Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 55 - 19. mars 2010 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Umsjónarfólk til tyrlupallin í Klaksvík Landsverk søkir eftir fólki til parttíðarstarv til tyrlupallin í Klaksvík. Arbeiðsuppgávur · Tyrluavgreiðsla · Fyrireiking av pallinum og avgreiðsla av ferðafólki og farmi · Áfylling av brennievni · Røkt av tyrlupallinum · Veiting av øðrum tænastum til tyrluna Førleikakrøv Starvið hevur við sær, at ein skal fylgja nógvum fastløgdum manna- gongdum, og tí er umráðandi at vera ordansmenniskja og hava áhuga í at arbeiða eftir fyriskrivaðum reglum og mannagongdum. Tú ert fyrikomandi, dugir væl við fólki, og sum persónur ert tú eisini forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðs- samur, dugnaligur og væl skipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið. Tað er ein treyt, at tú luttekur í førleikamenning, ið stovnurin ella okkara samstarvspartar skipa fyri. Annars eru eingi formlig førleika- krøv til starvið, og viðkomandi fær neyðuga upplæring og leiðbeining. Setanarviðurskifti Starvið er tímalønt, og løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi arbeiðara- ella handverkarafelag. Talan er um parttíðarstarv, og arbeiðstíðirnar eru treytaðar av tyrluflúgvingini. Vanlig rutuflúgving er mikudag, fríggjadag og sunnudag, og um summarið eisini mánadag. Henda avgreiðsla tekur um 10 tímar um vikuna. Aftur at hesum kemur, at tyrlupallurin skal vera opin í sam- bandi við aðra tyrluflúgving, t.e. leigutúrar, leiting, bjarging o.a. Umsóknir Umsóknir við lívsgongdarlýsing (CV) skulu sendast til: lv@lv.fo ella til Landsverk Tinghúsvegur 5 Postboks 78 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. mars kl. 08.00. Merkið umsóknina „Umsjónarfólk til tyrlupallin í Klaksvík.“ Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Súna Poulsen, tyrlupallaleiðara, á tlf. 290 868 ella supo@lv.fo. Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar. STARVSLÝSING lýsingar