fríggjadagur 19. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2010
Tað hevur
bráskund at fremja
bygnaðarbroytingar
í skúlunum. Hendir
onki nú, koma
næmingarnir at
rinda prísin, sigur
landsstýriskvinnan í
skúlamálum
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í hesum døgum liggur eitt
uppskot í tinginum, sum
hevur til endamáls at broyta
fólkaskúlalógina, so vit ikki
hava so nógvar smáar
skúlaeindir, men, at landið
verður skipað í færri og
størri skúlaeindir.
Sambært
landsstýris
kvinnuni í skúlamálum,
Helenu Dam á Neystabø,
hevur tað bráskund at fáa
framt hesa lógarbroyting,
so til ber at fremja neyðugar
bygnaðarbroytingar
í
fólkaskúlanum. Ikki minst
nú stórar sparingar skulu
fremjast á skúlaøkinum.
Við Sosialin sigur lands
stýriskvinnan, at um vilji er
til tess, ber til at fáa ein
betri fólkaskúla fyri somu
pengar. Men tað hevur
stóran skund.
Heldur verandi gongd
fram, koma vit skjótt niður
um eitt minstamark, har
næmingarnir rinda prísin.
Mugu spara 9
milliónir
Niðurstøðan, sum lands
stýriskvinnan er komin til
er, at ongar bygnaðarbroyt
ingar
í
fólkaskúlanum
merkja færri tímar til næm
ingarnar. Og hon greiðir
frá, at játtanin á fíggjarlógini
til fólkaskúlan í 2010 er
276 mió.kr. Tað eru 5
milliónir fleiri enn í 2009.
Men, skuldu vit hava
sama virksemi í fólka
skúlanum í 2010 sum í
2009, so átti játtanin til
fólkaskúlan at verið 285
mió. Sostatt er neyðugt at
spara 9 milliónir við verandi
støðu, sigur landsstýris
kvinnan. Hon vónar sostatt,
at lógaruppskotið um broyt
ingar í fólkaskúlalógini fær
eina
positiva
og
kon
struktiva viðgerð.
– Tí tað hevur einans til
endamáls at tryggja okkara
ungdómi tann besta skúlan,
sum hon málber seg.
Aftur boð eftir
sláimaskinuni
Sagt verður, at megin
parturin av játtanini til
fólkaskúlan fer til løn til
lærarar, sum undirvísa eitt
ávíst tímatal um vikuna.
Í seinastu viku vísti eg í
grein í bløðunum á, hvussu
til ber at fremja bygnaðar
ligar broytingar, sum tálma
framhaldandi
útreiðslu
vøkstri, og sum kortini
menna skúlan. Men enn eru
ongar bygnaðarligar broyt
ingar framdar – so tí eru
aftur boð eftir sláimaskinuni,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø.
Hon greiðir frá, at sein
astu útrokningarnar vísa, at
frá 1. august 2010 til 31.
desember 2010 er neyðugt
at spara læraratímar svar
andi til eina upphædd upp á
7 milliónir.
Stór avbjóðing
Úr Mentamálaráðnum er
fráboðan farin út til allar
skúlar um hetta, og sagt
verður,
at
avbjóðingin
verður stór – serliga á
teimum stóru skúlunum, tí
teir missa lutfalsliga mest.
Enn halda vit øll
lógarbundin krøv, og eitt nú
tvílæraraskipanin er varð
veitt. Men halda vit á fram
at spara á henda hátt, endar
tað við, at einki riggar væl.
Og
næmingarnir
rinda
prísin, ávarar landsstýris
kvinnan.
Hermenn royna sjálvmorð
Ein kanning, sum fakfelagið hjá teimum donsku
hermonnunum hevur latið gera, avdúkar, næstan 300 danskir
hermenn, sum hava verið í Balkan, Irak ella Afghanistan,
royndu at taka lívið av sær, eftir at teir vóru komnir heimaftur.
Kanningin, sum umfatar 303 fyrrverandi hermenn, vísir, at
281 hermenn royndu sjálvmorð eftir heimkomuna, og at 177
teirra gjørdu meiri enn eina roynd. Ein talsmaður fyri
fakfelagið hjá hermonnunum sigur, at talan er um ein
trupulleika, sum eingin hevur givið sær far um, og sum
herurin ikki megnar at loysa einsamallur.
Noktar seg seka
Amerikanska kvinnan Colleen Rose (myndin),
sum varð tikin í síðstu viku og skuldsett fyri at
hava lagt ætlanir um yvirgang í Evropa og Asia,
noktaði seg seka, tá hon kom fyri rættin í
Philadelphia í gjár. Colleen Rose er millum annað
skuldsett fyri at hava havt ætlanir um at beina fyri
svenska blaðteknaranum Lars Vilks, sum hevur
teknað eina umstrídda tekning av Muhammed
profeti. Tann 46 ára gamla Colleen Rose er eisini
kend undir navninum Jihad Jane, tí tað navnið
brúkti hon á síni heimasíðu.
Samanleggingar skulu tryggja
verandi undirvísingartilboð
Tá ætlanin um at
leggja saman til
sjey skúlaeindir
varð løgd fram fyri
einum ári síðani, var
endamálið at leysgeva
fleiri ressoursir til
skúlaverkið. Vit líta
aftur um bak…
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Seinastu dagarnar hava vit
hoyrt,
at
ætlanin
hjá
Mentamálaráðnum at leggja
skúlar saman, hevur fingið
eina nýggja vend. Nú skulu
skúlar leggjast saman til
tess at varðveita verandi
støðið, og ikki, sum upp
runaliga
ætlað
fyri
at
leysgeva meiri pengar og
førleikar til skúlaverkið.
Hetta hevur eisini fingið
ilt í Føroya Lærarafelag,
sum upprunaliga stuðlaði
undir ætlanirnar at leggja
skúlarnar saman í størri
eindir kring landið, til tess
at økja um dygdina við
fleiri útbúnum lærarum og
tilboðum til næmingarnar.
Nú hevur felagið so boðað
frá, at tað tekur als ikki
undir við ætlanunum hjá
landsstýrinum, tí nú tykist
endamálið bara vera ration
aliseringar og sparingar.
Til dygd og
nútímansgerð
Vit hava leitað bløðini fram
frá februar í fjør, har lands
stýriskvinnan í skúlamál
um, Helena Dam á Neysta
bø, lanserar ætlanina. Og
vit endurgeva úr blaðnum
frá 6. februar 2009, har
landsstýriskvinnan
sigur
soleiðis við Sosialin:
Tað, sum vit vinna við
at skipa Føroyar í skúlaøkir,
skal brúkast sum íløga í
dygd og nútímansgerð av
skúlanum. Og so reksar hon
eina rúgvu av fyrimunum
við samstarvseindum upp:
Fyri tað fyrsta manglar
okkum
nógvar
útbúnar
lærarar í skúlanum. Okkum
vantar fjølbroytt eftirút
búgvingartilboð av lærar
um. Eftirútbúgving átti at
verið bæði eitt tilboð og eitt
krav til øll, sum starvast í
fólkaskúlanum. Tað er ein
sera stórur tørvur á dag
førdum undirvísingarmiðl
um, bæði vanligum undir
vísingarmiðlum og teldu
tøkum, eins og undirvís
ingaramboðum yvirhøvur.
Nógvir skúlar lúka ikki
krøv til nútímans frálæru
hættir, og skúlabókasøvnini
og námsligu verkstaðirnir
eru ikki nóg góðir, segði
Helena Dam á Neystabø.
Ynskja betri tilboð
Magnus Tausen segði við
Sosialin tann 5. februar
2009, tá málið um at leggja
smáu skúlarnar niður, at
endamálið
má
ongantíð
vera at spara pengar, men at
fáa størri gagn av játtanini.
Hann orðaði seg soleiðis:
– Um ætlanin er at spara
pening við at pressa fleiri
næmingar inn í
stovurnar og so annars bara
at halda fram sum higartil,
so er onki vunnið. Men um
endamálið harafturímóti er
at økja um dygdina, við at
fleiri útbúnir lærarar vera
um børnini og at størri
eindirnar kunnu bjóða fleiri
og betri tilboð, so er nógv
vunnið.
Málið má vera, at vit
varðveita hvørja einastu
krónu innan skúlaverkið,
men afturfyri brúka hana so
væl, sum til ber.
Nr. 25 - 5. februar 2009
tí
um at brúka orkuna sum
best, við at skipa okkum
betur, vísir Magnus Tausen
á.
Magnus Tausen kundi
hugsað sær, at fyrsta stig
móti samanlegging kundi
verið, at skúlarnar verða
knýttir saman í einum net
verki, har lærarar kunnu
ferðast ímillum. Og hetta er
ikki bara galdandi fyri smáu
skúlarnir ella skúlarnir á
bygd. Eisini stóru skúlarnir
í miðstaðarøkinum áttu at
samstarvað nógv meira fyri
at fáa eitt betri tilboð til
næmingarnar. Ikki bara í
10. flokki, men allir árgang
ir.
– Til dømis í framhalds
deildini, har holdini í teim
um kreativu og handaligu
lærugreinunum eru so smá,
at tey í veruleikanum eru
ikki ein valmøguleiki.
Mangla lærarar
Eins og fleiri onnur eisini
hava víst á í orðaskiftinum,
saknar
Magnus
Tausen
ítøkiliga føroyska gransk
ing, sum prógvar, um smáir
ella stórir skúlar eru betri
fyri næmingarnir.
– Niels Egelund sigur, at
tað er betri við fleiri næm
ingum. Men vit vita eisini,
at summi trívast væl í
einum lítlum bólki. Við at
varðveita nakrar av smáu
skúlunum, ganga vit fleiri á
møti, hóast eg sjálvur vildi
hildið at eitt næmingatal
millum 15 og 18 næmingar
í 1. flokki optimalt – náms
frøðiliga. Men tá vit koma
upp í framhaldsdeildina er
størri tørvur á samstarvi, til
dømis til vallærugreinir,
sigur Magnus Tausen.
Eitt av høvuðsargument
unum hjá Magnus Tausen
er stóri læraramangulin, ið
hevur verið sær, at nógv
skúlabørn fáa ikki eitt undir
vísingartilboð, sum Lærara
felagið kann liva við.
– Og tað eru ongi útlit
fyri, at vit fáa útbúnar lær
arar í hesi langt omanfyri
hundrað størvini. So hetta
kunnu vit undir ongum um
støðum
góðtaka,
sigur
hann. Og samstundis vísir
hann á, at í nógvum av
smæstu skúlunum arbeiða
útbúnir lærarar, sum kundi
verið brúktir betri til fleiri
næmingar.
Her skoytir Magnus Taus
en upp í, at framyvir verður
uppaftur størri tørvur á sam
starvi, tí lærarin verður ikki
so breitt lærdur sum higartil.
Læraraútbúgvingin verður
broytt, so hvør lærari hevur
færri fak. Tað hevur við
sær, at framtíðar lærarin
hevur størri vitan á sínum
øki.
Eisini heldur hann, at lær
arar eiga at hava eina av
markaða uppgávu í ávísum
lærugreinum ella í inn
skúlingini, mið ella fram
haldsdeildini. Til dømis, at
tú eru serfrøðingur í at und
irvísa miðdeildini í náttúru
vísindaligum lærugreinum.
Tað kundi tú saktans gjørt
longu nú, við betri sam
skipan.
Bjargingarætlan
Læraraformaðurin
hevur
eisini aðrar grundgevingar
fyri at leggja skúlarnir út í
samstarvseindir. Til dømis,
at samferðslukervið er so
mikið gott í dag, og at
barnatalið á smáplássum í
fleiri ár hevur verið mink
andi.
– Summi halda, at teir
smáu
bygdaskúlarnir
doyggja út, men tað kann
eisini blíva ein bjargingar
ætlan fyri teir. Men so verða
tað kanska ikki bara børnini
í bygdini, sum ganga har,
men eisini børn úr granna
bygdunum. Tí skúlin hevur
altíð brúk fyri hølum, sigur
Magnus Tausen.
Her kemur hann inn á eitt
annað, sum eisini hevur
týdning fyri smáu plássini.
Nevniliga, at virka lokkandi
fyri ungar barnafamiljur.
– Kappingin við megin
økið er sera stór. Men hevur
tú eitt gott, fjølbroytt og
spennandi skúlatilboð, so
ivist eg ikki í, at tað hevði
verið lokkandi fyri barna
familjur. Men hevur tú har
afturímóti eitt stirvið ella
ótíðarhóskandi skúlatilboð,
so er tað bumbusikkurt, at
barnafamiljurnar halda seg
burtur,
sigur
Magnus
Tausen.
Og hann nevnir eitt nú
Suðuroynna, har barnatalið
er í støðugari minking.
– Tú kundi komið í eina
støðu, har tú fekst eitt
kanón tilboð. Fyrst skuldi
oyggin sjálvandi skipað seg
í eina kommunu, sum so
kundi fingið ein samlaðan
posa av tímum at ráða yvir
til allan skúlan. Ella Sandoy.
Tá kundi tað brádliga blivið
lokkandi at flutt higar, sigur
Magnus Tausen, sum ikki
ivast í, at nógvir kommunal
politikarar eru samdir við
honum og Lærarafelagnum
í hesum.
– Nógv eru bangin fyri,
at vit fara at fáa a og b
kommunur ella skúlar. Men
tað hava vit longu. Tí stóru
plássini hava so nógv meira
at bjóða borgarunum, at
hini kunnu ikki fylgja við.
Tað síggja vit bara við at
hyggja eftir útgerðini, sum
er í dag. Hon er sera ójøvn
alt eftir hvørja orku komm
unan leggur í økið. Til
dømis í sambandi við bóka
savnstilboð, telduútgerð og
ítrótt.
Lykilin liggur í MMR
Læraraformaðurin
heldur
ikki, at tað átti at verið tor
ført at fingið eitt samstarv í
lag millum skúlarnar í
Føroyum, so teir kunnu
gagnnýta orkuna betri.
– Mentamálaráðið situr í
stóran mun við lyklinum í
hesum málinum. Í løtuni
verður tímatalið latið til
hvønn skúla sær í mun til
næmingatalið. Men letur tú
eina samlaða játtan til eitt
heilt øki, so kundi komm
unan ella ein leiðandi skúla
stjóri býtt tímarnar út á
eindirnar. Eitt ráð, sum skal
umsita skúlan í øllum
landinum kann ikki koma
við kravboðum um, at 26
næmingar skulu vera í
hvørjum flokki, og so ikki
krevja meira av skúlunum
kring landið, sigur Magnus
Tausen.
Men er Magnus Tausen
ikki bangin fyri at sparingin
sum verður í krónum og oyr
um kortini kemur at merkja
eina samlaða skerjing av
játtanini til skúlaverkið?
– Sjálvandi er tað nær
liggjandi at hugsa, at hetta
bara verður enn ein sparing
á fólkaskúlaøkinum. Tíðir
nar eru ringar og leitað
verður við ljós og lykt eftir
pengum á fíggjarlógini.
Men vit noyðast at trúgva
upp á, at endamálið er at
fáa eitt betri og meira fjøl
broytt tilboð til fólkaskúl
anun, sigur formaðurin í
Føroya Lærarafelag.
Hann vísir staðiliga á, at
onki er vunnið, um enda
málið er at spara pengar,
men at endamálið má vera,
at fáa betri gagn a
sum er.
– Um ætlanin
pening við at p
næmingar inn í
og so annars ba
fram sum higa
onki vunnið. Me
málið harafturím
økja um dygdi
fleiri útbúnir læ
um børnini og
eindirnar kunnu
og betri tilboð,
vunnið.
Málið má ve
varðveita hvørj
krónu innan s
men afturfyri brú
væl sum gjør
hann.
ella skúladeyði
Skúlastjórar
Stað
Næm
Kommunu
5
Eysturkommunusk
5
Eystursk
5
Hoyvík
4
Runavík
4
Klaksvík
45
Venjingar
4
Klaksvík
4
Vatnaskúlin
3
Tvøroyri
39
Oyrabakki
35
Argir
3
Skt.Fr
2
Strendur
2
Vágur
2
Meginsk
20
Vestmanna
2
Torfir
1
Kollafjarðar skúli
1
Adventistaskúlin
1
71
Fyrstulærarar
Stað
Næ
Kvívík
Velbastaður
Nólsoy
1
Einalærarar
Stað
Næ
Skúvoy
Hests skúli
Mykinesar skúli
7,27
Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag sigur, at um ætlanin er at spara pening við at
pressa fleiri næmingar inn í stovurnar, og so annars bara at halda fram sum higartil, so er onki
vunnið. Men um endamálið harafturímóti er at økja um dygdina, við at fleiri útbúnir lærarar
vera um børnini og at størri eindirnar kunnu bjóða fleiri og betri tilboð, so er nógv vunnið
Annað dømi um
skúlaeindir
18
Nr. 25 - 5. februar 2009
tíðindi
Føroya Lærarafelag
mælir ikki til,
at skúlar verða
niðurlagdir, men
at teir umleið 56
skúlarnir verða
umskipaðir í størri
samstarvseindir, við
felags læraratoymi,
bygningum og
næmingum, sum
hoyra til økið.
– Á hendan hátt fáa
vit meira burturúr
hvørjum læraratíma,
staðfestir Magnus
Tausen, formaður
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Skulu fleiri børn koyra við
bussi í og úr skúla hvønn
dag? Ella skulu lærarar
koyra millum bygdirnar og
undirvísa? Ella skulu bæði
lærarar og næmingar flyta
seg í annað stað av og á?
Hesir eru bert nakrir av
spurningunum, sum verða
settir í hesum døgum. Tí
hvat ætla vit við føroyska
fólkaskúlanum, og hvussu
gagnnýta vit lærarakreft
irnar betur? Hesar spurning
ar verða vendir í samrøðu
við formannin í Føroya Lær
arafelag.
Vit mæla ikki til, at skúl
ar verða niðurlagdir. Men
at teir umleið 56 skúlarnir
verða umskipaðir í størri
samstarvseindir, við felags
læraratoymi, bygningum og
næmingum, sum hoyra til
økið. Á hendan hátt fáa vit
meira burturúr hvørjum lær
aratíma, staðfestir Magnus
Tausen.
Í sama andadrátti leggur
hann dent á, at her er al
neyðugt at varðveita verandi
orku og pengar innan fyri
skipanina, fyri at kunna
geva eitt betri tilboð.
– Ynskja vit at tryggj
eitt dygdargott, fjølbroy
og nútímans skúlatilbo
noyðast skúlarnir at sam
starva meira og ikki set
smáu skúlarnar upp ímó
teimum størru. Tað snýr se
um at hyggja eftir samlað
skúlaverkinum undir einum
sigur Magnus Tausen. Han
ímyndar sær, at tað ber til a
flyta bæði næmingar, flokk
ar og lærarar ímillum, t
tørvur er á tí. Og at smá
bygdaskúlarnir til dømi
kunnu verða nýttir til serli
námsfrøðilig ednamál, t
dømis til næmingar við ser
ligum tørvi, sum onga
góðan eiga í dag, til ávísa
verkætlanir ella lærugrein
ir.
– Tað skal helst eisin
vera soleiðis, at foreldur o
lærarar kunnu velja ein lít
an skúla, tí hann veitir ei
námsfrøðiligt tilboð, sum
er serligt og hóskar júst t
viðkomandi. Hetta snýr se
ikki um einsrætting, me
Skúlasamstarv
21 skúlar
919
Skálavík
13
Fámjin
8
Húsar/Syðrad
8
Miklad/Trøllanes
7
Funningsfjørður
6
Kunoy
6
Tjørnuvík
6
Leyna/Vála skúli
5
Haraldsund
4
Gjógv
3
Sandvík
3
Skúvoy
2
Hests skúli
2
Mykinesar skúli
2
Funningur
1
15 skúlar
76
7,271
Stað
Næm.
Kommunu
573
Eystursk
537
Hoyvík
496
Runavík
458
Venjingar
451
Klaksvík
405
Klaksvík
342
Argir
333
Fuglafj
328
Skt.Fr
285
Tvøroyri
279
Giljanes
255
Vágur
228
Vestmanna
206
Strendur
203
Torfir
183
Kollafjarðar skúli
146
Sørvágur
137
Meginsk
119
Adventistaskúlin
116
Hvalbiar Skúli
100
Oyrabakki
96
22 skúlar
6276
Gøtu
125
Leirvík
94
Eiði
73
Skála
70
Norðskála/Oyri
65
Kvívík
54
Velbastaður
52
Viðareiði
50
Hvalvík
43
Hósvík
41
Fossánes
41
Sandur
40
Skopun
33
Porkeri
29
Nólsoy
29
Kaldbak
28
Haldórsvík
20
Sumba
14
Oyndafjørður
11
Hov
4
Húsavík/Dalur
3
Yvirlit yvir skúlarnar
í Føroyum, býttir upp
eftir stødd
Eitt dømi um
skúlaeindir
Talvurnar eru frá einari framløgu,
sum Magnus Tausen hevði fyri
Kommunusamskipan Føroya herfyri.
Næmingatølini kunnu verða broytt
nakað síðan, men tey vísa eina
ábending.
Talvan vinstrumegin er
eitt dømi um, at littu økini
samstarva.
Í talvuni á høgru síðu síggja
vit dømi um, at næstan allir
smáu skúlarnir eru lagdir
saman við stórum.
Í talvunum verða skúlarnir
býttur sundur í stórar
skúlar við skúlastjórum,
teir sum hava fyrstulærarar
og teir smæstu, sum hava
einalæraraskipan.
Summar bygdir liggja soleiðis
fyri, at børn kunnu ikki
flyta millum vegna vánaligt
ferðasamband
Nr. 26 • Vikuskiftið 6. – 8. februar 2009 • 83. árgangur • Kr. 20,00
Rimmar tilboð
Keyp møblar ella køk og fá ókeypis flatskíggja, radio, v.m.
Les meira um okkara rimmar tilboð á síðu 3
Síða 3
67 sýningar:
Klintrimús fer
eftir metinum
Íslendskur sendimaður:
Eg eri komin til
rætta landið
Síða 10
Skipanin við
smáum sjálv-
støðugum
skúlum hoyrir
eini farnari tíð
til, sigur Helena
Dam á Neystabø,
mentamálaráð-
harri. Hon sigur,
at samferðslan
er útbygd fyri
milliardir, og tí
er løtan búgvin
at skipa landið í
sjey skúlaøki
sKipa landið í sjEy
stór sKúlaøKi
Eykablað:
stórt
blað um
útbúgvng
w w w. i n n i . f o
Te l 3 5 4 2 0 0
Tú selur best tína
ogn í INNI
Sí lýsingar
í Vikuskiftinum
Kortsplittari
Við tráðleysa kortsplittaranum
frá SmartWi ber til at hyggja í
øllum rúmum við einum haldi!
Tel. 25 11 60
Stórt úrval av
patrónum í
Gamebore
og Eley
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00
Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
Útbúgvingar
í Føroyum
Føroyska
universitetið
Prát við lesandi
uttanlands
Hvør skal rinda
títt skúlagjald?
Alt um ymsar
stuðulsskipanir
Hvørja útbúgving
hevur landsins
leiðsla?
Hvat skal eg
minnast til
undan lestrinum?
Útbúgvingarøkið:
Vit mugu
samstarva við ES
lestrarblaðið
Síða 24-25
íSlendingar gera
landSSjúkrahúSið
arføri
Síða 8
Ítr 25
avleiðingum
Tað verða eftir øllum at døma
íslendingar, sum fara at um-
væla Landssjúkrahúsið. Íslend-
ingar kunnu gera arbeiðið
nógv bíligari enn føroyingar.
- Íslendingar kunnu gera sum
teir vilja her, meðan teir alla
tíðina megna at seta smáar
forðingar upp fyri okkum í
Íslandi, sigur Magnus Magn-
ussen, formaður í Føroya
Handverksmeistarafelag
eftir 21 ár
Síða 7
Síða 8-9
Fakfeløg
boykotta
lønar-
dumping
Nýggir tónar frá skúlapultinum