Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Rákið – mars '10 Í pornoverðini hava tey onki hár. Í svimjihøllini hevur meirilutin hár. Visti tú, at summir ungir dreing­ ir raka sjálvt bringuskeggið av, og at summar kvinnur halda tað vera ólekkurt, um maðurin hevur hár á rygginum? Vit varpa ljós á kropshár – her og har. Ein vaksin kvinna spurdi abba sín, um hann nakrantíð hevði sæð ommuna nakna. Hóvliga svarar hin gamli: Nei, eg havi ongantíð sæð, bara nortið. Og tað var tann beri broddur! Mótin er ikki bara uttan á klæðunum. Eisini undir klæðunum ræður eitt ávíst rák. Og sum vant gongur yngra ættarliðið undan, meðan tey meiri tilkomnu rista á høvdinum og skilja púrt onki. Síðan einaferð í 90’unum hevur verið vanligt, at fólk ganga høgt upp í at snøgga sær hárið á kroppinum, eins væl og á høvdinum. Javnan hoyra vit orð sum »brasilian wax«, bikinilinjan og duskurin. Seinasta skotið man helst vera nýggja vakurleikarøðin »Under Your Belt« til »blankar kúlur«, sum fyrr­ verandi fótbóltsleikarin Hans Fróði Hansen leggur navn og rygg til. Vit á Rákinum hava prátað við eina rúgvu av fólkum um hárið á kropp­ inum og í neðra. Á óvísundaligu rannsóknarferð okkara í innasta ur­ skóg inum hava vit sogið til okkum vitan og meiningar um kyns­ og kropshár føroyinga. Eitt evni, sum eftir øllum at døma er somikið pikant ella privat, at ongin vil standa fram við mynd og navni, og heldur ikki finna vit tilfar um tað á bóka savninum ella á netinum. Sjálvandi kunnu vit lesa um danskar duskar. Men hvør sigur, at vit føroyingar eru líka sum danir millum beinini og undir hondunum? Tey ungu eru ber Ná, men til sakina: Vanligt er, at ungar kvinnur antin raka alt hárið av ella snøgga sær við einum trimmara millum beinini. Eisini raka tær alt annað hár av kroppinum. Hetta er eisini galdandi fyri fleiri ung mannfólk. Vit hoyra til dømis um heili ítróttarlið, har tú ikki finnir eitt einasta kropshár í baðiristini í skiftingarrúminum. Snøgt sagt tí teir raka alt av, bæði av beinum, bringu, undir hondunum og í neðra. Tó hava vit varhuga av, at flestu ungu mannfólkini lata hárið vaksa á kroppinum, og so snøgga teir sær nakað í neðra. Trýst frá øðrum Fleiri ungar kvinnur, sum vit hava tosað við, siga, at tær hava onki ímóti at hava hár, men at tað líkasum er eitt trýst frá mótanum, pornoídnaðinum ella sjeikinum, at tær eru naknar í neðra. Tó eru fleiri, sum bara trimma sær, tí tær vilja ikki líkjast smágentum, siga tær. Hinvegin eru eisini tær, sum vilja vera við, at nakinleikin ger sexlívið betri, tí alt verður meira følið. Ungu mannfólkini siga eisini, at teimum dáma best um gentan rakar hárið av. Hjá báðum kynum er afturvendandi argumentið fyri at raka sær í neðra, at tað er ólekkurt at fáa hár í munnin! Tey flestu halda eisini, at kvinnur skulu hvørki hava loðin bein ella hár undir hondunum, tí tað virkar maskulint. Tey eldru eru lodnari Venda vit speglinum móti teimum meiri tilkomnu, tað vil siga úr 30­35 árum, er myndin eitt sindur øðrvísi. Her er meirlutin av báðum kynum loðin ella eitt sindur snøggaður í neðra. Mannfólkini hava hár á kroppinum, beinunum og undir hondunum, meðan flestu kvinnurnar siga seg raka hárið av beinunum og undir hondunum. Og serliga fær bikinilinjan vitjan av rakiblaðnum, tá ferðaseðlarnir til útlandið eru bílagdir. Tilkomnu mannfólkini hava onki ímóti, at kvinnan hevur hár í neðra. Fleiri teirra siga harafturímóti, at tað er vakurt, mjúkt, kvinnuligt og natúrligt. Reinføri Eitt, sum gongur aftur, er prát um reinføri. Nógv vilja vera við, at tað kennist reinari at vera rakað. Summi siga tó, at hárini júst hava eina uppgávu í mun til reinføri, nevniliga at verja móti skitti. Eisini verður sagt, at hárini halda sveittanum frá húðini, til dømis undir hondunum. Knubbar og skriði Annað, sum fleiri nevna, er trupulleikar av knobbum, skriða og eymleika aftan á, at tey hava rakað sær. Sambært einum lækna, sum vit hava tosað við, ávirkar tað húðina og hárini, um økið verður rakað ofta. Húðin verður tunn og hárini fara lættari at vaksa ”inneftir”, tí bakteriur seta seg við hárrøturnar og so kemur bruni í. Tí er størri vandi fyri, at fáa svullir, sum so skulu skerast burtur, antin hjá lækna ella í ringasta føri undir skurði á sjúkrahúsinum. Ónatúrlig pornofisering Kvinna 44 ár: Hvat heldur tú sum heild um hár á kroppinum og í neðra? – Eg havi í nógv ár verið nokkso for­ dóms full móti hesum nakna Lolita­ lookin um. Eg haldi tað vera ljótt, tá vaks n ar kvinnur eru púra berar. Bæði gent ur og dreingir áttu at mótmælt tí, og viðurkent kroppin sum hann er skaptur. Serliga haldi eg, at genturnar líða undir einari pornofisering av kyns lívi­ num. Tað tykist sum, at sexlívið er eitt projekt, har alt er tann bera útsjónd, og at gentan bara er eitt objekt. Hvar eru kenslurnar og kærleikin? Og hvussu kanst tú geva teg hen og koma, tá tú skalt spekulera upp á, hvussu tú sært út? Tú mást leggja líka í dellur og bøkkar og annað, sum ikki er sum í filmunum, annars verður tú ongantíð nøgd sexuelt. Tað má vera øgiliga besverligt og tíðarkrevjandi at skula raka sær alla tíðina, tí hárini koma alla tíðina aftur. Heldur skuldu tey brúkt tíðina til okk­ urt fornuftigari, sum til dømis at lisið eina bók. Hvussu við tær sjálvari? – Eg vil ikki hava ein risastóran bøkk, so hann verður hampaður eitt sindur. Men eg vil ikki líkjast einari smágentu. Eg raki mær inniundir, mest tí tað kennist reinari. Nú havi eg fingið trupulleikar, tí eitt hár veksur inneftir, og eg havi fingið ein stóran svull, sum læknin má skera. Hetta er triðju ferð, so læknin hevur mælt mær til at gevast at raka mær, tí vandin fyri bruna er so stórur. So eg má nokk gevast. Hvussu við mannfólkum? – Mannfólk skulu sjálvandi hava hár. Tað virkar fimsutt, tá menn ganga so høgt upp í útsjóndina. Eg skilji ikki, at ungir menn raka hárið av. Eg havi ikki verið saman við nøkrum manni, sum helt tað vera neyðugt, at vit rakaðu okkum. Eisini halda summar vinkonur, at tað er ólekkurt, tá hann hevur hár á rygginum. Men hár eru jú ikki ólekkurt at nema við. Tá tey eru vaksin út, eru tey mjúk. Men rakað hár eru hvøss, so eg skilji púrt onki. Skal tað vera við ella uttan hár? Lagt til rættis: Rigmor Dam