fríggjadagur 19. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Rákið – mars '10
Kvinna, 32 ár: Eg skilji ikki, at vit skulu
líkjast 8 ára gomlum í neðra. Sjálvandi
hava rættar kvinnur hár millum beinini.
Kvinna, 32 ár: Eg rokni við, at tey
ungu raka sær, tí tey brúka porno at
saman bera seg við, tá tey gerast virkin
sexuelt.
Kvinna, 32 ár: At leggja seg undir
knívin er eitt tekin um, at ungu
kvinnurnar ræðast at gerast vaksnar, tí
við vaksnatilveruni fylgir eisini ábyrgd
og skyldur. Heldur áttu tær at skilt, at
ævigur ungdómur er ikki til.
Maður, 35 ár: Hárini hava eina funktión.
Annars høvdu vit tey ikki. Til dømis
at verja slímhinnurnar móti skitti,
bakterium og fremmandalikam.
Kvinna, 42 ár: Sjálv eri eg púra sløtt.
Tað er maður mín eisini. Skilji ikki, hví
fólk hava so ilt í reyvini av tí. Tað má
vera upp til fólk sjálvi, um tey vilja raka
sær ella ikki. Fólk kunnu gera, sum
teimum lystir, so leingi ongin annar
tekur skaða. Vit eru so ymisk, og tað
skulu vit eisini sleppa at vera í neðra.
Kvinna, 25 ár: Eg havi ongantíð hár í
neðra. Raki mær undir brúsuni og fari
til brasilian wax, tá eg eri niðri. Man fær
forbanka ilt, men tað heldur leingi.
Maður í 50’unum: Kvinnan skal vera
mjúk og loðin. Tað er natúrligt og
kvinnuligt. Tað hevði verið sum at farið
í song við einari smágentu, um hon var
púra sløtt.
Maður, 24 ár: Eitt loðið
lall sær gamaldags út.
Nakað sum at fáa hár í
matin.
Maður, 19 ár: Eg raki alt hárið av
kroppinum. Eisini undir hondunum og á
bringuni. Tað kennist reinari og lekrari.
Maður í 50’unum: Eg havi ongantíð
nortið hárið á kroppinum við einum
saksi ella rakiblaði.
Ger soleiðis
① Brúka eitt rakiblað,
lunkað vatn og
kanska barberskúm.
② Brúka ein elektriskan
rakara.
③ Snøgga við einum
trimmara.
④ Voksviðgerð uttan
lands. Við heitum
voksi, har hárini
fylgja við, tá voksið
verður hálað av.
Heldur í umleið tveir
mánaðir. Kostar fleiri
hundrað krónur.
⑤ Lasaraviðgerð. Ein
varandi loysn, har
hárrøturnar verða
týndar. Kostar fleiri
túsund krónur.
Sagt um hár her og har:
Gud skapti
kvinnuna og
mannin, IKKI
Gillette!
Frisurur
Brasilianskt
Alt verður voksað av.
Amerikanskt
Duskurin er har, men
verður snøggaður við
bikinilinjuna og upp
móti nalvanum.
Franskt
Ein smøl rípa framman.
Blankar kúlur
Barberingin verður ongantíð tann sama aftur, tá tú hevur brúkt krem frá »Below Your Belt«.
Hetta sigur í øllum førum upphavsmaðurin til røðina, Hans Fróði Hansen.
Undan jólum kom fyrrverandi landsliðsleikarin á marknaðin við nýggju røðini til kropsrøkt –
serliga millum beinini.
»Below Your Belt« er eitt krem, sum verður nýtt til intimbarbering.
– »Below Your Belt« er til barberingina av tí staðnum, sum eingin tosar um, men sum næstan
øll »hampa« um, sigur Hans Fróði Hansen.
Fólk í Føroyum kunnu keypa krem frá »Below Your Belt« til bæði kvinnur og menn á netinum.