fríggjadagur 19. mars 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. mars 2010 – Nr. 55
Í vetur hevur SÍ bara tapt
tveir dystir, og teir hava
báð ir verið ímóti TB, ið
støðu gt hevur tikið seg
fram og nú rættiliga
bjóðar av
Kappingin í Eik-liguni hjá kvinnum
hev ur koyrt í einum og sama spori
frá fyrstu løtu. Beinanvegin fór SÍ
av stað, og síðani hevur tað bara ver-
ið ein spurningur um, hvat annað lið
skuldi sleppa í finaluna. Fleiri hava
ligið framvið, men tá avtornaði, var
tað TB, ið kom stormandi fram og
tók finalussessin.
At TB óivað eisini er tað av hinum
liðunum, ið best er ført fyri at bjóða
SÍ av, hava úrslitini í vetur víst. Og
ikki minst tann sannroynd, at SÍ bara
hev ur tapt tveir dystir alt kapp ing-
ar árið, og at tað báðar ferðir hevur
verið ímóti júst TB.
Her stendur nógv upp á spæl, tí SÍ
kann vinna triðja meistaraheitið á
rað, meðan tað hjá TB kann gerast
talan um at vinna tað fyrsta síðani
2002!
Karin verður klár
Stóri spurningurin hjá SÍ hevur
verið, um tað fór at eydnast Karini
Mikkels en at gerast klár til FM- final-
ur nar. Hon meiddi sær fótin beint
und an steypafinaluni, men spældi
kort ini, eins og hon gjørdi tað, tá TB
vitjaði í Sørvági.
– Jú, Karin er klár aftur og hevur
vant við okkum hesa vikuna, og
eisini allar hinar eru klárar. Nú hava
vit verið nummar eitt í allan vetur, so
eingin orsøk er at helma í, til alt er
vunn ið, sigur hevarin hjá SÍ, Annika
á Stongum.
– Vit skulu hava góðar móttøkur,
so vit fáa steðgað serliga Gudrid
Nols øe, ið servar væl hjá teimum.
Fáa vit tikið væl ímóti, kann eg heva
í allar ættir, tí vit hava gott álop um
allan vøllin.
Brúka breiddina
Hjá tvørakvinnum eru allar klárar utt-
an Bára Jacobsen, sum hevur fing ið
ein snudd og er ivasom. Men Gud r id
Nolsøe heldur kortini breidd ina vera
tað berandi hjá lið num.
– Vit skulu hava góðar servur og
góð ar móttøkur, umframt at vit
sku lu brúka ta góðu breiddina, vit
hava, tí vit hava nógv gott fólk,
sigur spæl an di TB-venjarin.
– Nú hava vit vunnið tveir av trim-
um dystum ímóti SÍ, so tað skuldi
sjálv andi givið okkum neyðuga
sjálvs áli tið undan finalunum. Tað
ætla vit at taka við okkum og brúka.
Finalubrak á íslandsrossum
Seinnapartin í morgin, klokkan 17, verða finalurnar í sokallaðu Ford
Cup-kappingini, sum Føroyskt Íslandsrossafelag skipar fyri.
Finalurnar, sum tilsamans eru fýra í tali, verða í tølthøllini, og eru
tær endin á einum kappingarári, har tvær innleiðandi kappingar
hava verið fyrr í vetur. Kappast verður í fjórgongd og tølti, og lagt
verður fyri við B-finalunum í báðum greinum. Har verður so
kappast um at sleppa í A-finalurnar, sum verða aftaná. Føroyskt
Íslandsrossafelag ger eitt sindur burtur úr stóra finaludegnum, tí
kaffi- og matsøla er á staðnum, umframt at høllin verður pyntað.
Síðstu tríggjar ferðirnar
ha va menninir hjá SÍ vun
n ið á Mjølnir, men leyg
ar dagin og sunnu dag in
verð ur alt sett upp á spæl í
FMfinalunum
Ikki kann sigast annað, enn at tað
eru tvey lið, sum kennast sera væl, ið
hittast í mansfinalunum um føroya-
meist araheitið í Eik-liguni, tí ikki
færri enn sjey ferðir hava SÍ og Mjøl-
n ir staðið yvir av hvørjumøðrum í
vetur – seks ferðir í landskappingini
og so eisini í steypafinaluni fyri ein-
um mánaði síðani.
At byrja við hevði Mjølnir munin,
tí tvær tær fyrstu ferðirnar vunnu
klaks víkingar, og tí hava teir verið
framm an fyri sørvingar á stiga talvu-
ni, líka til liðini hittust í Klaksvík leyg-
ar dagin og SÍ við sigri slapp framum.
Tað gav so sørvingum rætt til
heima vøll í einum møguliga triðja
finalu dysti.
Meira uppsettir
– Eg vil ikki siga, at vit í Mjølnir eru
nervøs ir,
men
heldur
spentir.
Gaman í, hava vit tapt tríggjar tær
síðs tu ferðirnar ímóti SÍ, men tað ger
okk um bara enn meira uppsettar,
sig ur hevarin hjá Mjølnir, Thorvald
Daniel sen.
Hann sigur, at mestsum allir eru
tøk ir, men at teirra libero, Eyðstein
Elt tør, í vikuni hevur fingið ein skaða
í lærið, sum ger hann ivasaman.
Venj ingin í kvøld skal vísa, um hann
verð ur førur fyri at spæla um
vikuskiftið.
– Vit skulu fyrst og fremst hava
góð ar móttøkur, og harnæst skulu
vit royna at fáa blokkin at standa
væl. Og so skulu vit sjálvandi royna
at trýsta teir í servunum, sigur Thor-
vald.
SÍ betri breidd
Nakað tað sama sigur libero-spæl-
arin hjá SÍ, Johan Petur á Stongum,
at teir ætla at gera, og hann heldur
eisini, at SÍ hevur so mikið munin á
Mjølnir, at tað væl eigur at bera til.
– Vit hava nógv betri breidd, og
tað gevur okkum fleiri streingir at
spæla uppá. Allir mans eru tøkir, so
vit fara avstað við øllum okkara fólki,
sigur Johan Petur.
– Hjá okkum ræður um at fáa
mót tøk ur nar at koyra, so vit bein an-
vegin fáa trýst teir, tí vit hava eitt
sera gott álop. Eisini ætla vit at trýsta
teir við servunum, so teir ikki skulu
slep pa í gongd.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Av teimum trimum
ferðunum, SÍ og TB
hava møtst í vetur,
hevur TB vunnið tvær
ferðir
Mynd: Hilmar Jan Hansen/
Einslistir
Síðstu tríggjar ferðirnar,
SÍ og Mjølnir hava spælt
ímóti hvørjumøðrum,
hevur SÍ vunnið
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
SÍ havt munin á Mjølnir
TB bjóðar SÍ av
Magnus útsligin
17 ára gamli Magnus Andreasen úr Runavík,
sum skjeyt finaluumfør í innandura
EM-kappingini í Kroatia, var seinnapartin í
gjár útsligin. Tað eydnaðist honum at koma
millum 16 teir bestu í bólkinum undir 18 ár,
men í áttandapartsfinaluni tapti hann 114-
118.