fríggjadagur 19. mars 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
skal tað hvørki sparast upp á tilfarið
ella dygdina, heldur Beinta.
Tí hugsar hon nógv um góðskuna av
tilfarinum, sum hon brúkar. Ofta er tað
natúrligt tilfar, so sum rein ull og silki.
Hetta finnur hon á netinum og bíleggur
úr Danmark og Svøríki, og eisini viðhvørt
úr Fraklandi.
Hon heldur, at tilfarið er eitt eyðkenni
við klæðunum, sum hon seymar.
– Eg brúki ofta litir, tí eg haldi, tað
er meira livandi. Ikki so nógv svart og
hvítt. Til dømis seymaði eg ein reyðan
brúðarkjóla einaferð, tí brúðurin ynskti
tað, sigur Beinta, sum ikki tímir at
seyma klædningar til mannfólk.
Kundaskarin
Spurd, hvør keypir hennara klæðir,
greiðir Beinta frá, at tað eru allir
aldurs bólkar. Eitt nú konfirmantar og
studentar. Eisini eru fleiri brúdleyp,
gullbrúdleyp, silvurbrúdleyp og tílík
hátíðarhald. So hon seymar mest til
bíleggingar og til tann einstaka kundan.
Onkutíð eru tað eisini fólk, ið hava
okkurt, tey vilja krógva. Tað kann
vera eitt arr ella onkur kropsskaði. Tá
seymar hon plaggið til, so tað krógvar
skaðarnar.
Hon endar við at siga frá eini
stuttligari hending.
– Eg seymaði einaferð eitt dress til
ein kunda, sum var í brúdleypi hjá einum
tjóðveldispari, har øll vóru í føroyskum
klæðum. Onkur viðmerkti hetta og
spurdi: Hví ert tú ikki í føroyskum
klæðum? Tá svaraði mín kundi: Jamen,
eg eri í føroyskum klæðum!
––––––––––––––––––––––––––––––––
Lagt til rættis:
Marin H. Eidesgaard og
Sigurbjørg Fríða Nielsen
Myndir: Jens Kristian Vang
Beinta fekk eina spennandi avbjóð
ing í summar, tá hon seymaði sín
størsta brúðarkjóla, har hon brúkti
heilar 60 metrar av toyi.
33
Rákið – mars '10