær enn fleiri fólk
enn bert 1,8, tí nú verður
ikki neyðugt at hava burt-
urav, sum ringir eftir fólki.
Eisini verður tað lættari at
arbeiða á B6, soleiðis at tað
kunnu
væntast
færri
sjúkradagar, sigur Ingun
Gaardbo.
Hon er heldur ikki iva, tá
ið vit spyrja hana, um hetta
hevur verið alt stríðið vert.
– Tað hevur so avgjørt
verið stríðið vert, og vit
venda allar aftur til ar-
beiðis, sigur Ingun Gaard-
bo.
Sjúkrahúsleiðslan
noyddist í síðsta enda
at svølgja ein kamel,
fyri at ein loysn
skuldi finnast á
trætuni B6. Vandi var
fyri, at støðan fór at
ganga útyvir sjúk-
lingarnar, sigur
sjúkrahúsleiðslan. Ein
umfatandi umskipan
skal slóa fyri hesari
nýggju loysnini
B6
Heri á Rógvi
– Støðan orsakað av hóp-
uppsøgnunum á B6 var nú
komin hartil, at vandi var
fyri, at hetta gekk útyvir
sjúklingarnar.
Tí tók sjúkrahúsleiðslan,
sum hevur ábyrgd av rakstr-
inum á Landssjúkrahús-
inum, og Sjúkrasystrafelag
Føroya tann 28. desember
stig til, at finna eina loysn,
sigur Sjúkrahúsleiðslan í
tíðindaskrivi í sambandi
við, at loysn er funnin á
trætuni viðvíkjandi teirri
nógv umtalaðu deildini,
B6.
Deildin letur eftir ætlan
upp aftur hin 7. januar, og
tá
kunnu
sjúklingarnir
gleða seg til sunna og góða
viðgerð, tí eitt væl mannað
lið av sjúkrasystrum tekur
ímóti teimum.
1,8 sjúkrasystrar fleiri
vera at síggja á deildini frá
7. januar at rokna.
– Loysnin er m.a., at
peningur verður lagdur
afturat lønarjáttanini hjá B6
svarandi til 1,8 sjúkrasystir,
tíðaravmarkað í 6 mánaðir.
Í hesum tíðarskeiðnum
ætlar
sjúkrahúsleiðslan,
saman við starvsfólkinum á
medisinska deplinum, at
fremja eina umskipan á
deplinum við tí endamáli,
at tryggja sjúklingunum
betri tænastu og starvs-
fólkinum arbeiðsumstøður,
verður sagt í tíðindaskriv-
inum.
Hvussu skal so henda
umskipan skipast?
– Tað eru arbeiðsbólkar á
medisinska deplinum, sum
arbeiða við hesi ætlan og
skulu koma við tilmæli um
eina umskipan av virk-
seminum á deplinum, sigur
Jóanis Erik Køtlum.
Hann sigur víðari, at pen-
ingurin til ta 1,8 sjúkra-
systrastarvið í 6. mánaðir
verður funnin í lønarjátt-
anini hjá Landssjúkrahús-
inum.
Enn eru so ikki allar
súðir syftar, men tað røkist
fyri einari fastari loysn á
trætuni.
Sunt og samt á B6
Enn er myrkt á B6, men tað røkist fyri, at nýggja árið fer at hava við sær betri kor fyri
starvsfólkið á B6
Stríðið var tað vert
– Tað hevur so avgjørt verið stríðið vert, og
vit venda allar aftur til arbeiðis, sigur
Ingun Gaardbo
Shaggy, Emma og Góður matur úr sjónum
Àrsins sangur: Angel hjá
Shaggy
Ársins fløga: Emma’s Blues
Band
Góður matur : Mest selda
bókin: Góður matur úr
sjónum
C
M
Y
K
9
8