fríggjadagur 19. mars 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Rákið – mars '10
Hví skal eg hjálpa heima? Tað gera
vinfólkini ongantíð!
Og so stendur tú har. Við hárinum
í dustinum, uppvaski upp undir loft
og vaskiklæðum eftir øllum kjallara
gólvinum, og tú spyrt: Hví hundan skal
eg gera alt her í húsinum?
Men tað nýtist tær als ikki. Tí børnini
kunnu saktans taka bæði eina og tvær
hendur í heima við hús.
Vit hava prátað við ein barnaserfrøð
ing um hetta við børnum og húslig um
skyldum. Alice Simonsen er náms
frøðingur og leiðari hjá Barnabata.
Hon er sannførd um, at tá børn og
foreldur eru saman um dagligu
uppgávurnar, menna tey eina
felags ábyrgd fyri trivnaðin í
familjuni. Tey verða nøgdari
og tey føla eisini, at tey
hava týdning í familjuni.
– Tað gevur børnum
førleikar, ið tey
kunnu brúka í øllum sosialum viður
skiftum, hvar tey so enn eru, eisini
seinni í lívinum. Sjálvsálitið verður
ment, tí tey vita, at tey megna at fara
í holt við ymiskar uppgávur, og tey
hava týdning fyri onnur, har tey bæði
geva og fáa, sigur Alice Simonsen, sum
umframt at vera námsfrøðingur, eisini
hevur eftirútbúgving í supervisjón og
samskifti. Hetta kemur henni eisini
til gagns í arbeiðinum sum ráðgevi
og dagligur leiðari hjá Barnabata, har
tey eitt nú reka barna og ung dóms
ráðgevingina og heimasíðuna www.
eg.fo.
Familjan sum toymi
Sambært Alice Simonsen, eiga vit at
fata familjuna sum eitt toymi, har
virðingin millum partarnar hevur alt at
siga, um samstarvið skal eydnast.
– Í familjutoyminum hava foreldrini
leiðsluna, og børnini verða vegleidd í at
taka lut og at taka ábyrgd saman við
foreldrunum. Tað er sera umráðandi, at
foreldrini samstarva væl sínámillum, og
at tey eru tilvitað um, at børnini, frá tey
eru heilt smá, hava tørv á og gagn av at
hava sosiala samveru og uppgávur, ið
kemur øllum í húskinum til gagns, sigur
Alice Simonsen.
Hon hevur drúgvar royndir við at
arbeiða við størri børnum og tann
áringum, har hon serliga hevur lagt
dent á at menna fólkaræðiliga samveru
og samskifti millum vaksin og børn.
Hetta merkir millum annað, at børn
hava avgerðarrætt í so nógvum viður
skiftum, ið viðkoma teimum, sum til ber.
Kunnu hjálpa við øllum
Men hvar kunnu børnini vera við í
dagliga húsliga arbeiðinum, spyrja
vit Alice. Og hon er skjót at svara, at
børn kunnu vera við í í flestu dagligu
uppgávunum, líka frá rudding og
matgerð, til at verða við til at taka
avgerð um, hvat skal keypast, tá ið
farið verður til handils og til at fyrireika
virksemi í familjuni annars. Men tað
er umráðandi at hugsa um, hvørjum
menningarstigi, barnið er á, og hvat
barnið er ført fyri, so barnið ikki fær
uppgávur, ið eru ov krevjandi.
– Grundleggjandi dáma børnum
væl at hjálpa við ymiskum húsligum
uppgávum. Tað, sum er avbjóðingin
hjá teimum vaksnu er, at hava virðing
fyri børnunum og teirra arbeiðsferð, at
vera jalig og tolin, tá uppgávurnar skulu
gerast, at børnini føla samanhaldið, og
at orðið vit verður brúkt meira enn eg
og tú, sigur Alice Simonsen.
Minst til viðurkenning
Námsfrøðingurin, sum eisini í arbeiði
sínum hevur havt ábyrgd av barna og
ungdómsráðum í Margarinfabrikkini,
vísir á, at børnini longu frá tí, at tey eru
smá, kunnu læra at luttaka í prátinum
um, hvørji ynskir tey hava. Eitt nú
tá uppgávur skulu býtast út millum
familju limirnar, og hvat skal verða á
matarskránni komandi dagarnar.
– Tó eiga foreldrini altíð greitt at
vísa, at tey hava ábyrdina av, at upp
gávurnar eru aldurssvarandi, og at tað
er teirra ábyrgd at stuðla børnunum
í uppgávunum. Ikki minst hevur tað
stóran týdning, at øll fáa viðurkenning
fyri at játta og at gera uppgávurnar,
sigur hon.
Og hon leggur áherðslu á, at børn
eiga ongantíð at hava ábyrgdina av
trivnaðinum heima, og eiga ongantíð
at røkja uppgávur, ið tey vaksnu hava
ábyrgdina av at røkja. Til dømis hava
børn í familjum, har foreldrini drekka,
eru sálarsjúk ella á annan hátt eru
veik, ofta alt ov nógvar skyldur og alt
ov stóra ábyrgd, og tá er tað beinleiðis
skaðiligt.
Týðandi sosialisering
Eitt annað, sum vit práta við serfrøð
ingin um, er hvørjar avleiðingar kunnu
standast av, at børnini ongar uppgávur
hava heima.
Her hugleiðir Alice Simonsen um,
at í summum førum gera børnini
sjálvi fleiri royndir at taka lut í húsligu
uppgávunum, men verða steðgað, tí
foreldrini til dømis ikki hava tol at bíða,
ella tí tey snøgt sagt ikki vilja, at børnini
skulu luttaka í dagligu uppgávunum.
– Her kunnu avleiðinginarnar verða
nógvar og óhepnar fyri bæði barnið
og foreldrini, tí børnini sleppa ikki at
gera sær sínar egnu royndir, sigur Alice
Simonsen, sum vísir til sálarfrøðiliga
hugtakið »curlingbørn«, ið var nógv
frammi fyri nøkrum árum síðani.
Hetta var ein stórur bólkur av børnum,
sum ígjøgnum barnaárini blivu vard
móti øllum avbjóðingum, forðingum
og uppgávum, og tí fingu tey stórar
trupulleikar við eitt nú at megna
uppgávur, bæði sum einstaklingar og
saman við øðrum.
Sostatt kunnu vit staðfesta, at tá
eitt barn upplivir gott samstarv millum
øll í húskinum, og tá tað er javnvág í,
soleiðis at øll føla seg at hava týdning
fyri hvønn annan, hevur tað eina sera
positiva ávirkan á trivnaðin.
– Tað gerst lættari hjá øllum at vera
saman, at tosa saman, og tað eru færri
ósemjur. Nøgdsemið hjá bæði børnum
og vaksnum veksur samsvarandi við, at
sjálvsvirðið veksur, sigur Alice Simonsen
at enda.
Curlingbørn
Børn, ið verða viðfarin sum curlingsteinar, har tvey fólk kveistra
allar forðingar til viks. Barnið kemur gjøgnum barnaárini uttan at
koma í samband við natúrligar avbjóðingar, tí foreldrini avgreiða alt
fyri tey. Foreldrini gera hetta, tí tey vilja barninum tað besta, men
gera í roynd og veru barninum eina bjarnatænastu.
Barnið fær ikki neyðugar lívsroyndir, eitt nú í samstarvinum við onnur.
Ei heldur fær barnið venjingar í at gera heilt vanligar gerandisuppgávur,
sum eru neyðugar at duga, um ein skal mennast aldurssvarandi. Barnið
fær heldur ikki ment forvitni og skapanarhugin, sum er umráðandi fyri
handlikraftina og lívsgleðina.
Alice Simonsen, námsfrøðingur og dagligur leiðari hjá Barnabata
Hóskandi ábyrgd hjá einum 12 ára gomlum:
1. At halda skil á egnum klæðum. Vaska tey, leggja tey upp á pláss og at velja,
hvat tey skulu í .
2. Sínum egna mati. Smyrja matpakka ella fáa sær ein bita sjálv/ur, um ongin er
heima.
3. Vera før/ur fyri, at røkja sítt starv. Í hesum aldrinum merkir tað skúlan.
4. At rudda og vaska sítt egna kamar.
Eftir: Jesper Juul, familjuterapeutur í 24timer.dk
tykkara trælur!