Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Rákið – mars '10 Taskur úr lýsingum Burðardygd er í hásæti, eisini tá umræður sniðgeving. Fyritøkan, grünBAG, endurnýtur avlopstilfar frá stórum donskum fyritøkum til smartar taskur. grünBAG sam starvar við eitt nú Nordisk Film, Q8 og Rockwool um at endurvinna gamlar reklamu- og biografbannarar. Nú hongur taskan væl Nú er ikki longur neyðugt at blaka taskuna á gólv ella at heingja hana á stólaryggin, tá tú fert út. Hav altíð taskukrókin AHook í taskuni, og krøk hann so á borðkantin, tá tú fert til borðs. Snøgt og smart frá www.ampstar.dk Fix matpakkaloysn Legg allan viðskera, tú brúkar til dagligt, í eina lufttætta box. Nú er nógv skjótari at taka úr køliskápinum og at seta upp á pláss aftur. Serliga er hetta ein góður tíðarsparari, tá matpakkarnir verða smurdir um morgunin. Radio-ga-ga P1. Klassisk på 2’eren. BBC radio. Poppur á Luxenburg. Ella hvat við Radio Kabul? Eg elski mítt internetradio, har eg bara eri eitt lítið klikk frá øllum heimsins útvarpsrásum. Tað, einasta, ið krevst fyri at hoyra Internetradio, er tráðleyst internetsamband, so hevur tú allan heimin inni í stovuni. Fantastiskt! Lat kókað vatn og te í kannuna, sum tú síðani setir á koppin at trakta. So verður koppurin so deiliga heitur. Tea-for-One er navnið á nýggja koppastellinum frá Quantum. Vel títt persónliga sett millum tey 16 ymisku hondmálaðu mynstrini. www.quantum.eu Hóska saman sum koppur og kanna SMART SMART Lagt til rættis: Rigmor Dam