Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Millum skitsurnar frá sjónleikinum Tornurósa situr skraddarin Beinta Vilhelmsen og skapar stórar, vakrar prinsessu­ kjólar í alskyns litum og skapum. Hondseymaðu smálutirnir við perlum, blondum og brodaríum seta krúnuna á verkið Í sýnisglugganum hjá Beintu Vil helm ­ sen, skraddara, hanga vakrir prin sessu­ kjólar. Eigarin av verkstaðnum hevur nevniliga ein veikleika fyri stórum veitslu kjólum við nógvum fínum smá­ lut um. Serliga er hon kend fyri fínu korsagurnar. Inni í búðini hjá Beintu Vilhelmsen kennist veikur blómuangi. Í bakgrundini hoyrist friðarligur tónleikur. Veggirnir eru ljósir, men prýddir við litføgrum pailettum. Búðin er býtt í tvær forskotnar hædd ir. Í neðra standa ginur við kjólum í al skyns litum og tilfari. Í erva finna vit verk stað ið við seymimaskinum, toy­ rullum og øðrum tilfari, sum skradd arin brúkar, tá hon seymar fyri fólk. Beinta vísir okkum inn í eitt rúm á aðru hædd, har skitsur av ævin týra­ búnum frá Tornurósu sjónleikinum hanga á vegginum. Hon elskar at gera búnar til sjónleikir, og seymaði eisini búnarnar til sangleikin Hair. Hon bjóðar okkum te og greiðir frá, at hon, sum er einasti virkandi skradd­ ari í Føroyum, hevur víðkað nógv um virkøsemið tey seinastu tvey árini. Keypt nógva professjonella útgerð, so sum seymimaskinur og dampanlegg. Fyribils ætlar hon at halda fram, eins og nú, her uppi við plantasjuna í Havn. Altíð verið handalig Beinta greiðir frá, at hennara vøru­ merkið er at gera veitslukjólar, og tað er hon sera glað fyri, tí mótin broytist alla tíðina. So hon brúkar nógv nýtt tilfar, nýggir litir og ger nýggj ting allatíðina. – Eg havi altíð verið dugnalig í hond­ unum. Tað var altíð mítt, sum bleiv víst fyri hondarbeiðisflokkinum sum fyrimynd. Eisini sat eg uppi langt út á náttina og seymaði og broderaði, sigur Beinta Vilhelmsen skemtandi. Hon hevur verið útlærdur skraddari síðan 2003. Fyrst fór hon á tekniskan skúla í Danmark, har tey júst tá bjóðaðu eina fyrireikingarútbúgving til skraddaraútbúgving, sum so tók fýra ár afturat Beinta Vilhelmsen var millum tey seinastu, ið fingu útbúgving sum skradd ari, tí útbúgvingin er ikki til longur. Í dag eitur hon »klædna hand­ verkari« og er stytt niður í 3 ár. – Munurin á einum skraddara og einum sniðgeva er, at skraddari er ein handverkaraútbúgving, og sniðgevi er ein skapandi útbúgving. Skraddarar og sniðgevar arbeiða á hvønn sín hátt. Hetta kann kanska samanberast við arkitektin og timbur­ mannin, heldur Beinta Vilhelm sen, sum ikki dugir at ímynda sær seg sjálva sita og tekna skitsur, velja litir og síðan lata ein annan gera rest. Hon heldur tað vera stuttligt at forma tekstil, og síðan at síggja enda­ liga úrslitið á tí einstaka kund anum, sum hon lærir at kenna gjøgnum til­ gongdina. Finnur íblástur allastaðni Beinta fær íblástur nógva staðni frá. Og ofta er tað tilvildarligt, hvaðani íblásturin kemur. Eitt nú er internetið ein góð hjálp, har hon finnur íblástur frá stóru sniðgevunum. – Tá eg ferðist, hyggi eg eisini nógv eftir fólki á gøtuni. So síggi eg kanska onkran lítlan smálut, sum mær dámar ordiliga væl. So skapi eg eina mynd av tí inni í høvdinum og brúki tað, tá eg komi heim, sigur hon. Nógv um oyruni Men at vera skraddari er ikki altíð so lætt. – Nú eri eg jú sjálvstøðug vinnu­ rekandi. Tú skalt alla tíðina skaffa nýggjar kundar, og tú ert næstan til arbeiðis 24 tímar um døgnið, sigur hon. So hon og Britt Nielsen, sum er næmingur hennara, sita nógv í verk­ staðnum og arbeiða. Har fáast tær við alt møguligt, líka frá at leggja buksur upp fyri handlar til smáar broytingar í klæðunum hjá fólki. Men hon hevur eisini nógvar bílegg­ ingar at taka sær av, til dømis kjólar, buksur, niðurdeilar, gallaklæðir og so framvegis. Beinta fortelur, at í byrjanini arbeiddi hon ofta langt út á kvøldið, men nú dugir hon nógv betri at stýra tí. Góðska fram um alt Skraddaraseymaði klæðir eru ikki bílig, og skal ein rinda fyri eitt dýrt plagg, Skraddarin í dreymalandi Hvør einasta perla verður seymað á við hond. 32 Rákið – mars '10