fríggjadagur 19. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2010
tíðindi
- Ongin kreppa
verður loyst við
at knokkroyta
skattaborgaran.
Tvørtur ímóti eigur
landsstýrið at ganga
undan sum eitt gott
fyridømi og byrja
við at niðurleggja
trý aðalráð, sigur
Ingeborg Vinther
Búskaparkreppa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Landsstýrið eigur at niður-
leggja eini trý av teimum
níggju aðalráðunum, sum
nú eru, tá ið løgmans-
skrivstovan verður tald við.
Tað
heldur
Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag.
- Og harafturat eiga
politikararnir eiga eisini at
frásiga
sær
nakrar
av
skattafríu ágóðunum, teir
hava, leggur hon afturat.
Føroya
Arbeiðarafelag
hevur ársaðalfund í dag og í
ársfrágreiðing síni staðfestir
forkvinnan,
at
hevði
landsstýrið fyrst sópa fyri
egnum
durum,
hevði
skattgjaldarin sæð, at eisini
tey fólkavaldu eru sinnað at
spara hjá sær sjálvum.
Tí heldur hon, at ein
gongd leið kundi verið at
niðurlagt eini trý aðalráð.
- Almannamálaráðið og
heilsumálaráðið
eiga
at
verða løgd saman í eitt
aðalráð, sigur hon í eini
viðmerking.
Somuleiðis heldur hon,
at fiskimálaráðið og vinnu-
málaráðið kundu verðið
løgd saman, ella kundi
innlendismálaráðið verðið
lagt undir eitt annað ráð.
Men
undir
øllum
umstøðum heldur hon, at
uttanríkisráðið eigur at vera
niðurlagt.
- Uttanríkisráðið er øgi-
liga dýrt, men eg dugi ikki
at síggja, at tað ger nakra
sum helst nyttu, sum ikki
onkur annar kundi gjørt
munandi
bíligari,
sigur
Ingeborg Vinther.
Tekin um óvilja
Hon heldur eisini, at tað er
eitt tekin um óvilja, at
løgtingið at kalla einmælt,
atkvøður fyri, at politikarar
skulu hava rætt til fleiri
almennar lønir.
Hon sipar til, at tá ið
landsstýrisfólk fara frá og
taka sæti á Løgtingi, fáa tey
bæði løn sum landsstýrisfólk
í nakrar mánaðir, umframt
lønina sum løgtingslimur.
Hava tey alment starv, fáa
tey so eina hálva løn
afturat.
Ingeborg Vinther fýlist á,
at løgtingslimir vildu ikki
frásiga sær hendan framí-
hjárætt, tá ið málið varð til
viðgerðar í farnu viku.
- Og har vóru samgonga
og tað mesta av andstøðuni
so rørandi samd, sigur hon.
- Høvdu politikararnir
gingið á odda og framt
sparingar hjá sær sjálvum,
hevði tað verið munandi
lættari hjá teimum at fingið
aðrar bólkar til eisini at vísa
samfelagssinni, sigur hon.
Gera alt ov lítið
Men hon væntar ikki, at tað
fer at henda, at politikarar
vilja ganga undan sum góð
fyridømi.
Tvørtur ímóti fýlist hon
á, at samgongan ger alt ov
lítið fyri at loysa búskap-
arligu trupullekarnar.
- Vit skuldu hildið, at
løgtingið var upptikið av
hesum álvarsmáli og royndi
at finna loysnir til tess at
bøta um fíggjarkreppuna.
- Men tað, ið vit hoyra, er,
at løgtingslimir hvør í sínum
lagi virka í sjálvdrátti, tað
veri seg í samgongu ella and-
støðu, har hvør roynir í sín-
um lagi at gera vart við seg
sjálvan og síni sjónarmið.
Knokkroyta
skattgjaldaran
Hon vísir eisini á ætlanina
hjá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum at breiðka
skattagrundarlagið.
- Tað merkir, at fleiri
avgjøld skulu leggjast á
fólkið, grønt avgjald, dýrari
bensin og olja.
Harafturat hava Búskap-
arráðið og landsbankastjórin
mælt til ognarskatt.
Men Ingeborg Vinther
staðfestir, at eingin kreppa
verður loyst við at knok-
kroyta skattgjaldaran meira.
Serliga leggur hon dent á,
at ognarskattur má koma
upp á tal.
- Vit skulu minnast til, at
í Føroyum má hvør ein-
stakur byggja síni egnu hús.
Øll gjalda skatt av tí pen-
ingi, tey gjalda síni húsalán
við. Toll og meirvirðisgjald
hava tey eisini goldið av
hesum.
Sostatt hava øll goldið til
landshúsarhaldið av hvørj-
ari krónu, tey hava brúkt til
at fáa tak yvir høvdið við.
- Og tey flestu stríðast
við at fáa goldið síni hús,
áðrenn tey koma til pen-
sjónsaldur og tað er heilt
burturvið, at tey so har-
afturat fara at gjalda ognar-
skatt av sínum húsum.
Hon staðfestir, at fak-
feløgini mugu gera alt fyri
at steðga hesum ørskapi
sum skjótast.
- Eingin búskaparkreppa
verður loyst við at taka
hugin frá fólki at arbeiða, tí
tey verða frammanundan
díkt undir í skatti og av-
gjøldum, ei heldur við at
fara við spariknívinum eftir
teimum veiku og verjuleysu,
sigur forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag.
Vil hava landsstýrið at
niðurleggja trý aðalráð
Fakfeløgini mugu ger alt fyri at steðga hesum ørskapinum, segði Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í morgun
Spírandi list í Smiðjuni
Enn eina ferð hevur Spírandi list listaframsýning niðri í Smiðuni í Lítlu Vík,
har til ber at síggja eitt breitt og spennandi úrval av myndlist. - Øll eru hjarta-
liga vælkomin. Til ber at støkka inn í gólvið: fríggjadagin 19/3 og sunnudag
21/3 frá kl 14.00 til kl 18.00, leygardagin 20/3 frá kl 10.00 til 18.00, mána-
dagin 22/3 og týsdagin 23/3 er opið frá 15.00 til 18.00. Tey luttakandi í ár eru
næmingarnir hjá Randi M. Gunnarsdóttir: Ann Mari Mouritsen, Durita Johan-
sen, Evald Joensen, Inga Samuelsen, Kristina Lervig, Lisa Hendriksdóttir,
Louisa Fjallsbak, Makonny Thomsen, Turid Kruse