fríggjadagur 19. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Rákið – mars '10
Bjørk við mikrofonini
Bjørk K. Olsen hevur prátað við nøkur ung fólk
um hár her og har
Kvinna, 18 ár:
Hvat heldur tú um, at mannfólk hava
hár í neðra?
Eg haldi, at mannfólk skulu í øllum
førum trimma sær eitt sindur. Tað er
ræðuliga ólekkurt, tá mann kemur niður
til eina plantasju og fær hár í munnin.
Hinvegin skal alt ikki burtur, tí tað er
eitt sindur sum at fara í song við einum
smádrongi, og tað er ikki serliga sexutt.
Hvussu við hári aðrastaðni á
kroppinum hjá mannfólki?
Teir mugu gjarna gera nógv burtur úr
útsjóndini. Men teir skulu varðveita sín
maskulinitet. Vit konufólk eru mjúkar
og femininar, og vildu vit gjarna hava
tað, so høvdu vit fingu okkum eitt
konu fólk. So nei, teir skulu ikki raka
hárini av aðrastaðni á kroppinum.
Hvussu við tær sjálvari?
Tað er eitt sindur ymiskt. Nú eri eg ikki
í nøkrum føstum forholdi og havi einki
støðugt sexlív. So rakiblaðið fer kanska
ikki so ofta oman har, sum tað hevði
farið, um eg fór oftari úr trussunum.
Men tá eg raki mær, raki eg viðhvørt
alt av, so tað er longri ímillum, at eg
noyðist at hampa tað aftur. Um eg havi
góða tíð og ikki havi rakað mær leingi,
havi eg onkuntíð roynt at raka ymisk
mynstur.
Hví rakar tú tær?
Tað er helst mótin, sum ger tað. Tað
er eitt sindur býttisligt, tá øll vita, at vit
hava hár. Hin veg in,
so haldi eg, at tað er nógv penari,
um hárini eru hampað – klipt
ella tikin við einum trimmara.
Bikinilinjan skal eisini rakast
burtur. Restin er bara móti og
gevur egentliga onga meining.
Kvinna 20 ár:
Hvat heldur tú um mannfólkahár í
neðra?
Tað kemur ótrúliga nógv an uppá,
hvussu nógv hár talan er um. Tað er
altso ikki tað allarlekrasta at fáa hár
í munnin. Eg haldi ikki, at tað er so
farligt, hvussu nógv teir raka av, men
um teir ikki raka sær, mugu teir gjarna
hampa sær eitt sindur.
Hvussu við aðrastaðni á kroppinum?
Eg haldi, at drongir skulu ikki raka
sær ov nógv. Hár undir hondunum og
bringuhár skulu vera har. Tað skal ikki
vera soleiðis, at mann liggur við einum
smádrongi. Beinini skulu slett ikki
rakast – tað er ómaskulint.
Hvussu við tær sjálvari?
Eg raki ikki alt burtur – eg havi eina
striku beint nú, men tað er rættiliga
ymiskt. Viðhvørt hugsar mann: Nei,
hetta riggar illa, so raki eg alt av. Eg
haldi tó ikki, at tað er so feminint,
um alt er burtur. Tá líkist man einari
smágentu.
Hví rakar tú tær?
Eg føli meg reinari og penari, eg
dugi ikki ordiliga at siga hví.
Hevur tað nógv at siga, hvat
mannfólk halda um tað?
Tað hevur nógv at siga, hvat
mann fólk halda, ja. Eg kann siga, at
um sjeik urin hjá mær dámdi best,
at eg var heilt rakað, so hevði eg
gjørt tað, og eg hevði ikki havt
tann stóra trupulleikan við tí sjálv.
Maður, 20 ár:
Hvat heldur tú um konufólkahár í
neðra?
Í modernaða seksualitetinum er tað
næstan ein óskrivað lóv, at kvinnur
skulu raka sær í neðra. Eg eri ikki so
glaður fyri at siga tað, men mær dámar
tað betri, at tær eru rakaðar. Vit eru von
at verða seksuelt stimuleraði gjøgnum
porno, har 99 prosent av kvinnunum
eru rakaðar – heilt ella eitt sindur. Tað
er blivið óvanligt ikki at raka sær.
So tað er líkamikið, hvussu nógv
verður rakað av?
Tað kann henda seg, at ein genta,
sum hevur rakað alt av, verður eitt
sindur ov smágentuslig. Tað kann vera
eitt sindur frástoytandi.
Hvussu við hári undir hondunum og
á beinunum – skulu tey burtur?
Um ein kvinna hevur hár undir hond
unum, hevur tað eina maskulina út strál
ing, og tað er tí ikki so eggjandi. Tað
kann virka sum um, at hon leggur lítið
í seg sjálva og er óhygiejnisk. Beinini
eru hinvegin ikki so farlig, men vit eru
von við, at kvinnur raka beinini. Um ein
kvinna hevur hár á beinunum, er tað
nokkso maskulint.
Hvussu við tær sjálvum?
Eg raki mær ikki í neðra, men eg havi
hugsað um tað onkuntíð. Eg havi ikki
so kraftigan hárvøkstur, og eg havi
lisið, at um menn byrja at raka sær, so
tvífaldast vøksturin. Eg havi ikki havt
brúk fyri tí, men eg veit um nógvar, sum
trimma hárini av.
Hvussu við bringu hár unum og hárini
undir hondunum?
Ja, eg havi rakað tað av onkuntíð
bara fyri at vita, hvussu tað sá út. Tá
brúkti eg fyrst ein trimmara og so
eitt rakiblað. Eg haldi tó, at tað er
maskulinari at hava bringuhár og hár
undir hondunum.
Maður, 19 ár:
Hvat heldur tú um konufólkahár í
neðra?
Eg haldi, at tær skulu raka sær. Tær
kunnnu gott hava eitt sindur – men ikki
ein ordiligan afro. Tað sær natúrligt
út, um tær hava eitt sindur, og tað er
eggjandi. Ein heilt barberað genta hevur
eisini sína sjarmu. Har kann vera bara
eitt sindur og einki – ein strika kann
eisini gera tað. Ein stórur villur duskur
er ikki akkurát eg.
Hví heldur tú, at tað er neyðugt, at
konufólk raka sær í neðra?
Eg haldi, at tað er neyðugt, tí at tað
sær meiri feminint/sexut út, tá tað ikki
er ein stórur frumskógur millum beinini
á henni.
Hvussu við beinunum og hárunum
undir hondunum?
Hárið skal vekk undir hondunum og á
beinunum. Tað er maskulint at hava hár,
og gentur skulu ikki vera maskulinar.
Rakar tú sjálvur hárini í neðra?
Ja, men tað verður bara trimmað, so
tað sær pent út. Eg haldi ikki, at tað
riggar so væl við einum feitum duski
har niðri, og onkur genta fer niður har.
Hinvegin skal tað ikki rakast heilt burtur
– bara so tað er hampiligt.
Rakar tú hárini av bringuni og undir
ørmunum?
Nei, tað geri eg ikki. Eg haldi, at tað
er í ordan, at menn eru menn. Hinvegin
fari eg í eina tshirt við stuttum ermum,
so kann eg finna upp at raka tað utt
asta undir ørmunum burtur, so tað ikki
stingur út undan tshirtini. Beinini hevði
eg ikki funnið upp á at rakað. Tá fer tað
for langt yvir til tað feminina, so tað lati
eg genturnar um.