fríggjadagur 19. mars 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 19. mars 2010 – Nr. 55 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33
Dystir um
vikuskiftið
Flogbóltur
FM-finalur á Eiði
20/03 14.00 SÍ-TB (kvinnur)
20/03 16.00 SÍ-Mjølnir (menn)
21/03 15.00 TB-SÍ (kvinnur)
21/03 17.00 Mjølnir-SÍ (menn)
Hondbóltur
Sunset-kappingin
20/03 14.00 VÍF-Tjaldur
20/03 15.00 VB-Stjørnan
21/03 14.30 Neistin-StÍF
Atlantic Airways-kappingin
21/03 16.00 VÍF-KÍF
21/03 16.00 H71-Kyndil
21/03 16.00 Neistin-StÍF
Fótbóltur
A-landsdystur í Kópavogi
21/03 12.00 Ísland-Føroyar
Føroysku fótbóltsmenninir
skulu sunnudagin royna
at endurtaka bragdið frá
í fjør, tá tað fyri fyrstu
ferð eydnaðist at koppa
íslendingum í granna
uppgerð
Tá føroyska manslandsliðið í fótbólti
sunnudagin 22. mars í fjør vann 2-1
á Íslandi í vinardysti í Kórinn-høllini í
Kópavogi, var tað fyrsti føroyski
sigurin á íslendingum nakrantíð.
Eisini var tað fyrsti sigurin hjá
landsliðnum í hálvtfimta ár, so í allar
mátar var hetta eitt kærkomið úrslit.
U21-landsliðsvenjarin,
Heðin
Askham, sum átók sær uppgávuna
at stjórna føroyska liðnum henda
eina dystin, megnaði tað, ið eingin
av øllum undanmonnunum hevði
megnað. Nú er tað so Brian Kerr, ið
skal royna seg, samstundis sum
hetta verður hansara fyrsti dystur
ímóti íslendingum sum føroyskur
landsliðsvenjari.
Dysturin verður aftur hesa ferð í
Kórinn-høllini í Kópavogi, og hann
byrjar sunnudagin á miðdegi. Har
fæst so at síggja, um tað ber til at
endurtaka góða úrslitið frá í fjør,
men lítið man vera at ivast í, at bæði
spælarar og onnur munnu bera
bragdið í bakhøvdinum.
Teir 20 spælararnir, sum eru við í
føroyska
landsliðshópinum,
eru
Fróði Benjaminsen (HB), Egil á Bø
(EB/Streymur),
Atli
Danielsen
(Roskilde), Dánjal Davidsen (EB/
Streymur), Jóan Símun Edmundsson
(Newcastle), Andrew av Fløtum (HB),
Atli Gregersen (Víkingur), Einar
Hansen (NSÍ), Meinhardt Joensen
(B36), Bogi Løkin (Frem), Vagnur
Mohr Mortensen (HB), Christian
Restorff Mouritsen (B36), Gunnar
Nielsen (Manchester City), Jónas Þór
Næs (Frem), Bárður Olsen (B36), Súni
Olsen (Víkingur), Jann Ingi Petersen
(NSÍ), Rógvi Poulsen (HB), Símu n
Samuelsen
(HB)
og
Høgni
Zachariasen (ÍF).
Síðsta
sprell í
Sunset
Longu langt síðani er greitt, at
tað verða Stjørnan og Tjaldur,
sum skulu spæla FM-finalurnar
hjá hondbóltskvinnunum, so tí
er hetta seinasta umfarið í
Sunset-kappingini eitt, ið bara
skal fáast frá hondini.
Oddaliðið, Stjørnan, skal á úti-
vølli spæla ímóti VB, sum endar
aft ast, men kanska ikki flytur
nið ur kortini, um so er, at feløgini
á limafundi í morginári taka ta
av gerð, at besta kvinnudeildin
skal víðkast.
Tjaldur, sum er næstfremst,
skal á útivølli spæla ímóti VÍF,
sum helst er frískasta íkastið í
kapp ingina í vetur og eitt nú
kom í steypafinaluna. Triði dyst-
ur in verður millum Neistan, sum
longu
hevur
tryggjað
sær
bronsu na, og StÍF, sum endar
næst aftast.
hil
Um vestmenningar vinna
sín dyst sunnudagin, eru
teir í FMfinaluna ímóti
Neistanum, tí liðið er
bara eitt stig frá at taka
finalusessin
Næstsíðsta umfar í Atlantic Airways-
kappingini er á skránni sunnudagin,
og hetta kann gerast umfarið, ið
av ger kappingina um at sleppa í
FM-finaluna, har Neistin hevur stað-
ið og bíðað tað mesta av vetrinum.
Sjálvandi kann tað kiksa hjá vest-
menn ingum, men framvegis hava
teir bestu kortini á hondini.
VÍF hevur vunnið fýra dystir á rað
og er trý stig framman fyri øll hini
fýra liðini, sum liggja í einum stórum
trunka. Megnar VÍF at vinna sín dyst,
sum er á heimavølli ímóti KÍF, er
leyst og liðugt, tí so er liðið framvegis
tey trý stigini frammanfyri – og bara
tvey stig eru eftir at spæla um.
Marran hjá vestmenningum er
sjálv andi, at teir tapa í Vestmanna, tí
so kunnu »í ringasta føri« trý av hin-
um liðunum koma upp at anda VÍF í
nakkan undan seinasta umfarinum.
Her eru so fleiri teoretiskir møgu-
leik ar, men tað stutta av tí langa er,
at avgerðin liggur í hondunum á
vest menningum sjálvum sunnu-
dagin.
Eingin ivi man vera um, at í dysti-
num millum H71 og Kyndil verður
spælt fyri lívinum, tí skuldi VÍF tapt,
so ræður snøgt sagt um at vinna hjá
báðum pørtum, skal nøkur vón vera
eftir um at røkka finaluplássið. Ein
javnleikur beinir í øllum førum fyri
møguleikanum hjá báðum.
Og í triðja dystinum hevur StÍF ta
ótakksomu uppgávu at vitja Neist-
an, sum á heimavølli neyvan letur
nakað lættliga frá sær. Neistin hevur
ikki brúk fyri stigunum, tí teimum er
ríki ligt til av frammanundan, men
fyri moralin er tað sjálvandi gott at
vin na, nú teir bláu fyrireika seg til
finalu na.
Flyta flogbóltsgalla
Árliga gallaveitslan hjá flogbóltinum, sum upprunaliga skuldi verða á Hotel
Norð á Viðareiði leygarkvøldið 27. mars, er nú útsett til leygarkvøldið 10.
apríl. Ein orsøk til tað er, at SÍ hetta sama kvøld hevur ársveitslu, og av tí at
sørvingar plaga at vera væl umboðaðir, valdu fyrireikararnir heldur at flyta
gallaveitsluna. Skráin er framvegis tann sama, at borðreitt verður við
trimum rættum og at hæddarpunktið á kvøldinum óivað verður, tá ársins
bestu spælarar verða heiðraðir. Tilmeldingin til gallaveitsluna fer fram á
gallaveitslan2010@gmail.com, og eisini hevur veitslan sín egna bólk á
Facebook, sum eitur Galla 2010.
Føroyskur fagnaður í Kórinn-høllini eftir 1-0 málið í fjør, tá
Føroyar við 2-1 sigrinum fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnu á
íslendingum
Mynd: Kjartan Þorbjörnsson/Morgunblaðið
Bragdið í
bakhøvdinum
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Vinna vestmenningar á
kollfirðingum sunnudagin, er
finaluplássið tryggjað
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
VÍF kann taka finalusessin
Rás 2 við finalum
Rás 2 fer at senda beinleiðis frá øllum fýra
FM-finaludystunum, sum verða á Eiði í
morgin og sunnudagin. Frásøgumaður
verður Hilmar Jan Hansen og aftrat sær
sum viðmerkjara, hevur hann Suna
Hansen. Leygardagin byrjar frásøgnin
klokkan 13.45 og sunnudagin klokkan
14.45.