fríggjadagur 19. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 55 - 19. mars 2010
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
»Har pengarnir
fólkið flyta...«
Soleiðis yrkti Hanus Kamban til Kára P. fyri góðum
tríati árum síðani, tá LP plátan »Vælferðarvísur«
kom út. Tað var sangurin um flyting, har hin lág-
lønti løntakarin av bygd noyddist til Havnar at
arbeiða fyri at vinna sær dagligt breyð – og varð
noyddur at selja sær »húsini har norðuri í líð« til
»onkran, sum nú eigur tvey...«
Hvørt mansbarn man kenna hesar strofur hjá
Hanusi, sum eru vorðnar fólkaogn – og tær verða
ikki minni aktuellar, um vit lesa tíðargreinina hjá
Jógvani Mørkøre í blaðnum í dag. Jógvan Mørk-
øre hevur sum fáur fylgt politisku skipanini í eitt
mannaminni, og tí eru hansara hugleiðingar í
blaðnum í dag sera áhugaverdar. Hann rør fram-
undir, at pengarnir hava fingið ovurstórt vald á,
hvør verður valdur á Føroya Løgting.
Tað hendi ein broyting á løgtingsvalinum 30.
januar 2002. Av einhvørjari orsøk fór tað at kosta
nógvar pengar at stilla upp til fyrsta løgtingsvalið
eftir systemskiftið í føroyskum politikki - fyrsta
valið eftir fullveldislandsstýrið. Hetta skal tó ikki
skiljast soleiðis, at fullveldisvongurin ella sam-
bands/javnaðarvongurin hevur serliga ávirkan á
hesi viðurskiftini, men sum eygleiðarar kunnu vit
staðfesta, at tað brádliga til løgtingsvalið í 2002
bleiv rættilga kommersialiserað at stilla upp til
løgtingsval.
Jógvan Mørkøre vísir í tíðargreinini á næstu síðu
á, at hetta er vorðið serliga grelt eftir síðsta val,
tá Føroyar á fyrsta sinni vóru eitt valdømi. Hann
hevur tosað við tingfólk, sum hava brúkt úr
100.000 krónum og upp um hálvu milliónina fyri
at verða afturvald. Hann setir eisini beinleiðis fram
pástandin, at tað kann vera ein orsøk til, at val
ikki longu er útskrivað, at tingfólk rætt og slætt
ikki hava ráð til løgtingsval í ótíð – at íløgan skal í
minsta lagi hava fýra ár fyri at forsvara seg.
Er støðan soleiðis, sum Jógvan Mørkøre lýsir hana,
so hava vit ein sera álvasaman demokratiskan
trupul leika.
Og fyri at venda aftur til Hanus Kamban, Kára P.
og neyðars láglønta bygdamannin, sum noyddist
at flyta til Havnar, fyri at klára seg:
»Í húsunum tínum nú halda teir frí
okkurt akademiskt kommandittkompaní
so gott er at sleppa sær burtur úr bý
at hvíla og hvessa sær vitið
til næsta leikin í talvinum
har pengarnir fólkið flyta...«
Soleiðis kann føroyskur politikkur eisini lýsast
anno 2010...
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur
Langgaard jaspur@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Hvussu hava vit ikki í ára
vís tosað uppísamanaftur
um fjølbroyttar og alterna
tivar bústaðarmøguleikar,
lutaíbúðir og leiguíbúðir?
Nú hevur LÍV sett
trumf in á og leggur kapital
á borðið.
Ongin ivi er um, at nógv
standa klár at taka av, bæði
fólk at fáa sær bústað á
henda lagaliga og spenn
andi hátt, eins og hand
verk arar at smíða. Og eg
veit um fleiri kommunur
og feløg, sum bert bíða
eftir at kunna sleppa
ígongd. At byggja m.a. til
ungdóm, til alternativar
eldraíbúðir, til støk og til
ungar familjur, til fólk við
serligum tørvi, osv.
Men nú er landsstýrið
forðingin – vit mangla
neyðugu lógarkarmarnar,
sum landsstýrið skal skapa.
Undirritaði legði lógar
uppskotini um vanligar og
serstakar lutaíbúðir, eins
og um vardar íbúðir, fyri
løgtingið á heystið 2007.
Eftir góða móttøku komu
tey tíverri ikki úr Trivnað
ar nevndini, áðrenn val varð
útskrivað, og duttu tí
burtur.
Enn eru tey ikki komin
aftur á tingborð. Tað er
bæði undrunarvert og hug
stoytandi.
Nú hevur LÍV so yvir
hálað politiska myndug
leikan. Tað skumpar undir
at fáa lógaruppskotini
framaftur.
Skúlastýrið hevur bert
hoyrt um ætlaða fúta for
boðið í fjølmiðlunum. So
hóast vit av góðum grund
um ikki vita annað enn tað,
sagt verður í fjølmiðlunum,
loyva vit okkum at koma
við hesum viðmerkingum.
Orsøkin, til at skúla stýr
ið kærdi avgerðina um at
flyta 10. flokk úr Komm
unu skúlanum í Eystur skúl
anum, er ikki sambært
teimum lógum, sum eru
galdandi, og tí er avgerðin
eftir okkara tykki ólóglig í
sær sjálvum. Tað, sum er
hent í málinum, er, at
Fiski vinnumálaráðið, sum
er kærumyndugleiki í
hesum málinum, hevur
givið kæruni steðgandi
virknað, og tað merkir tað,
at tann avgerð, sum komm
unan tók 17. des. 2009
fyribils er sett úr gildi.
Tað undrar í hesum sam
bandi, at eftir øllum at
døma ávirkar hetta als ikki
kommununa, sum ótarnað
heldur fram við sínum
fyrireikingum at stovna
hetta nýggja tilboðið í
Eysturskúlanum. Tí tykist
ætlanin um at leggja fúta
bann ímóti Kommunu
skúlanum sera løgin, her
eingin broyting er farin
fram, her verður bara bygt
víðari á ta tilgongd, sum
hevur verið støðugt ment
við neyðugum dagfør ing
um tey seinastu árini, og
sum næmingar og foreldur
higartil hava tikið væl
undir við og verið glað
fyri. Alt í MiðRásleistin
um er innanfyri galdandi
fólkaskúlalóg, so sum
lærugreina og breytatil
boðini, og gerandisdagsins
siðvenju eru serskipanirnar
við musikkskúlamiðnámi
og parttíðarstarvi í vinnuni
tvinnað við MiðRásina.
Hetta eru skipanir, vit hava
roynt í verki nøkur ár, við
sera góðum úrsliti.
Tá avgerðin er sett úr
gildi fyribils, so eru vit
aftur í útgangspunktinum,
og eingin broyting er farin
fram í Kommunuskúlanum,
sum tessvegna hevur rætt
til at halda fast við tey
tilboð, sum annars vóru
ráðløgd. Kommunan hevur
ikki loyvi til at avgera tað
námsfrøðiliga innihaldið
og skúlaskipanirnar einsa
møll, men hevur lógar
ásetta skyldu at hoyra
skúlastýrini í øllum slíkum
málum. Og tað er ikki gjørt
í hesum føri. Skúlastýrini
vóru fyri nøkrum árum
síðani samd um at royna
eina skipan fyri 10. flokk
sum sjálvstøðuga skúlaeind
við serstøkum bygningi,
bygdum til endamálið, í
Marknagili, sjálvstøðugari
leiðslu og lærarum, sum
burturav skuldu arbeiða í
hesum depli. Mentamála
ráðið góðtók ikki hesa
ætlan. Og ístaðin fyri at
fara í skúlastýrini at tingast
um nýggju støðuna, sum
var íkomin, so tekur
kommunan einvegis ta
avgerð at flyta næming
arnar á annað stað, við
øðrum leiðsluformi og
aðrari læraraluttøku, enn
tað skúlastýrini mæltu til.
Og tað er hetta, skúlastýrið
í Kommunuskúlanum
hevur funnist at og fyribils
fingið steðgandi virknað
fyri, meðan kæran verður
viðgjørd.
Kommunuskúlin hevur í
løtuni nógv tað størstu 10.
flokseindina í landinum og
følir seg tí hava skyldu
mótvegis næmingunum og
foreldrunum at koma við
einum tilboðið, MiðRás, til
hendan aldursbólkin, sum
vit hava lærarar, royndir og
góða tøkniliga útgerð at
taka ímóti. Vit loyva okk
um bert at bjóða fram eitt
virðiligt tilboð, sum vit í
fleiri ár hava ment í sam
starvi við myndugleikar,
starvsfólk, foreldur og
næmingar eins og fyri
skrivað er í fólkaskúla
lógini.
Tórshavn 18. mars 2010
Viðmerkingar til ætlan býráðsins um fútaforboð
SKÚLAStýrIð Í
KoMMUNUSKÚLANUM
Hattin av fyri LÍV!
løgtingsmaður
HANS PAULI
StrøM