Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2010 Mikudagin verð ur nýggja mið býar æ t­ lan in í Klaksvík løgd fram á borgarafundi Miðbýur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í fleiri ár hava fólk í Klaksvík arbeitt við nýggj ari miðbýarætlan. Høvuðs menn fyri hesum arbeiði hava verið Gunnar Nolsøe og Archibald Black. Teir eru komnir so langt við hes um arbeiði, at miku kvøldið verður ætlanin løgd fram á borgarafundi í Klaks vík. Klaksvíkar kommuna stend ur fyri fundinum, sum verður í Badmintonhøllini í Klaksvík. Gunvá við Keldu far at siga nøkur orð, Albert Is feld fer at hugleiða um mið býir og arkitektur, og síða ni sleppa Gunnar Nol søe og Arcibald Black framat. Gunnar Nolsøe fer at greiða frá arbeiðnum við mið býar æt lanini, og hvøjir tankar og hugskot liggja til grund ar fyri arbeiðnum. Archi bald Black fer at vísa fram sjálva ætlanina, hvus­ su útbygginar skulu gerast, og hvat skal verða hvat í mið býnum. Skitsur av øll­ um hesum verða eisini víst­ ar fram. Eftir framløgurnar fáa fólk høvi at koma við við­ merk ingum og spurningum, og fólk sleppa eisini at fylla spurnarblað út um mið bý­ ar æt lanina. Fundurin um miðbýin í Klaks vík verður í Badmintonhøllini í Klaks­ vík mikukvøldið klokkan 19.00. Arbeiðarfeløgini og Føroya Arbeiðs gev­ ara felag eru samd um, at ætlaninar hjá samgonguni at álegg­ ja føroyska vinnu­ lívinum fleiri skatt ir og avgjøld eru óskilj­ an di Politikkur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ar beið arafeløgini og Før­ oya Arbeiðsgevarafelag ha va biðið um fund við leiðsl u na í sam gongu flokk­ unum fyri at umrøða, hvørj­ ar ætlanir eru í samband við fíggjarlógarkarmin fyri 2011, sum skal leggjast fram í komandi viku. ­ Arbeiðarfeløgini og Før oya Arbeiðsgevarafelag eru samd um, at ætlaninar hjá samgonguni at áleggja før oyska vinnulívinum fleiri skattir og avgjøld eru óskill ig ar, siga feløgini í felags fráboðan fyrrapartin. ­ Stjórnir í londunum kring okkum hava seinasta 1½ árið gjørt skipanir fyri at lætta um hjá vinnu lívi­ num fyri at tryggja ar beiðs­ pláss og virksemi. Alskyns styttri og longri skipanir og serskipanir eru gjørdar, og lond flest royna at stýra ímóti sveigginum í bú skap­ i n um fyri at mótvirka fíggj­ ar kreppuni, ið rakar um allan heimin, siga feløgini. Gongdin má steðgast Tey halda, at í Føroyum verð ur tað øvugta gjørt, tí tað sæst í fíggjarlógini 2010, og ábendingar eru um, at gongdin heldur á fram. ­ Feløgini undrast á, at tað er vinnulívið, har tey flestu av teimum ar beiðs­ leysu koma frá, sum skal áleggj ast fleiri byrðar fyri at fáa landskassaundirskotið nið ur, siga arbeiðsgevarar og arbeiðarar. ­ Tað eru starvsfólk í vinnu lív inum, sum standa fyri at skapa tey virðir, sum skulu økja um pen ing a rens­ lið í almenna kassanum. Tí skil er tað tilskundan til meira virksemi í vinnu lív i­ num, sum er leiðin fram fyri at økja um inntøkur lands kassans. Tað er í primervinnunum, at ófaklærdu starvsfólkini starv ast, og tað eru tey, sum fyrst gerast arbeiðsleys nú byrð ar nar á vinnulívið økj­ ast. Hetta sæst eisini aftur í hag tølunum, sum vísa, at 80% av teim arbeiðsleysu eru ófaklærd. Arbeiðarafeløgini og Før oya Arbeiðsgevarafelag eru samd um, at henda gongd má steðgast bein an­ veg in so fleiri arbeiðspláss ikki fara fyri bakka. Fráboðanin er undir skriv­ að av Føroya Ar beið s gev­ ara felag, Føroyar Ar beið­ ara felag, Havnar Ar beið­ ara felag, Klaksvíka Ar beiðs kvin n ufelag og Klaks ví k ar Arbeiðs manna­ felag. Felags mótmæli ímóti skattum og avgjøldum Soleiðis hugsa stigtakararnir av nýggju miðbýarætlanini sær, at Klaksvík skal síggja út í komandi tíðum Miðbýarætlan løgd fram Hava undirskrivað byggisáttmála Tað verður byggifyritøkan J&K Contractors sum skal leingja flogvøllin í Vágum til 1799 metrar. Tá tilboðini vóru latin upp herfyri hevði J&K lægsta tilboðið. Síðani tá hava samráðingar verið millum J&K og Vága Floghavn, og fyrrpartin varð sáttmálin undirskrivaður. Arbeiðið fer at kosta 131 mió krónur, og er ætlanin at arbeiðið skal byrja um mánaðarskiftið apríl/mai. Eftir ætlan skal tað vera liðugt við árslok komandi ár. Hetta er kortini ikki einasta arbeiðið sum skal gerast har vesturi. Nýggj innflúgvingartól og annað verður eisini gjørt í hesum sambandi.