fríggjadagur 19. mars 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Rákið – mars '10
Unikkar økolampur
Re-design er ultra feitt. Alt ber til at
endurnýta: klæðir, innbúgv, smúkkur
– og sjálvandi eisini lampuskermar.
Ger tín heilt unikka lampuskerm,
har einans hugflogið setur markið.
Fyll heimð við smørtum og snøggum
lampuskermum, ið tú sjálv hevur
sniðgivið og sum eingin annar eigur
líka
Tá ið tú fert undir at gera lampu-
skermar, er alt tilfar gull vert. Knappar,
blondur, silkibond, prýði, perlur,
skinn, gamlar skjúrtur ella kjólin hjá
langommu.
Vit hava allierað okkum við Sigrun
Summers Nolsøe úr Havn, sum er nógv
góð hugskot um re-design.
Vit hava brúkt:
Stativ til lampuskermar, seymigreiðir,
límpistól, fliseline, toy og gomul
klæðir.
Í 80'unum vóru heima gjørdir lampuskermar hægsti
móti. Og nú »re-design« er in, kanst tú við góðari
samvitsku liva teg aftur í tíðina.
Lagt til rættis: Ragnhild Dam og
Sigrun Summers Nolsøe
Myndir: Álvur Haraldsen
Reint retro
Tilfar:
Stativ
Dýnuvár
Til tann høga skermin hava vit
límað toyið á fliseline og seymað
tað á stativið.
Til minna skermin hava vit
seymað toyið á stativið og prýtt
við bondum og knappum. Prísir
umleið 80 krónur.