fríggjadagur 19. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2010
- Eg eri vaksin upp
við áhuga fyri seyði
og seyðahundum.
Og nú gleði eg meg
bara at sleppa við til
hundakappingina
leygardagin, sigur
Ronnie Samuelsen
úr Klaksvík
Hundar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði: Ronnie er kend
ur frá mongum fótbólts
dystum við EB/Streymi.
Síðani hann legði fót
bóltsskógvarnar á hillina,
hevur eitt annað áhugamál
stungið seg upp av álvara:
Seyðahundar.
Hetta hevur hann ikki av
ongum, tí í barnaheimi
hansara í Haldórsvík var
seyðahald eitt evni, ið nógv
varð tosað um.
Pápi mín hevði nógvan
seyð, og soleiðis fekk eg
eisini henda áhugan, greiðir
hann frá.
Týsdagin hittu vit hann
norðuri á Viðareiði, har
hann vandi hund sín, til ta
stóru
kappingina,
sum
verður í morgin.
Hetta verður triðja ferðin
at hann er við í hesi kapp
ingini á Viðareiði.
Tað er altíð spennandi
at kappast ímóti hinum. Her
sær ein hvat ein hevur vant,
og ein hevur haraftrat nakað
at venja fram ímóti.
So eg gleði meg til
leygardagin, greiðir Ronnie
Samuelsen
frá.
Sjálvur
brúkar hann mest hundarnar
sjálvur og sum eitt amboð,
tá hann er á fjalli.
Tað sosiala
Luttøkan við tær undan
farnu kappingarnar hevur
verið góð.
Hesaferð kann væntast,
at áhugin verður væl størri.
Hetta kemst av tveimum
spenandi orsøkum:
Í fyrsta lagi fer ein hunda
serfrøðingur úr Skotlandi at
døma í kappingini. Talan er
um Bobby Dalziel, sum
hevur vunnið sær bæði
heiður og nógvar virðislønir
í kappingum í heimlandi
sínum.
Í øðrum lagi stendur
vinnaranum av kappingini í
boði at luttaka í eini altjóða
kapping fyri seyðahundar,
sum
verður
hildin
í
Fraklandi í summar.
Júst hesi bæði tingini
heldur Ronnie hava stóran
týdning fyri kappingina.
Hetta fer uttan iva at gera
sítt til, at støðið fer at hækka
og at menn og kvinnur fara
at gera sær størri ómak at
venja hundar sínar.
Nú er jú ikki nóg mikið
at fáa eina góða plasering í
Føroyum,
tí
møguleiki
verður hereftir at kappast
ímóti
seyðahundum
á
altjóða støði.
Fyri meg hevur tað ikki
so nógv at siga, hvørja
plasering eg fái í kappingini.
Eg eri við av áhuga og fyri
tann sosiala partin, sigur
Ronnie Samuelsen.
Hundar kappast á altjóða støði
Tað tekur drúgva tíð og
krevur gott tol at venja
upp ein seyðahund.
- Eg havi altíð havt
áhuga fyri seyði og
seyðahundum, sigur
Ronnie Samuelsen úr
Klaksvík. Fyrr spældi
hann fótbólt. Nú brúkar
hann nógva tíð saman
við seyðahundi sínum
Mynd: Tanja Sørensen/
Durita Simonsen
Leygardin kl. 11
letur ein nýggjur
endurnýtsluhandil
upp í Runavík. Tað
er Blái Krossur, sum
frammanundan hevur
ein endurnýtslu-
handil í Havn, sum nú
eisini kemur at reka
hendan handilin
Endurnýtsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Runavík:
Endurnýtslu
handilin heldur til í ný
ístandsettum hølum, har
sum tógvhandlin og lampu
búðin hjá Mathias Davidsen
fyrr helt til.
Talan er tó ikki um ein
heilt
nýggjan
handil.
Grundarlagið undir hesari
Blákrossbúðini er fyrrver
andi Sudanbúðin á Glyvr
um, sum Mission Afrika
hevur rikið í nøkur ár.
Mission Afrika ynskti at
gevast
við
endurnýtslu
handlinum, og spurdi tí, um
Blái Krossur var áhugaður í
at yvirtaka hann, sigur
Hjalmar
Hansen,
aðal
skrivari hjá Bláa Krossi.
Henda áheitan hóskaði
stak væl inn ætlanirnar hjá
Bláa Krossi og tí var avgjørt
at yvirtaka Sudanbúðina.
Tó er avgjørt at flyta
handilin, og verður hann
eisini opin hvønn dag.
Endurnýtsluhandilin
í
Runavík ber eisini navnið
Blákrossbúðin, eins og í
Havn. Úrvalið kemur mest
at vera klæðir, men eisini
smærri brúkslutir, smykkur
og leikutoy verður selt í
endurnýtsluhandlinum.
Í samband við at Blá
krossbúðin í Runavík, letur
upp leygardagin, verður
skipað fyri móttøku kl. 11.
Her fara Hjalmar Hansen,
aðalskrivari at bjóða væl
komin, eins og Magnus
Rasmussen, borgarstjóri í
Runavíkar Kommunu ber
fram heilsan. Eisini verður
sangframførsla við Emil
Thorleifssyni.
Handilin
verður
opin
mánadag til fríggjadag frá
13 til 17.30, og leygardag
frá 10 til 13.
Meiri endurnýtsla í Runavík
IMF kann hjálpa
Týska stjórnin er til reiðar at góðtaka, at Grikkaland kann
fáa hjálp frá Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF, um landið
fær tørv á tí. Ein talsmaður fyri týsku stjórnina sigur við
fjølmiðlarnar, at sum er hevur Grikkaland ikki tørv á hjálp
frá IMF. Men skuldi tað hent, at støðan versnar, og at
grikska stjórnin vendir sær til IMF um hjálp, fer Týskland
ikki at seta seg upp ímóti tí. Fleiri hava kravt, at Týskland
skal hjálpa Grikkalandi, men kanningar vísa, at flestu
týskarar eru ímóti tí.
Sermerktar fingrabøkur
til tey smáu
Bókadeildin gevur nú út tvær sermerktar bøkur við
fingradukkum, har onnur dukkan er ein hundahvølpur
og hin ein mús. Við at trýsta fingurin í dukkuna kunnu
børnini spæla djórini, samstundis sum hetta eisini
stimbrar teirra fínmotrorikk. Bókin Lítli hundahvølp
urin er um ein hundahølp, sum rennur undan mammu
síni, tí hann vil ikki í bað. Hin bókin Lítla músin er um
músina, sum fyrstu ferð fer at spæla við eina kanin.
Bøkurnar eru 10 síður úr hørðum pappi.