Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Rákið – mars '10 • Danskt - HjemBytte.dk • Týskt - Haustauschferien.com • Enskt - HomeExchange.com™ • Spanskt - IntercambioCasas.com • Finskt - KodinvaihtoLoma.com • Franskt - Trocmaison.com • Italskt - ScambioCasa.com • Hollenskt - Huizenruil.com • Norskt - Boligbytte.com • Portugisiskt - Trocacasa.com • Portugisiskt (Brasil) - Trocacasa.com.br • Svenskt - HemByte.nu Skift um bústað Tað er bæði bíligt, stuttligt og øðrvísi at spæla innføddur borgari í fremmandum landi í nakrar vikur. Fleiri felagsskapir bjóða »bústaðarbýti«, har tú, púra trygt, kanst skráseta tín egna bústað og søkja umbýti við onnur kring allan heimin. Antin privata bústaðin ella summarhúsið. Ofta fylgir bilur við í býtinum eisini. Á norsku heimasíðuni boligbytte.com verður sagt, at tey 14 árini felagsskapurin hevur fingist við bústaðarbýti, hava tey ongantíð fingið fráboðan um herverk ella stuldur, ella at fólk eru komin aftur til eini óruddilig og skitin hús. Tað kostar einar 500 krónur at skráseta seg hjá einum av teimum mongu útbjóðarunum – men so rindar tú heldur ikki hotel, tá tú fert út at ferðast. Aðrar heimasíður við bústaðarbýti: Japanski gummistivlin, sum tú kanst rulla saman til næstan onki, er perfektur at hava við í taskuni. Hann er sum gjørdur til skiftandi føroyska veðurlagið, har tú ongantíð veitst, um tú skalt fara í bikini ella regnklæðir. Og so hava stivlarnir ein góðan rib-kant í erva, so teir sita væl at legginum – eisini tá tú rullar teir nakað niður. Eru at fáa í litunum navy, army og svørtum. Bílegg fyri 600 krónur í Isabellas shop, www. isabella.dk. Stivlarnar í taskuna Dukkan, Lív, er ein hjálpigáva Fittu dukkunar frá Reyða Krossi hava allar hvør sítt persónliga snið og snýð. Dukkan er í einum klárum posa, og á posanum er ein lítil søga um, hvussu dreymarnir hjá einum illa støddum barni gingu út. Dukkurnar fáast til keyps á heimasíðuni hjá danska Reyða Krossi, www.drk.dk, og kosta 100 krónur. SMART SMART Lagt til rættis: Rigmor Dam