Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2010 Stóra hittið hjá Bryan Rice er sangurin No Promi­ ses, og hóast fimm ár eru liðin, síðani sang urin kom fram, kundi Bryan Rice ikki funnið upp á at farið av einum palli uttan at hava sungið sangin – Tað er blivið eitt sindur langt síðani, at eg var í Føroyum, so nú er gott at sleppa aftur at vitja tykkum, sigur danski poppsangarin Bryan Rice, sum framførir í Havn og Fuglafirði um vikuskiftið Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Um vikuskiftið vitjar danski poppsangarin Bryan Rice í Føroyum. Hann buldraði fram í Danmark og Føroyum fyri fimm árum síðani við sanginum No Promises, sum framvegis er ein nógv spældur sangur á út varps­ støðum í Danmark. – No Promises hevur gjørt munin fyri meg, og sangurin hevur eitt heilt serligt pláss í mínum hjarta. Og í dag, fimm ár eftir at sangurin varð útgivin, elski eg framvegis at syngja sangin. Eg verði bara glaður, tá ið eg hugsi um No Promises, og eg kundi ikki funnið upp á at farið av ein­ um palli uttan at hava sungið handan sang­ in, sigur Bryan Rice. Hann hevur verið í Føroyum og sungið meira enn einaferð, men nú er liðin nøkur ár, síðani hann var her seinast. – Tað er deiligt at sleppa aftur til Føroya at syngja. Tað er blivið eitt sindur langt síðani, at eg var í Føroyum, so nú verður gott at koma aftur, sigur Bryan Rice. Føroyingar á Rokkin Bretin Andy Strangeway fer í summar at gera ferð til Rockall, sum liggur mitt úti í Norðuratlantshavinum. Tað er sera trupul at sleppa upp á rokkin, men Andy Strangeway hevur gjørt seg væl út til at megna hetta. Hann hevur á Rás2 boðið føroyingum við á ferðina, og fleiri hava vent sær til hansara. – Eg havi fingið fyrispurningar frá fimm ymiskum føroyingum, og tað kann væl verða, at vit hava tveir føroyingar við á ferðini í summar, sigur Andy Strangeway. Tey, sum vilja vita meira um ferðina til Rockall, kunnu vitja heimasíðuna island­man.co.uk Í næstu viku fara tey, sum á 3. ári lesa til námsfrøðing, at spæla sjónleikin Kraddarin fyri børnum úr øllum landinum Sjónleikur 3. p á Læraraskúlanum Í næstu viku verður upp­ aftur meiri ferðsla til og frá Læraraskúlanum, enn tað vanliga er. Orsøkin er tann, at knappliga 3000 børn úr barnagørðum, dag røktum og skúlum kring alt landið fara at hyggja at sjónleiki í høllini á Føroya læraraskúla. Tað eru tey, sum á 3. ári lesa til námsfrøðing, ið fara at framføra. Talan er um føroyskan leik. Hann nevnist Kraddarin, og tað eru Súsanna Tórgarð og Birita Mohr, sum hava skriv að handritið. Leikurin er sprottin úr søgnini um seyðamannin á Sondum, og skrivaður til eina ferð inn í ein fornan og før­ oysk an ævintýrheim. Leik urin er um Fívil, ið er ein hjálpsom genta, sum hittir tvær gívrar. Tær hava mist sín dýrabara stakk, Kraddarin hevur stolið hann. Vit fylgja Fívil á síni ferð, har hon hjálpir gívrunum at fáa stakkin aftur. Kreativar lærugreinar Í námsfrøðisútbúgvingini verður umframt námsfrøð­ ina eisini dentur lagdur á tær skapandi læru grein ir­ nar, og hvussu hesar kunnu nýtast í arbeiðs lív­ inum. Øll tey kreativu fak ini eru við í hesi verk­ ætlan; hondarbeiði, smíð, myndlist, tónleikur og drama. Umframt at venja og spæla allar leiklutirnar, gera tey lesandi saman við leikstjóranum, Súsonnu Tórgarð, og lærarunum í kreativu lærugreinunum ­–Sjúrður Hansen, Noomi í Dali, Sunnleif Rasmussen – búnar, pall, tónleik og alt annað, ið hoyrir til, klárt til framførslurnar. Framførslurnar vera í næstu viku, frá 22. mars til og við 26. mars. Tríggj­ ar sýningar vera hvønn dag, og allar sýn ingarnar eru fullsettar. 3.p takkar Føroya Læraraskúla, Trend Floor, Tummas Dam á Hálsi og Búrøkt fyri stuðul. Lesandi vilja fegin hava børnini at hjálpa sær eitt sindur, tá ið tey fara at hyggja at leikinum. Tað gera tey við at læra seg hesa ramsuna: Tumanna, Tumanna / Hurl um heyg / Rumanna, Rumanna / Reiggj um reyg / Kom og hjálp í hesi neyð! 3000 børn vitja Læraraskúlan Deiligt at sleppa aftur til Føroya Talan er um føroyskan leik. Hann nevnist Kraddarin, og tað eru Súsanna Tórgarð og Birita Mohr, sum hava skrivað handritið Bryan Rice verður at hoyra í SMS, á Rex og í Men tanarhúsinum í Fugla firði um vikuskiftið.