Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2010 Nú um dagarnar lá fyrrverandi djúp­ vatnstrolarin Sancy við bryggju í Esbjerg. Vit vitjaðu umborð Skipavitjan Árni Joensen arni@sosialurin.fo Myndir: Árni Joensen Hóast Sancy varð seldur ein um norskum felagi í fjør, og hóast tað norska flaggið er málað á skipið, er tað fram vegis sum at koma um borð á eitt føroyskt skip. Tí málið, sum tosað verður umborð, er framvegis før­ oyskt. Næstan bara. Av teim um seks monnunum, sum eru við Guard Atlantic, eru fýra føroyingar. Hinir báðir eru russar. Tá norðmaðurin Oddvar Vea keypti Sancy, gav hann skipinum navnið Guard At ­ lantic, soleiðis sum tað fram vegis eitur. Eftir um ­ fatandi ábøtur hjá Mekanik í Runavík fór skipið úr Før­ oyum seinasta summar. Hóast navnið Guard At ­ lantic kundi bent á, at skipið er vaktarskip, hevur tað havt ymsar aðrar uppgávur hesar mánaðarnar síðani eigaraskiftið. Í fjør var tað í Vesturgrønlandi og kannaði ísfjøll sum lið í fyrireiking­ um til eina komandi olju­ vinnu har. Eitt nú varð kann að, hvussu stór ísfjøll­ ini vóru, hvussu mong tey vóru, og hvussu skjótt tey róku. Kanna fugl og botn Tá Sosialurin vitjaði um ­ borð á Guard Atlantic sein­ asta vikuskiftið, hevði skip­ ið júst verið suðuri í týska partinum av Norðsjónum við nøkrum týskum fugla­ frøðingum. Týskararnir høvdu sitið í einum búri framman fyri brúnna og hugt eftir fugli, og harafturat høvdu teir ein serligan fuglaradara, sum stóð afturi á gálganum. Umborð á Guard Atlantic hildu teir ikki, at týskararnir høvdu sæð nógvan fugl. Hinvegin høvdu teir verið sera spentir ein dagin, ein ugla hevði sett seg á skipið. Nú vóru fuglafrøðingar­ nir farnir í land, tí teir vóru lidnir við sínar kanningar. Ístaðin fyri skuldi eitt annað týskt granskaralið við Guard Atlantic. Hesaferð vóru tað tveir menn og tvær kvinnur, sum skuldu kanna ymisk viðurskifti á botnin­ um í Týsku Víkini. Útgerð var komin umborð til at taka royndir upp av botni við einum dreggi ella troli, og granskararnir skuldu so kanna og skráseta, hvat kom upp. Sum skilst skal Guard At lantic halda fram við ymsum kanningum eina tíð afturat, áðrenn næsta leigu­ mál kemur við øðrum upp­ gávum. Djúpvatnstrolari vorðin kanningarskip Ørvingurin Heri Olsen er skipari, og gøtumaðurin Hermann Petersen er maskinmeistari Skiparin farin í telduna at leita eftir Skipssosialinum Kokkurin Virgar á Líknargøtu, sum er úr Saltangará, hevði júst fingið proviant umborð. Fjórði føroyingurin, stýrimaðurin Leivur Matras úr Klaksvík, hevði frívakt, tá vit vitjaðu umborð USA hartar Russland Amerikanska stjórnin er ikki serligan fegin um, at russar hjálpa iranum at byggja kjarnorkuverk. Russar kunngjørdu fyri nøkrum døgum síðani, at eitt kjarnorkuverk í Bushelr verður tikið í nýtslu í juli, men tey tíðindini eru ikki fallin í góða jørð í Washington. Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, sigur við russisku tíðindastovuna Tass, at tílíkar verkætlanir eiga ikki at fara í gongd, fyrr enn iranar hava prógvað, at teirra kjarnorkuverkætlan bara hevur friðarlig endamál. Russar siga, at altjóða kjarnorkueftirlitið hevur eftirlit við verkinum í Bushehr. Fundur um Miðeystur Miðeystur­diplomatar hjá ST, ES, USA og Russlandi hittust í Moskva fyrrapartin at viðgera støðuna, eftir at ísraelska stjórnin hevur gjørt av at byggja 1.600 bústaðir í Eystur Jerusalem. Støðan er ikki batnað av, at ein rakett úr Gaza kravdi eitt mannalív í Ísrael í gjár, og at Ísraels svaraði aftur við at bumba mál í GazA í nátt. ST­aðalskrivarin, Ban Ki­moon, segði í morgun, at ST, ES, USA og Russland fordøma ísraelsku avgerðina um at byggja meiri í Eystur Jerusalem.