fríggjadagur 19. mars 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 55 - 19. mars 2010
Heimsins týdningarmesta starv
5 ára lønarsteðg og
5 ára setanarsteðg!
Hetta eru ikki góð boð at fáa nú, bert eitt hálvt ár
undan, at Føroya Pedagogfelag fer undir nýggjar
sáttmálasamráðingar aftur.
Tað er tí alneyðugt, at vit, sum eru limir í Føroya
Pedagogfelag, minnast, hvat tað eru fyri uppgávur,
vit loysa, og hvussu stóran týdning okkara arbeiði
hevur fyri alt samfelagið. Tað er mín meting, at
námsfrøðiliga arbeiði er tað týdningarmesta arbeiðið
í heiminum. At arbeiða við menninskjum er í sær
sjálvum ein stór avbjóðing, og at gera tað rætta er eitt
ófrávikiligt krav til okkum dagliga. Tað er eingin
orðsøk til at drýpa høvur, tá tú verður spurd, hvat títt
starv er. Heldur skalt tú stolt rætta ryggin og halda
pannuna høgt og svara, at tú hevur heimsins
týdningarmesta starv.
Tíðin er farin frá at tosa um ansing. Námsfrøði er
alt annað enn tað. Námsfrøði er at vera tann, sum sær
menniskjað sum eitt heilt menniskja og veit, hvat
skal til fyri at skapa menning og trivna fyri hvønn
einstakan. Námsfrøði er at síggja, hvønn tørv tann
einstaki hevur á hjálp og stuðli. Námsfrøði er eisini
at skapa møguleika fyri, at tann einstaki kann læra at
virka sum sosialt menniskja og duga at fyrihalda seg
til sín sjálvs og til sítt umhvørvi.
Nú er stundin komin til at fáa boðskapin út um, at
námsfrøðiliga arbeiðið krevur góða fyrireiking, og at
tey, sum dagliga eru á kommunalum dagstovnum ella
á dag- og samdøgursstovnum landsins, eru okkara
størsta íløga í framtíðina. Vit vija ikki liggja undir
fyri politiskum klandri um, hvussu landsbúskapurin
skal rekast. Vit vilja hava virðiligar arbeiðsumstøður,
eina høskandi løn og eftirløn og eina arbeiðstíð, sum
menniskjansliga tekur atlit fyri, at vit skulu vera
virkin í nógv ár á arbeiðsmarknaðinum.
Fyri limirnar í Føroya Pedagogfelag er tað tí
umráðandi:
• At samráðingar millum felag og arbeiðsgevarar
ikki verða politiskt órógvaðar frammanundan
• At týdningrmesta starv i heiminum verður
virðismett og vællønt
• At námsfrøðin kemur í fremstu røð, og at talan er
um ein uppibornan fakligan stoltleika
• At tíð til fyrireiking er eitt ófrávíkiligt krav, tá talan
er um menning og dokumentatión
• At arbeiðsbyrðan má tillagast og fordeilast á fleiri
hendur, alternativt má arbeiðsvikan styttast
Góðu limir í Føroya Pedagogfelag, eg ivist ikki í,
hvat skal til, fyri at vit koma á mál við okkara
ynskjum. Vónandi ivast tit heldur ikki og vilja taka
undir við mær, tá eg sigi, at nú skulu vit seta
dagskránna og orða námsfrøðina og luttaka, har
orðaskifti er um heimsins týdningarmesta starv.
Samfelagið hevur brúk fyri tær og tínari tænastu.
Maud Wang
Hansen
Las í Dimmu 11. mars
grein ina »Vit gera frísk
børn sjúk«.
So sum eg skilji grein-
ina, skulu vit fara frá at
oyramerkja dreingir, sum
hava ta sokallaðu skúkuna
ADHD til at taka teir sum
vanligir buldrasligir
dreing ir. Eg var til eitt so -
kall að seminar á lærara-
skúlanum, sum Ser náms-
depilin skipaði fyri, fyri
nøkrum árum síðani. Tem-
aði á semenarinum var
»børn við ADHD«, tað var
professarin Christopher
Gilberg, sum helt hettar
sera áhugaverda semenar. Í
stuttum snúði tað seg um
at kunna foreldur, lærarar,
pedagogar um, hvussu eitt
barn við ADHD hevur tað.
Hvussu skeivt tað er, tá vit
koyra hesi børn í tann
bólkin sum eitir »buldra-
sligir dreingir« (tað er sum
oftast dreingir, ið hava
hesa sjúku). Tí undrar tað
meg, at akkurát hendan
greinin kemur frá Ser-
námsdeplinun.
Vit sum kenna til børn
við hesi sjúku vita væl, at
tað er óalmindiliga langt
frá at vera buldrasligur, til
at hava hesa sjúku. Børn-
inini hava tað ikki nemt, tí
tey verða uppfatað sum
óupdrigin og buldraslig.
Tað vísir seg eisini, at nógv
vaksin, sum ongantíð hava
fingið hjálp fyri sjúkuna,
men tvørturímóti eru skírd
buldraslig og óupdrigin,
gerast misnýtarar og liva á
»livets skyggeside«, sum
man tekur til. Hesi hava
fyri tað mesta staðið uttan
fyri skúlastovuna í tímun-
um, tí eingin helt tey út.
Sjálvsvirið er lágt, og ofta
eru tey illa fyri fakliga, og
tí tey detta niðurímillum.
»Myte: »ADHD er blot
en diagnose, som det er
let for læger at hæfte på
vanskelige børn.«
Fakta: ADHD har været en
anerkendt sygdom i mange
år. Men fordi lægerne får
større og større forståelse
af sygdommen og bliver
bedre til at identificere
den, er ADHD-diagnosen
mere almindelig nu, end
tidligere. I USA diagnosti-
ceres 3-5 % af befolk ning-
en hvert år med ADHD.«
Sjálvandi skal ein fokusera
uppá, hvussu hesi børn
kunnu hjálpast. Bara í
Danmark hava tey fleiri
skúlar fyri børn við
ADHD, so tað er bara at
hyggja hvussu tey gera har,
tí úrslitini eru sera góð. At
hava ein dag um vikuna úti
í náttúrini ella okkurt
annað, og so hinar dag ar-
nar vanliga skúlagongd, er
ikki gott nokk. Hesi børn
klára ikki eina »vanliga«
skúlagongd, megna ikki at
samla seg so leingi í senn
og sita still so leingi í senn.
Uppá sama máta sum
lærarar nú taka útbúgving
í, hvussu ein undirvísir
børnum, sum eru orðblind,
mugu tey sum skulu
undirvísa børnum við
ADHD eisini hava eina
serútbúgving. Tað er ikki
nóg mikið at seta onkran
sum hevur gott tol at taka
sær av hesum, nei her má
nakað serligt til. Vit eru so
afturútsild á hesum øki
sum er, so lat okkum ikki
fara enn longur aftur við at
koyra hesi børn/dreingir
undir bara at vera
»buldrasligir«.
Í greinini Barometrið og
Termometrið varð asna-
sparkið, løgmansstjórin
fekk frá chefideologinum í
loysingarrørsluni, umrøtt.
Hendan gerðin má í sjálv-
um sær haldast at hava lítið
við vanligan, góðan fólka-
sið at gera og hvaðna
minni at hava røtur í før-
oyskari mentan. Og var tað
ikki júst hetta rákið, ið tók
seg upp fyri skjótt fjórð-
ings øld síðani, og sum
rættiliga kom til sjóndar í
1998-2003? Ein sannur
øsingarpolitikkur við
ósann indum og villleiðing-
um. Ein politikkur, sum
ikki sampakkar við vanliga
fatan av demokratii.
Í 1999 gav landsstýrið
út bókina ”Hvítabók”. Nú
ellivu ár eru liðin, er tað
áhugavert at lesa hesa bók,
kanska serliga brotini
Støðuginntøka og ein
Búskapargrunnur (síðu
146-149). Ynskidreymar,
sum minna okkum ikki
sørt um søguna hjá H. C.
Andersen: Konan við
eggjunum og hønuni. Og
árið eftir gav landsstýrið út
bóklingin ”Frá heimastýri
til fullveldi.” Hann kom í
hvørt heim. Veruleikafjarur
við frágreiðing um, hví og
hvussu landskassin hevði
ikki brúk fyri blokkinum,
og at hann tessvegna skuldi
samansparast til ella um
búskapurin ”verður fyri
afturgongd.” Hetta postu-
latið um landskassans
inntøkur og útreiðslur má
haldast at vera so ósatt og
veruleikafjart, – í dag er
tað syndarliga prógvað –,
at tað ongantíð átti at verið
tikið í fullum álvara.
Tvey ár seinri byrjaði
sama landsstýri, sum
skuldi samanspara al -
mennan pening, bók-
staviliga at tveita almennan
pening fyri borð, og hesin
ørskapur hevur staðið við
ár um ár nú á níggjunda
ári. Hvussu í allari víðu
verð skal okkara lóg gávu-
ting kunna virka optimalt
fyri samfelagið og fólkið
undir slíkum umstøðum?
Orðini , ”tey vita ikki,
hvat tey gera”, er eingin
uggi.
Tjóðskaparliga vekingin
fyri 120 árum síðani, sum
kveikti nýtt og dýrabart lív
og kenslur í ta føroysku
fólkasálina, varð inn gang-
urin til okkara gulløld. Tað
námið gav okkum ómeta-
liga nógv. Men vandi er í
hvørjari vælferð. Politikkur
fekk heimarætt í ”føroysk-
ari mentan”. Nógv broytt-
ist. Eisini tað annars so
óspilta sinnalagið. Barns-
ligt sjálvrós, sjálvgleði,
øvund og idiotisk nalva-
skoðan hava sett og seta
áhaldandi djúp og greflig
spor. Tað tykist, sum før-
oyingar eru vorðnir
avskildraðir í básar: Tey
(há)mentaðu. Rættir før-
oyingar (politiskt frelstir).
Og – hini. Mentalt liva vit
veruliga í kafkanskum
terrori. Franz Kafka (1883-
1924) skrivaði skaldsøgur
um ta sálarligu týningina,
um processina, í einum
”framkomnum” samfelagi.
Ein smøl, men djúp
gjógv er uppstaðin. Øðru-
megin gjónna eru tey (há)
mentaðu og rættir føroy-
ingar, og hinumegin ”hini”.
Vit ímynda okkum Don
Quijote við langspjóti á
hestbaki og Sancho Panza,
landshøvdingur á Bara-
taria, við Dulcineu undir
liðini skoðandi yvir
gjónna.
Við yvirtøkum av ymisk-
um málsøkjum (skúla-
verkið v.m.) fekk løgtingið
nógvar stórar bygningar
ókeypis frá ríkisstjórnini.
Hesir bygningar, ið allir
verða brúktir til upprunalig
endamál, eru ikki skrásettir
í landskassans ársrokn-
skapum, hvør orsøkin so
kann vera. Man tað vera so
galið, at løgtingið hevur
”gloymt” at játta pening til
gjaldið fyri tinglesing av
eigararskiftunum av hesum
mongu ognum? Og nær er
Føroya fólk kunnað um
hesar stórfingnu gávur? Og
nær hevur løgtingið takkað
Føroya fólks vegna fyri
gáv urnar? Og hvar eru
fjølmiðlarnir í øllum hes-
um? Snorksova okkara
journalistar?
Tað er eitt mentalt fyri-
brigdi at kreppa tærnar.
Rættiliga álvarsligt gerst
hetta, tá ið tað rámar eitt
heilt fólk!
Spurningarnir eru legio á
øllum økjum. Eitt nú: Fyri-
kemur málslig og politisk
indoktrinering í føroyskum
skúlum? Og hvat skilja vit
við indoktrinering? Hvat
vísir tað mentala termo-
metrið í skúlunum? (Hetta
ljóðar sum ein skrivlig
uppgáva til próvtøku í 3.g.)
Í 1947 skrivaði tann
háttvirdi amerikanski
uttanríkisráðharrin James
F. Burnes (1881-1972)
sínar endurminningar
Speaking Frankly (Eg tosi
satt). Í innganginum til
endurminningarnar endur-
gevur hann nøkur orð hjá
Abraham Lincoln: ”Um vit
vistu, hvar vit eru, og
hvørja leið gongdin ber,
kunnu vit betur avgera,
hvat vit skulu gera, og
hvussu vit skulu gera.”
Í tí politiska mjørkanum,
sum í løtuni tykist at gera
gongulagið trilvandi, er tað
umráðandi, at okkara polit-
iska fyrisiting hevur grund-
leggjandi eginleikar, sum
tryggja demokratiið og
trivnaðin hjá tí einstaka
borgaranum í okkara lítla
samfelag. Eginleikir fram
um allar eru: (1) Sann-
føring í hásæti, tí lygn og
villleiðing er av tí ónda og
ger lívið til eina marru. (2)
Vanligt vit og skil. (3)
Politik arar í meginfyri-
sitingini við løgmannni og
landsstýrisfólkum mugu
vera virðilig umboð Føroya
fólks bæði úti og heima.(4)
Karakterstyrki og vilji eru
sjálvsagdir eginleikar. (5)
Loyalitetur í meginfyri-
sitingini, líka mikið hvussu
landsstýrið er samansett.
Løgmaður hevur prógv-
að, at allir góðir eginleikar
hava heimarætt í Tinganesi.
Tessvegna er tað rímiligt at
halda, at verandi manning
er før fyri at loysa vanda-
mál og tryggja skúla verk-
inum. heilsuverkinum og
almannaverkinum góðar
umstøður til tess, at ung og
gomul og sjúk og brekað
fáa trygg livikor í Føroy-
um.
Uttan óneyðugt kjak og
klandur mugu løgmaður og
hansara manning spyrja
sum Abraham Lincoln:
Hvar – hvørja – hvat –
hvussu? Og virka har útfrá.
Tað ber til. Tað skal bera
til, tí omanfyri nevndu
eginleikar hava, sum nú er,
góðar umstøður. Og veru-
lig føroysk mentan er aftur
sloppin til háborðs.
Gera vit frísk børn sjúk ella sjúk børn frísk ?
Jóna
Mortensen
Barometrið og termometrið (ll) ella et tosi satt
Heri
MoHr
viðmerkingar