fríggjadagur 19. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Rákið – mars '10
Feminina
Andlitsmaskur
til heimabrúk
Lekrar heimagjørdar andlitsmaskur eru ofta minst líka
góðar sum dýru merkini. Ger maskurnar til, smyr í
andlitið. Lat sita í 10-20 minuttir og vaska væl av
aftaná.
Hunangur og havsalt
Blanda tvær skeiðir av hunangi og eina teskeið av havsalti.
Eggjahvítamaska
Smyr eggjavíta á húðina,
so tað følist sum hon
strammar.
Avokado og jogurt
Mosa eina búna avokado
og eitt sindur av jogurt.
Avokado og
olivenolja
Mosa eina búna avokado
og eitt sindur av olju.
Avocado,
sitrón og eggjahvítar
Mosa eina búna avokado og eina súpuskeið av sitrón og ein eggjahvíta.
Kirnumjólk og agurk
Smyr eitt tunt lag av blaki í andlitið og á hálsin. Lat sita í 15 min. Legg dálar av
agurk í eitt lag omaná og lat sita í 10 minutter. Tað ber eisini til at brúka jarðber í
staðin fyri agurk.
Hunangur, havragrýn og banan
Blanda eina spísiskeið av hunangi og fimm skeiðir av morlaðum havragrýni og eina
mosaða banan.
Fruktmaska
Mosa avokado ella jarðber og brúka tað til masku
Havregrýn, mandluolja, sitrón og avokado
Mosa tvær skeiðir av morlaðum havragrýni, tvær skeiðir av mandluolju, tvær skeiðir
av sitrónsaft og eina hálva búna avokado.
AlVÁRliga lekkur
Várfrísk við
nýggju lemon
røðini frá The
Body Shop
Lagt til rættis: Rigmor Dam